Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 201 - 18. oktober 2006 Tað er hugskakandi stórt rokilsi, nú alt bendir á, at enn ein roynd verður gjørd at broyta grein 266 b í revsilógini. Kjakið hevur verið stórt – og til tíðir hart – tá hetta mál hevur verið frammi, men sjáldan í so stóran mun, sum tað er hesaferð. Orsøkin er eyðsýnt tann, at nú røkist fyri, at uppskotið, sum í fyrstu atløgu varð stillað av Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, hevur møguleika at vinna frama. Og tað hevur sett alarmklokkurnar í sving hjá teimum, sum ikki vilja hoyra um uppskotið. Áður hava tey »bara« verið ímóti, men nú verður barst av øllum alvi móti hesum. Ein av fólkavaldu politikkarum okkara hevur í dag grein, har »nøkur« fjølmiðlafólk verða løgd undir rangsnúgvan av veruleikanum. »Spurningur er tí, um ikki tey, ið hava eina aðra hugsan og trúgv enn meirilutin av kringvarpsjournalistunum, eiga at vera positivt nevnd í nógv umrøddu mannamuns­ paragraffini«, verður millum annað nevnt í grein­ ini.. Og tað er júst hetta, sum málið snýr seg um. Tey, sum hava eina øðrvísi trúgv, eru í dag vard móti mismuni og happing. Sambært grein 266 b í revsilógini er ikki loyvt at hótta, happa ella niðra fólk vegna teirra rasu, húðarlit, tjóðskap, etniska uppruna ella trúgv. Men tann minnilutin, sum eitur samkynd, stendur ikki nevndur í paragraffini, og tí hava tey ikki serstøku verjuni, sum eigur at vera ein sjálvsagdur rættur hjá einum minniluta. At tað so er harmiligt, at tað er neyðugt við slíkum serverjum, er ein annar lutur. Sambært nøkrum samgongutinglimum er tað lættast helst at strika grein 266 b, tí best var, um vit øll vóru somikið fitt, at hendan ikki var neyðug. Tað ynskið hava vit helst øll, men tað nyttar lítið at gera sum strutsurin, tá veruleikin er ov ljótur at stara í eygni. Og tí er tað púrasta burturvið, tá tað nú í ramasta álvara verður tosað um, at samgongan nú skal koma við sínum egna uppskoti. At málið í eini seinastu roynd verður koyrt somikið av sporinum, at grundleggjandi mannarættindi nú skulu ofrast, tí onkur í andstøðuni hevur verið so framligur at seta fram lógaruppskot. Eitt lógaruppskot, sum samgongan eins væl kundi sett fram sjálv uttan at broyta minsta komma. Álvaratos. Vit tosa um at hava heimsins besta samfelag í 2015. Og tað er neyvan eitt samfelag, har grundleggjandi mannarættindi verða ofrað í politiskari telving. Sosialurin Nýtið nú vit og skil Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Fokus verður flutt burtur frá teimum samkyndu Tað er harmiligt, tá politikk­ arar snara fokus í kjakinum um verju av teimum sam­ kyndu til eitt generelt tos um verjulóggávu fyri okk­ um øll. Tosið, sum skuldi snúgva seg um lóggávu at verja minnilutabólkar móti jagstran ella happing, verður snarað til ein tørv á lógarreglu galdandi fyri øll. Hetta tos er uttan veruligt innihald, tí slíka lógarreglu hava vit longu. Meirilutin hevur ikki tørv á meiri verju og heldur ikki teirri serligu verjuni, sum bert er ætlað minnilutabólkunum, sum hinvegin ikki hava nóg góða verju í galdandi reglum! Luftkastellur og niðurgering Vit eru longu, sum er, øll, sum einstaklingar vard í revsilógini við reglum um ærumeiðing, útspilling, harð­ skap, hóttan um harðskap og roynd til hesa gerðir. Happing verður ikki beinleiðis nevnd, men happing er harðskapur – oftast í orðum, men eisini við óbeinleiðis harðskapi. Hví mæla uppí saman um eina serliga reglu um happing galdandi fyri okkum øll, tá vit øll longu eru nóg væl vard í galdandi lóg? Hví mæla uppí saman um eina serliga reglu um happing í revsilógina, tá vit herumframt vita, at slíka reglu fáa vit ikki inn í donsku revsilógina? Mark átti verið fyri, hvat borðreitt verður fyri okkum av uttanumtosið. Er virðingin fyri okkum veljarum lítil, er hon er enn minni mótvegis teimum sam­kyndu. At snara tosin­ um burtur frá teimum sam­kyndu, ósjónliggera tey og brúka vendingar sum “at taka bólkar úr rúgv­uni”, tykir mær sera niðurgerandi. Men kanska er hetta ikki annað, enn vanlig meirilutamaktnýtsla mótvegis einum minni­luta­ bólki, sum krevur rúm í samfelagnum. R e l i g i ó n o g rættarsamfelag Sjónarmiðini og mótstøðan hjá Karsten Hansen, Gerhard Lognberg og Bill Justinussen o.ø. móti verju av teimum samkyndu tykist grundað á religiøsa sannføring. Teir hava onki móti samkyndum persónum, men góðtaka ikki lívsførslu teirra. Teir siga seg vita og óttast, hvat næsta kravið frá teimum samkyndu verður, og meina teir tí, at tey samkyndu skulu steðgast her og nú. Hetta er eitt stig á leiðini at integrera lívsførsluna hjá teimum samkyndu í før­oyska samfelagið, eina lívs­førslu, sum teir ikki góðtaka. Jú rætt er. Hetta er eitt av stigunum á leiðini til integratiónina, góðtøkuna, av teimum samkyndu sum ein nattúrligur partur í føroyska samfelagnum. Ein integratión, sum skal fáa hesi eisini at kenna seg væl í samfelagnum og á jøvnum føti við onnur. Religiøs sannføring eins og onnur sannføring skal virðast, men samstundis eigur tann ábyrgdarfulli politikkarin at vita, at sera álvarsligar avleiðingar kunnu standast av at sam­ an­­tvinna religión og rættar­ reglur. Dømini í søguni eru mong, og júst hetta mál er eitt greitt dømi um tað. Her verður religiøs sannføring um skeiva lívsførslu nýtt sum grundgeving at út­peikað ein ávísan bólk sum óynsktan. Bólkurin verður stemplaður fyri skeiv­an livihátt, og gróð­ rar­botnur verður lagdur fyri jagstran av júst hesum bólki. Ein jagstran, sum grein § 266 b júst er ætlað at byrgja uppfyri og revsa. Tað mátti verið ein tung ábyrgd hjá politikkara at selja rættartrygdina hjá samfelagsborgarum sínum fyri sína egnu persónligu religiøsu sannføring. Tað mundi neyvan verið ætlan teirra, og áttu hesir politikkarar í veruleikanum at verið teir fyrstu at tikið undir við verjulóggávuni. Avtøka av § 266 b? Reglan er ætlað at verja bólkar í samfelagnum – ikki einstaklingar sum so, men einstaklingar, sum vera forfylgdir orsakað av teirra bólkaeyðkennum: tey hava annan húðalit, aðra politiska ella religiøsa sannføring - ella tey hava annan seksualitet enn fleritalið. Sum bólkur, víkja tey frá normunum í samfelagnum, og hava tørv á verju - minnilutavereju Kanska farið eg skeiv, tá eg leggi politikkarnar undir við vilja at flyta fokus frá minnilutaverjuni til eina lóggávu fyri øll. Kanska er tørvandi vitan um galdandi lóggávu orsøk til hesa tungutalu. Greið tala krevur jú greiðar tankar. Skulu vit hinvegin fylgja tankagondini hjá Fólka­ flokkinum, Anfinni Kals­ berg, Alfredi Olsen, og øðrum, sum afturvendandi tosa um skeivleikan í “at taka bólkar úr rúgvuni”, so eigur orkan og argu­ mentatiónin, at snúgva seg um, hvørt vit yvirhøvur hava tørv á regluni í § 266 b. Um vit skulu avtaka hesa. Svarast skulu tá spurningar sum hesir: l Hava vit ella eru vit vitandi um minni­luta­ bólkar? l Eru vit vitandi um minni­lutabólkar, sum hava tørv á serligari rætt­ar­verju? l Eiga vit at hava serligar verjureglur ætlaðar minnilutum? l Hvussu undirstrika vit, at vit ikki góð­taka for­ fylging av minni­luta­ bólkum? l Kunnu vit semjast um, hvørjir vandabólkarnir eru og teirra sereyð­ kenni? Vit hava hoyrt um bólka­ jagstran eisini her hjá okk­ um. Skulu vit lata eyguni aftur fyri hesum og soleiðis góðtaka slíkan atburð. Tað er tað, sum viðgerast skal. Tí liggur stórt álvarsemi aftan fyri og í hesi reglu. Greinin snýr seg um at tryggja pláss fyri øllum. Reglan er ein antidiskrimantións­regla, og er júst ikki ætlað at fevna um øll, men bert bólkar grundað á ávís persónlig identitetseyðkenni. Ístaðin fyri at tosa um at avtaka regluna § 266 b, kundi kjakið snúð seg um, hvørjir teir bólkar eru, sum eiga at koma við í hesa grein. Kann semja finnast um tað. Tað er av týdningi, at greitt framgongur av orðingini, hvørji bólkaeyðkennini eru, so at vit øll, men ikki minst handhavandi myndugleikin, sum eisini er partur av maktapparatinum, meirilutanum, kennir álvar­ semi í háðanini og jagstranini av júst hesum bólkum, og Ósjónliggeran av teimum samkyndu ella opin konfrontatión: Eigur § 266 b at avtakast? Turið Debes Hentze Framhald á næstu síðu