Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 18. oktober 2006 9 tíðindi 10 vilja vera sølu- og marknaðarstjóri P/F Postverk Føroya hevur fingið tíggju umsóknir til starvið sum sølu- og marknaðarstjóri. Freistin at søkja starvið sum sølu- og marknaðarstjóri hjá Postverki Føroya var úti í gjár, og tíggju hava søkt starvið. Sofus Clementsen, stjóri í partafelagnum Postverk Føroya, sigur, at umsóknirnar eru frá fimm føroyingum, sum búgva í Føroyum, tveimum føroyingum, sum búgva í Danmark, tveimum dønum og einum útlendingi. Starvið verður sett um mánaðarskiftið. Sølu- og marknaðarstjórin fær sum høvuðsuppgávu at samskipa søluna hjá Postverki Føroya, og hansara fyrsta uppgáva verður at stovna eina sølu- og marknaðardeild. Løgmaður á EFTA-ferð í Noregi Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er farin til Noregs sum liður í sonevndu EFTA-rundferðini. Í dag fer løgmaður á fund við Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharra og Jens Stoltenberg, forsætisráð­harra. Føroyskur limaskapur í EFTA verður høvuðsevni á hesum fundum. Í Oslo fer løgmaður eisini at nýta høvið at hitta Odd Roger Enoksen, olju- og orkumálaráðharra og Helgu Pedersen, fiskimálaráðharra. Stóra íbúðarætlanin á Høganes varð løgd fram á fundi í gjár. Ætlanin er, at umleið 850 fólk skulu kunna búgva á økinum. - Áhugin fyri at keypa grundstykki á økinum er stórur, sigur borgarstjórin Símin Johannesen ÍBÚÐARBYGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í gjár klokkan 15.00 varð Høganesætlanin løgd fram á fundi í Svangaskarði. Nógv fólk vóru møtt til fund­in, har ið Símun Jo­hanne­sen, borgarstjóri, og arkitektarnir frá felagnum Munin, Høgni T. Hansen, Anders Abraham og Bogi Jacobsen kunngjørdu stóru útstykkingarverkætlanina hjá Nes Kommunu. Útstykkingarøkið er 180.000 m2. Ætlanin er, at umleið 850 fólk skulu búgva á økinum. Talan verður um 93 sethús, 19 íbúðarblokkar, har ið onkur verður nýttur til barnagarð til dømis. Arkitektarnir hava arbeitt við hesari verkætlan, og teir hava fingið mest sum fríar teymar. Nú kunnu fólk so koma at hyggja at úrslitinum og siga sína hugsan. Bygdaráðið skal góðkenna byggiætlanina. Byggisamtyktin skal broyt­ ast eitt sindur, áðrenn verk­ ætlanin kann byrja, og tað fer helst at taka eitt hálvt ár. Borgarstjórin Símin Jo­hannesen segði á fund­in­ um, at tey fáa fyrispurningar um grundstykki hvønn dag. Tað eru sera nógv fólk úr Suðurstreymoy, sum skriva seg uppá til grundstykki. Hetta er uttan iva orsakað av ætlaða undir­ sjóvartunnilinum úr Suður­ streymoy til Eysturoynna. Nes Kommuna leggur stóran dent á, at íbúðarøkið á Høganesi skal vera nútím­ ans við øllum neyðugum fasislitetum. Har skal mill­ um annað verða hotell, skúli, barnagarður, ítróttarháskúli og svimjihøll. Arkitektarnir eru hugtik­ nir av vøkru náttúruni og serliga eru teir upptiknir av Toftavatn. Teir vilja, at alt íbúðarøkið skal byggj­ ast rundanum Tofta­vatn, soleiðis at allar íbúð­irnar hava Toftavatn í “bak­hav­ anum”. Dømi hjá arkitektunum sær rótut og tilvildarligt út, mrn tað er ætlanin hjá teimum. Teir vilja, at tær einstøku íbúðirnar laga seg eftir landslagnum, og tí skulu ikki vera nakrar greiðar byggilinjur. Nógv fólk vóru møtt til fund­in Les meira um Høganesverk­­ ætlanina í blaðnum í morgin, har ið vit hava samrøðu við Súna Í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes Kommunu og formaður í teknisku nevnd Høganesætlanin løgd fram Anders Abraham og Høgni T. Hansen vísa modellið av Høganesverkætlanini. Anders stendur vinstrumegin. Tað ber enn til at síggja modellið, sum stendur í B68-húsinum á Svangaskarði Mynd: Heini S. Kristiansen