mikudagur 18. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 18. oktober 2006
5
tíðindi
Kynssjúkan klamydia,
ið hevur blómað í
Føroyum síðani aldar
skiftið, tykist vera
følnað aftur. Føroy
ingar ansa betur eftir,
heldur landslæknin.
Menn, ið lata seg
kanna fyri sjúkuna,
sleppa nú undan tí
ótespiliga stálpinni
num
Kynssjúkur
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Føroyingar hava tikið kla
mydia í álvara. Kynssjúkan,
sum er fleirfaldað seinastu
tíggju árini, er nú minkað
aftur, vísa tøl frá lands
læknanum. Í fjør vórðu 111
tilburðir av sjúkuni stað
festir, og tað er ein minking
á næstan einum fjórðingi í
mun til 2004, sum var
metár við 146 staðfestum
tilburðum av klamydia.
– Nú skulu tølini sjálv
andi takast við fyrivarni, tí
fleiri ganga við sjúkuni
uttan at vita av tí – eg vildi
mett, at veruliga talið er
fimmfaldað - men her sæst
ein gongd, ið vísir, at før
oyingar ansa betur eftir,
heldur Høgni Debes Joen
sen, landslækni.
Stálpinnurin horvin
Tølini frá landslæknanum
vísa eisini, at føroyingar
kanna seg meir fyri sjúkuni
enn áður. Í fjør vórðu 1068
fólk kannað. Tað er næstan
100 meir enn árið fyri.
Landslæknin metir orsøk
ina fyrst og fremst vera ta
upplýsing, sum hevur verið
frammi um sjúkuna í sein
astuni.
– Tað gongur rætta veg
in. Átøkini hava riggað,
staðfestir landslæknin.
Ein onnur orsøk til, at
fleiri føroyingar lata seg
kanna, kann vera broytta
kanningarmannagongdin.
Hjá fleiri kommunulækn
um stendur monnum nú í
boði at pissa í eitt glas, sum
verður sent til kanningar.
Fyrr var neyðugt at fáa ein
stálpinn, ið minti um ein
oyrapinn, nakrar sentimet
rar upp í urinrørið. Ein
ótespilig kanning, mettu
fleiri. Sum nevnt er kann
ingin hjá monnum nú bert
ein lítil urinroynd. Hjá
kvinnum er tó framvegis
neyðugt við eini undirlívs
kanning hjá kommunu
læknanum.
Kann elva til barnloysi
Klamydia er ein bakteria,
sum ger innrás í kyknurnar
í urinrørinum og í lív
móðurhálsinum, har bak
terian nørist. Størsti vandin
við kynssjúkuni er, at hon
hjá kvinnum kann verða
orsøk til barnloysi. Menn,
sum fáa bruna í hjáeistuna,
kunnu eisini gerast sterilir.
Klamydia fæst við kyns
ligum sambandi. Sjúku
eyðkennini eru útflot, men
í flestu førum kunnu fólk
ganga við sjúkuni uttan
sjúkueyðkenni. Sjúkan er
løtt at viðgerða. Antibio
tikatablettir beina vanliga
lættliga fyri henni.
Ótespiligi stálpinnurin,
sum varð koyrdur nakrar
sentimetrar upp í urinrørið
hjá monnum, ið lótu seg
kanna fyri klamydia, er farin
í søguni. Nú kann hetta gerast
við eini einfaldari urinroynd.
Hjá kvinnum er tó framvegis
neyðugt við undirlívskanning
hjá kommunulæknanum
mynd: Jens Kristian Vang
Klamydia følnað aftur
Landslæknin:
Fosturtøkurnar í Danmark eru ein myta
Talið á framdum fost
urtøkum í Føroyum er
framvegis sera lágt í
mun til hini granna
londini. Sagt verður, at
veruliga talið er nógv
hægri, tí fleiri hundr
að føroyskar kvinnur
fáa fosturtøkuna
framda í útlandinum,
men hesum trýr lands
læknin einki uppá
Fosturtøka
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
29 kvinnur fingu fostur
tøku í Føroyum í fjør, vísa
hagtølini. So lágt hevur
talið á framdum fostur
tøkum ikki verið seinastu
10 árini, ið annars hevur
ligið millum smá 40 og góð
50.
Í mun til grannalondini
er talið sera lágt, og fleiri
røddir hava verið frammi
um, at hagtølini ikki kunnu
nýtast til so nógv, tí veru
liga talið er nógv hægri.
Av tí at vit ikki hava fría
fosturtøka í Føroyum, verð
ur sagt, at fleiri kvinnur
fáa fosturtøkuna framda í
Danmark. Meir enn 200
kvinnur, vil onkur vera
við.
Men hesum trýr lands
læknin ikki.
– Eg havi eingi tøl at vísa
á, men talið er eftir mínum
tykki ikki nær námind
teimum 200 framdu fostur
tøkunum. Eg hevði ikki
verið bilsin, um talið hin
vegin lá undir tey tíggju,
sigur Høgni Debes Joensen,
landslækni.
Grønland ekstremt
Í Danmark verða umleið
240 fosturtøkur framdar
pr. 1000 nýfødda barn. Í
Noregi er talið á leið tað
sama, meðan tað í Svøríki
er nakað hægri, nevniliga
upp ímóti 350 framdar fost
urtøkur pr. 1000 nýfødda
barn.
Í Grønlandi, har frí fost
urtøka er, er talið ekstremt.
970 framdar fosturtøkur
pr. 1000 nýfødda barn. Við
øðrum orðum verða næstan
eins nógvar fosturtøkur
framdar, sum børn verða
fødd.
– Eg hevði ikki verið
bilsin, um talið lá undir
tey tíggju, sigur Høgni
Debes Joensen, landslækni
um talið á føroyskum
kvinnum, ið fáa framda
fosturtøku í Danmark
Froðba fær vøll
Um stutta tíð sleppa børn og ung í Froðba at stuttleika sær á einum sparkivølli. Tvør
oyrar kommuna er farin undir útgrevsturin og at fylla upp til ein sparkivøll í bygdini.
Vøllurin og girðingarnar eru bílagdar, og gongst sum ætlað, verður sparkivøllurin hjá
froðbingum liðugur eina ferð seinni í heyst. Hetta er annar sparkivøllurin í
kommununi. Hin er í Trongisvági, og hann bleiv tikin í nýtslu í vár.
Kelda: www.sudurras.fo
Bispur sigur stopp
Í Noregi er næstan einki mark fyri, hvat fólk kunnu finna uppá, tá tey skulu giftast.
Summi vilja sleppa at hanga í fallskíggja, meðan tey verða vígd, og í onkrum føri
hevur prestur vígt eitt par inni í einari telefonboks. Men nú hevur biskupurin í Agder,
Olav Skjeveland, mist tolið við hugflognum hjá teimum ungu. Hann sigur, at kirkjan
er sjálvandi fegin um, at fólk giftast, men at máti skal vera við, hvar tey kunnu
giftast.