Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 201 - 18. oktober 2006 Samráðingarnar ímillum Starvsmanna­ felagið og fíggjar­ mála­ráðið hava ligið í dvala, tí Fìggjar­ málaráðið hevur so nógv um at vera við øðrum samráðingum Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hava sam­ráðingarnar ímillum Starvs­mannafelagið og Fíggjarmálaráðið ligið mestsum í dvala. Men tað er ikki tí at ósemja skilir partarnar. Orsøkin er, at Fíggar­ mála­ráðið hevur so nógvar sáttmálar at samráðast um, at tað gongur nokk so seint. Og í løtuni skal Fíggjar­ mála­ráðið eisini undir sem­ ing við Pedagogfelagið og tí eru samráðingarnar við Starvsmannafelagið park­er­ aðar til tað er avklárað. – Fíggjarmálaráðið hevur ikki orku at samráðast við allar partar og tí dregur út. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hann er misngdur við, at almenni myndugleikin røkir ikki sína uppgávu til fulnar, tá ið lønardeildin er so illa mannað, at hon ikki hevur frægari umstøður at samráðast. Annars vil formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki siga so nógv um sam­ráð­ing­ arnar. Men uppleggið er um­fatandi við tað, at lagt verður upp til, at sátt­mál­ in skal ganga yvir fleiri ár enn tey vanligu tvey ár­ini og tað tekur sína tíð at gjøgnumganga møgu­ leikarnar. Og í løtuni eru tey mitt í samráðingunum og enn er als ikki komið har til, at tað ber til at siga nakað um, hvønn veg tað ber. Annars hevur Fìggjar­mála­ ráðið boðað frá, at tað tekur undir við at sáttmálaskeiðið verður longri og ráðið er eisini sinnað at tosa um eina lønarhækking. Hinvegin vil Starvs­manna­ felagið eisini broytingar í arbeiðsvikuni. Í Løtuni er arbeiðsvikan 39 tímar, men tá ið mattíðurnar eru tiknar frá, er effektiva arbeiðstíðin 36,5 tímar. Nú vil Starvsmannafelagið hava mattíðurnar tiknar burturúr, so at partarnir bara fevnir um effektivu tíðina. Annars vil Gunnlevur Dals­garð onki siga um lønarkrøvini enn. Liggur stilt í løtuni – Vit eru ikki serliga nøgd við, at samráðingarnar draga út av tí at Fíggjarmálaráðið er undirmannað við samráðingarfólki, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum