Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 201 - 18. oktober 2006 tíðindi Í morgun vita norskir miðlar at siga, at flogovastin hjá Atlantic Airways varð koyrdur frá fyri trimum mánaðum síðani, eftir at Statens Luftfartsvæsen hevði funnist hvassliga at flogfelagnum FLÚGVING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fáar mánaðir áðrenn flog­ farið hjá Atlantsflog fór út av breytini í Stord, hevði Atlantic Airways fingið ógvusliga átalur frá Statens Luftfartsvæsen fyri vantandi trygd, skrivar norska blaðið Dagbladet í morgun. – Vit skrivaðu eina rætti­liga atfinningarsama frágreiðing um Atlantic Airways, og ein beinleiðis avleiðing av hesum var, at flogovastin í flogfelagnum varð biðin um at fara úr starvi sínum, sigur stjórin í flogdeildini hjá Statens Luftfartsvæsen, Torben Jørgensen, við Dagbladet. Millum viðurskiftini, sum SLV átalaði, vóru hesi: • Eitt flogfar fleyg ein heil­an túr, meðan eitt ávar­ingarljós lýsti, og flog­skipararnir kannaðu ikki møguligar orsøkir til hetta og skrásettu ikki tilburðin. • Ein av manningini var í tænastu uttan fullgilduga læknaváttan • Vantandi prógv fyri før­ leikarnar hjá flog­skip­ arunum • Flogvallarmanualarnir vóru ov gamlir • Flogskiparar hjá felagnum flugu hægri enn 29.000 føtur uttan góðkenning • Flogskipari vildi gera í móti boðum frá Statens Luftfartsvæsen og flúgva við eldsløkkjarum, sum vóru ov gamlir Sosialurin hevur ringt til Magna Arge fleiri ferð­ir í morgun fyri at fáa við­ merkingar, men hetta hevur ikki eydnast okk­um. Men á miðdegi hevði Útvarpið Magna Arge í telefonini og hann segði tá, at Atlantsflog tók avleiðingarnar av at­ finn­ingunum frá Stat­ens Luftfartsvæsen og flog­ ovastin varð skiftur út við ein annan. Hetta merkir, at Hans Hansen, sum annars øll hildu fór frá vegna aldur, varð koyrdur frá sum flog­ ovasti og Jóhan í Niðristovu varð settur sum flogovasti í staðin. Hetta váttar Statens Luft­ fartsvæsen fyri Sosialinum. Sosialurin ringdi til At­lantic Airways fyri at fáa eina viðmerking frá Jóhan í Niðristovu, men hetta eydnaðist ikki áðrenn evsta mark okkara. Andras Róin hevur verið stjóri á Føroya Tele seinastu 11 árini, men tað verður hann ikki eftir 1. januar 2007. Hann hevur sagt upp, tí hann nú hevur hug at royna okkurt nýtt UPPSØGN Rólant Waag Dam Í tíðindaskrivi í morgun boðaði Føroya Tele frá, at stjórin seinastu ellivu árini, Andras Róin, hevur sagt seg úr starvi og fer frá 1. januar 2007. – Eftir ellivu ár á Føroya Tele havi eg hug at royna okkurt nýtt, og tí havi eg tikið ta avgerðina, sigur Andras Róin, tá vit spyrja hann um orsøkina aftan fyri uppsøgnina. – Eg havi hugsað um hetta í nakrar mánaðir, so hetta er ikki nakað, sum er komið á meg brádliga, sigur Andras Róin, sum leggur aftrat, at uppsøgnin er púrasta ódramatisk og onki ilt liggur aftanfyri. Stjórin á Føroya Tele fær tó onki sagt um, hvørjar ætlanir nú liggja á borði hansara. – Har eru ongar ítøkiligar ætlanir. Eg havi verið 100 prosent loyalur móti Føroya Tele og havi ikki tosað við onnur, og veit ikki hvat eg komi at gera framyvir, greiðir Andras Róin frá. Nevndin kallast saman Hákun Steingrímsson er nevndarformaður í Føroya Tele, og hann fer at kalla nevndina saman í næstum har tey fara at viðgera málið. – Eg fari at kalla nevnd­ ina saman nú í næstum at viðgera málið. Helst verður tað í næstu viku, men vit hava so ikki viðgjørt málið enn, sigur Hákun Steingrímsson. Uppsøgnin kemur tó ikki heilt óvæntað á nevndar­ formannin, tí sum hann sigur sjálvur, so práta hann og Andras saman dagliga, hóast uppsøgnin ikki kom fyrr enn í dag. Hava tit nakran avloysari í bakhondini? – Nei, tað er ikki soleiðis, at vit sita við eini fullari skuffu av avloysarum, sum vit nú kunnu hála upp, og tað verður nokk ongin løtt uppgáva at finna ein avloysara heldur, sigur Hákun Steingrímsson. Hann skilir tó støðuna hjá Andras Róin væl, og vísir á alt hann hevur avrikað hjá Føroya Tele. – Vit kunnu bara hyggja eftir hvat er hent, meðan hann hevur verið her. Frá tíðini á Tinghúsvegnum og har sum vit eru nú, har er ein rúgva hent, sigur Hákun Steingrímsson. – Vanligi hugburðurin í Føroyum er, at stjórar eiga at sita til teir verða bornir út úr stólinum, men vit mugu bara venja okkum við, at stjórar í dag eisini søkja nýggjar avbjóðingar. Tað skilji eg væl og parturin hjá Andras liggur ikki eftir á Føroya Tele, sigur Hákun Steingrímsson, sum saman við nevndini fer at viðgera málið einaferð í næstu viku. Andras Róin gevst á Føroya Tele Hans Hansen koyrdur frá eftir atfinningar frá SSL Kursurin dalaði aftur Eftir at Atlantic Petroleum mánadagin var dagsins hæddarleypari á donsku børsini, fall kursurin, tá úrslitini um tóma boriúrslitið bórust. Onkra staðni hoyrdist slatur um, at Statoil hevði rakt við munandi nøgdir av olju í Brugdan-feltinum, og ivaleyst gjørdi hetta sítt til, at kursurin mánadagin varð trýstur uppeftir. Somikið stórur var áhugin, at partabrævið upp á ein dag ferðast úr kurs 596 upp í 665. Eitt lop, sum var tað størsta á danska virðisbrævamarknaðinum mánadagin. Tíðindini um, at eingin olja av týdningi varð funnin hesum sinni gjørdu tó skjótt sítt til, at kursurin fall aftur, og við marknaðarlok týsdagin var kursurin komin niður á 595. Boriúrslitið var tó ikki einasta ávirkanin, sum partabrævið var fyri. Ein tóm boring vil altíð hava ávirkan á virðið hjá einum leitingarfelag, og tí er vert at bíta merki í, at kursurin í dag er tann sami, sum hann var, áðrenn boriúrslitið varð alment. Eftir ógvusligar átalur frá SLV, tók Atlantic avleiðingarnar og koyrdi Hans Hansen frá sum flogovasta