mikudagur 18. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 201 - 18. oktober 2006
tíðindi
Ein av teimum verk
ætlanum, sum fær
hjálp frá skótahjálpini
2006 er ein skúli á
einum barnaheimi
í India, sum Lisbeth
Mortensen úr Havn
skal vera við til at
stovna
Skótahjálp
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Listakvinnan
Lisbeth
Mortensen úr Havn skal
vera við til at stovna ein
skúla á gentuheiminum
Santibari í indisku bygdini
Ramburhat. Ein triðingur
av teimum pengunum, sum
skótar í Føroyum savna inn
í skótahjálpini 2006 fara til
hesa verkætlan.
- Frammanundan er bert
ein skúli í bygdini. Har
ganga umleið 700 børn og
har eru bara tríggir lærarar,
sigur Lisbeth Mortensen.
- Børn úr umleið 40 smá
bygdum ganga á hesum skúl
anum, og fleiri av teimum
noyðast at ganga ímillum
2 og 4 tímar fyri at koma
í skúla. Tað er heilt vanligt
í India, at børn noyðast at
ganga so langt fyri at koma
í skúla, greiðir hon frá.
Skúlin, sum Lisbeth verð
ur við at seta á stovn, skal
byrja í hølum hjá barna
heiminum, men tey vóna við
tíðini at fáa ráð til at byggja
ein nýggjan skúlabygning.
At byrja við verður skúlin
fyri umleið 50-100 børn í
1. og 2. flokki.
Skúlin verður bæði fyri
tær genturnar, sum búgva
á barnaheiminum og fyri
onnur børn, sum búgva í
bygdini.
- Vanliga hava foreldur
ikki ráð til at lata meir eitt
barn ganga í skúla, tí tey
noyðast sjálvi at gjalda fyri
skúlagongdina. Men tey, ið
koma at ganga á hesum
skúlanum skulu ikki gjalda
nakað, greiðir Lisbeth frá.
Eitt kall
Áhugan fyri India fekk
Lisbeth, tí hon hevur verið
faddur hjá tveimum gentum
ígjøgnum
International
Børnehjælp, har hon hevur
stuðla teimum við pengum
til skúlagongd, mat og
klæðir. Í januar í 2004 fór
Lisbeth til India at vitja
hesar genturnar. Tá kom
áhugin fyri India á fyrsta
sinni, og hon vildi fegin
hjálpa hesum børnunum.
- Eg føli, at tað er hetta,
eg skal gera. Eg føli at
eg kann gera nakað fyri at
hjálpa teimum. Man kann
næstan siga, at tað er eitt
kall, greiðir Lisbeth frá.
- Eg havi serliga ilt av, at
hesi børnini ikki sleppa at
ganga í skúla, tí uttan nakra
skúlagongd, so koma tey
aldrin víðari.
Fyri einum ári síðan fór
Lisbeth til Suðurindia og
var har í fimm mánaðir.
Hon hevði fingið stuðul frá
International Børnehjælp,
og nýtti pengarnar til at
gera eitt venjingarrúm á ein
um barnaheimi fyri menn
ingartarnaðum børnum.
Á hesi ferðini var hon
eisini ein túr har norðuri
í landinum, millum annað
vitjaði hon á Santibari
barnaheiminum. Leiðarin á
barnaheiminum greiddi frá
ynskinum at fáa ein skúla,
og tey avgjørdu saman, at
seta ein skúla á stovn.
Byrja beinanvegin
Pengarnir, ið koma inn við
skótahjálpini, skulu brúkast
til at innrætta og mála
skúlahølini fyri. Harafturat
skulu innbúgv, bøkur, skúla
uniformar og viftur undir
loftið keypast.
Tríggir lærarar skulu vera
á skúlanum. Ein læraraløn í
India er millum 150 – 250
kr. um mánaðin, og næsta
uppgávan hjá Lisbeth verð
ur at finna pengar til teirra
lønir.
- Eg skal skaffa 1000
kr. um mánaðin framyvir.
Av teimum pengunum fáa
lærararnir 250 kr. hvør.
Børnini fara at fáa mat á
skúlanum, og tær síðstu 250
krónurnar eru nóg mikið til
at keypa mat til øll børnini
í ein heilan mánað.
Ætlandi fer arbeiði við
skúlanum, í gongd so skjótt
sum skótahjálpin er liðug.
Lisbeth Mortensen fer til
India fyrst í komandi ári,
og ætlar at vera har í tveir
ella tríggjar mánaðir. Har
skal hon fylgja við hvussu
arbeiði gongur og skal vera
við til at keypa inn og til at
innrætta og mála hølini.
