mikudagur 18. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 18. oktober 2006
7
tíðindi
- Útróðurin á Sandi
hevur tað ikki gott
eftir at Farmaleiðir
vórðu einskildar
Útróður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er næstan hopleyst
hjá okkum at sleppa av við
fiskin.
Útróðrarmenn í Sand
oynni eru ikki ímillum tey,
sum hálova einskiljingini
av Farmaleiðum hjá Strand
ferðsluni.
Síðani Farmaleiðir vórðu
einskildar til privat feløg
at reka, hevur tað gjørt
umstøðurnar hjá útróð
rarflotanum í Sandoynni so
vánaligar, at tað er ikki til
at liva við.
Tað er serliga flutningurin
av fiski av Sandoy á upp
boðssøluna, sum voldir
teimum trupulleikar.
- Tað vísir seg sum um
at felagið, sum nú hevur
yvirtikið flutningin hjá
Farmaleiðum, hevur yvir
høvur ikki stundir til at fáast
við at flyta útróðrarfiskin,
sigur Ragnar Fossdalsá,
útróðrarmaður á Sandi.
Hann hevur sjálvur ein
28 fót bát av glastrevjum,
sum eitur Katrin.
Og hann hevur róð út
í mong ár so hann hevur
nakað at samanbera við.
- Fyrr plagdu vit at boða
Strandferðsluni frá nær
vit kundu væntast at vera
inni at avreiða, so komu
Farmaleiðir eftir fiskin
um og fluttu hann á upp
boðssøluna dagin eftir. So
tað var sera góð tænasta
Men nú er hopleyst at
brúka
Strandferðsluna
og felagið, sum yvirtók
Farmaleiðir, tí tað tekur
mangan einar tríggjar, fýra
dagar at fáa útróðrarfiskin
úr Sandoy og norður á
uppboðssøluna.
Hann sigur, at felagið,
sum yvirtók flutningin hjá
Farmaleiðum, ikki klárar
at taka sær av útróðrarfisk
inum.
- Flutningsfelagið er ofta
í Sandoynni eftir fiski frá
flakavirkjunum, men tá
er javnan ikki pláss fyri
útróðrarfiskinum. So lova
teir at taka hann dagin eftir,
men tá er mangan heldur
ikki pláss. Og soleiðis
kann tað taka fleiri dagar
at fáa fiskin norður á upp
boðssøluna.
- Skulu vit brúka Strand
ferðsluna nú, verður fiskurin
bara fluttur til Havnar og so
mugu vit sjálvir syrgja fyri
flutninginum inn á Toftir.
Munandi dýrari
Ragnar Fossdalsá sigur,
at hetta hevur eisini gjørt
flutningin nógv dýrari.
- Fyrr kostaði tað 78 krón
ur at fáa ein kassa heilt inn
á Toftir við Strandferðsluni.
Nú kostar tað tvær ferðir
so nógv.
Hin møguleikin er at
bátarnir sjálvir sigla inn á
Toftir ella vestur í Vágar,
men so rýkur tað mesta av
einum degi í berari sigling,
umframt at tað er dýrt í
brennievni.
- Og tað heldur ikki altíð
líkindi at fara, tí bátarnir
eru smáir.
At tað er so tvørligt hjá
teimum at sleppa á upp
boðssøluna, kemur serstak
liga illa við hjá teimum.
- Tveir triðingar av tí,
bátarnir fáa, er hýsa og
virkini í oynni keypa ikki
hýsu, sigur útróðrarmaðurin
á Sandi.
Annars fiska teir mest
við snellu, men nú kemur
skjótt tann tíðin, at vit
mugu við línuni, tí vit plaga
at byrja seinni í hesum
mánaðinum.
- Tí er hetta ein stórur
meinbogi hjá útróðrar
monnunum í oynni, leggur
hann afturat.
Útróðrarmaðurin
á
Sandi sigur, at hetta eru
ikki umstøður, sum útróð
rarflotin í Sandoynni kann
liva við.
- Sum støðan er nú, er
tað púra avskorið at sleppa
á uppboðssøluna.
Hann sigur, at teir hava
hugsað um eina loysn, har
fiskurin kann pakkast á
virkjunum á Sandoynni,
men at hann so verður
seldur á uppboðssøluni.
- Enn vita vit ikki um
tað ber til, men so mugu
keyparar sjálvir syrgja fyri
flutninginum úr Oynni.
- Men landsstýrismaðurin
í innlendismálum hevur eis
ini játtað at koma á fund
við okkum í eini roynd at
fáa eina loysn og tað kann
væl vera, at vit taka av.
Sandoyggin er annars eitt
stórt útróðrarplass, tí har
eru einir 25 útróðrarbátar.
Tað er ikki nógv at fáa nú,
eini fýra til átta sentnarar
um dagin við snelluni.
Einskiljing setir fót fyri útróðurin í Sandoy
Konsert í Gøtu
Fríggjakvøldið klokkan 20 hevur norska trioin
Poing áhugaverda konsert í Gøtu kirkju. Teir tríggir,
sum manna trioina, spæla saxofon, harmonica og
kontrabass, og teir spæla fyri tað mesta nýggjan
tónleik frá klassiskum tónleiki til fólkatónleik og
rock. Poing hava millum annað arbeitt saman við
Dubliners og Arlo Guthri úr Runrig, eins og teir
hava arbeitt við etniskum tónleiki úr fleiri londum.
Konsertin í Gøtu kirkju er ókeypis.
Hava flett 173
Á Kirkjubøgarðinum hava tey higartil flett 130 veðurlomb
og veðrar innan av landi umframt 40 lomb, tvær ær og
ein veðr úr Trøllhøvda. Jóannes Patursson, bóndi, sigur,
at tað hevur gingið hampiliga væl at selja kjøtið, og øll
veðurlambs- og veðrakrovini eru seld. Tey hava 200
gimburlomb eftir at fletta, og tey verða ætlandi flett um
einar fjúrtan dagar. Umleið helvtin av tí fer til Roykstovuna
og tiltøk har, og hitt verður selt.
Síðani Farmaleiðir
vórðu einskildar, eru
útróðrarmenn á á
Sandi púra avskornir
frá at fáa fisk á
uppboðssøluna