- Eg fari at mála barna
málningar á veggirnar, tað
er rættiliga óvanligt í India,
tí har eru tey bara von við
hvíttmálaðar veggir, greiðir
Lisbeth frá.
Stuðla skúla í India
Leygardagin byrjar
skótahjálpin 2006.
Hetta er 23. ár á
rað við skótahjálp í
Føroyum, og í eina
viku fara umleið
1000 skótar at
ganga hús úr húsi at
hjálpa fólki og savna
pengar inn
Skótahjálp
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Teir pengar ið skótarnir
savna inn vera býttir í
tríggjar partar. Ein part
ur fer til eina føroyska
verkætlan. Í ár stuðlar
skótahjálpin Ælabogan
um, orkestri teirra menn
ingartarnaðu. Ein partur
fer til eina verkætlan, sum
hjálpir børnum uttanlands.
Tann verkætlan skal á
onkran hátt hava tilknýti
til ein føroying, so skóta
hjálpin kann frætta aft
ur frá verkætlanini og
tryggja,
at
pengarnir
koma á rætta stað og
verða brúktir rætt. Í ár fara
pengarnir til útlendsku
verkætlanina til ein skúla
í eini indiskari bygd, sum
føroyska listakvinnan Lis
beth Mortensen verður
við til at seta á stovn.
Tann triði parturin av
pengunum fer í ein hjálp
argrunn,
har
pengar
kunnu latast úr, tá onkur
vanlukka hendir. Seinast
pengar vóru brúktir úr
grunninum, var til at
stuðla ofrunum av flóð
alduni í Teilandi.
Í ár er gjørt meir enn
vanligt burturúr at greiða
skótunum frá, hvat peng
arnir teir savna inn fara
til. Vanliga vera upplýs
ingar sendir út til skóta
liðini, men í ár hava tey
frá skótahjálpini verið
og vitja ymisk skótalið,
fyri at greiða frá um
skótahjálpina.
Lisbeth
Mortensen vísti myndir
úr India og greiddi frá
um
skúlaverkætlanina.
Ælabogin spældi tónleik
fyri skótunum, og Jan á
Argjaboða, úr nevndini
fyri skótahjálpina, greiddi
skótunum frá um sjálva
skótahjálpina.
Jan á Argjaboða vón
ar, at tað kann gera inn
savningina størri, tá tey
geva skótunum meira vit
an um, hvar pengarnir teir
savna fara, og hvørjum
tað er teir hjálpa.
Samstundis er skóta
hjálpin í ár flutt, so hon
liggur eitt sindur seinni
um árið. Hetta var fyri
at skótarnir kundu koma
í gongd við virksemi,
áðrenn skótahjálpin byrj
ar.
Tey undanfarnu 22 árini
hava skótarnir í miðal
innsavnað 120.000 kr. og
metið var sett í 1984, tá
skótarnir savnaðu 184.758
kr. Til samans hava skót
arnir hesi árini savnað
2,64 milliónir krónur inn
til vælgerandi endamál.
Skótahjálpin
2006
endar leygarkvøldið 28.
oktober.
23. árið við skótahjálp
Umleið 700 børn ganga á skúlanum, sum er í bygdini nú. Tríggir lærarar eru á skúlanum
Mynd: Lisbeth Mortensen
Lisbeth Mortensen, í miðjuni, saman við nøkrum av børnunum á Santibari barnaheiminum
Mynd: Lisbeth Mortensen
Makrelprísurin upp
Prísurin á makreli bleiv ikki so vánaligur, sum útlitini bendu á
fyri fjúrtan døgum síðani, sjálvt um hann ikki er so góður sum
um hesa tíðina í fjør, tá hann var umleið13 krónur í meðal.. Í
síðstu viku kom prísurin upp í 9,70 krónur, og tað er líkt til,
at hann fer longri upp. Tá Tróndur í Gøtu landaði 395 tons í
Peterhead í Skotlandi mánadagin, fingu teir 10,20 krónur fyri
kilo. Sama dag landaði
Jupiter 550 tons í
Måløy í Noregi.
Berjadagur
Árið í ár hevur verið sjáldsama gott berjaár, og
mong hava nýtt høvi at fara út í náttúruna at
henta ber. Í Svínoy er einasti beraldarberjaskógur
í Føroyum, og haðani frættist, at runnarnir bera
ber í ár. Tí hevur gongubólkurin hjá Felagnum
Tórshavn gjørt av at fara til Svínoyar sunnudagin.
Farið verður frá Kunningarstovuni kl. 10, og tey
koma aftur til Havnar kl. 21 við leigaðum farti.
Kostnaðurin er um 400 krónur.