mikudagur 18. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 18. oktober 2006
11
Vit
hava
hátíðarhildið 60-ára dagin
fyri fólkaatkvøðuni tann
14. septembur 1946, tá
føroyingar valdu loysing,
men fingu hana ikki.
Hetta er fallið nøkrum
danifilum trælum fyri
bróstið, sum verða man,
og hava alment roynt
at
falsa
valúrslitið,
við t. d. at siga, at teir
sokallaðu sofaveljararnir
áttu at verið taldir við.
Føroyingar skulu verða
skerdir, og ikki hava
sama rætt eins og onnur
fólkasløg, eftir teirra
hugsan.
Slíkt kemur ikki óvart á
meg, tí slíkar óseriøsar og
ódemokratiskir gyklarar
finnast allar staðir. Men tá
hugsað verður um, at tveir
at hesum jonglørunum
hava góða útbúgving,
sum hevur givið teimum
rætt til størv, har arbeitt
verður við tølum, ja
annar hevur afturat verið
stjóri á Toll og Skatt, tá
fer tað mær kalt niður
eftir rygginum.
Eg má bara undrast og
spyrja meg sjálvan, um
hesin fyrrverandi stjóri
eisini jongleraði við tøl
um tá!!??
Kai
Vágfjall
Taljonglørar!
hevur møguleika at gera
sítt arbeiði til lítar. Greinin
er tilvilja avgjørd í síni
orðing, so lítil skal vera ivi
um, hvørjum hon er ætlað.
Ivaleyst koma eisini seinni
aðrar bólkar við í regluna,
so hvørt sum samskifti
okkara við umheimin økist
og tabu vera brotin.
Minnilutabólkar finnast
ikki í Føroyum
Um løgtingið við kom
andi
løgtingsviðgerð
varðveitir hesa diskrimina
tiónsgreinina, men noktar
teimum samkyndu innivist í
henni, merkir tað, at løgtingið
vendir teimum samkyndu
bakið, og ikki viðurkennir,
at tey hava serliga verju
fyri neyðini. Onki meir
hendir í málinum og tey
samkyndu eru slept upp á
fjall einaferð enn. Verður
§ 266 b avtikin, tí ongin
tørvur er á minnilutaverju,
so kunnu vit “errin” boða
umheiminum frá, at neyðugt
er ikki við nakrari reglu um
verju av minnilutabólkum,
tí forfylging ella happ ing
av minnilutabólkum er eitt
ókent fyribrygdi í Føroy
um.
Lok á kjakið
Tá sjónvarpið herfyri vildi
kanna støðuna hjá ymiskum
løgtingslimunum, vóru
fleiri, sum onki vildu siga.
Eitt sindur lumpið haldi
eg av einum fólkavaldum,
beinleiðis spurdur av fjøl
miðlunum, ikki at svara
í so einfaldum máli sum
hesum, men at reservera
sær løtuna til í einsemi at
trýsta á knøttin í tinginum
fyri ella ímóti so og uttan
grundgevingar annars.
Framhald av síðu 10
Kann ein, ið livir sum
homosexuellur, gerast
frælsur? Ja, so avgjørt
- her og nú!
Eingin trupulleiki er at
verða fyrigivin og loystur
frá hvørjari synd, hvørjum
veikleika, hvørjari sjúku
og hvørjari leinkju, tú
enn er bundin av. Um vit
í einfaldari trúgv og uttan
egin verk leita til Faðir
okkara, fyrigevur Hann
okkum og broytir lív okkara
frá innast til uttast, bert vit
loyva Honum tað. Hetta er
forrætturin hjá tí einsamalla,
hjá hjúnafelaganum í einum
normalum
hjúnabandi
og hjá tí, ið av ymiskum
orsøkum er lokkað (ur) at
liva eitt lív móti náttúruni.
Hetta kunnu í túsundavís
av mennisjum runt allan
heim vátta, slík sum áður
knógvaðu undir byrðum,
men sum góvu tær yvir
til Frelsaran - og vórðu
umbroytt!
Hesin er týdningarmesti
boðskapurin at bera í
dag, tann veruligi frælsis
boðskapurin.
Er homosexualitetur
viðføddur?
Tey eru, ið ikki firnast fyri
at tosa, sum um vísindin
hevur funnið og prógvað, at
homosexuell tráan er nakað,
tú ikki kann gera fyri, tí
hetta er ílagt (t.e. viðføtt).
Tó enntá vælútbúgvin, vísa
tey okkum eingi prógv!
Hví? Jú orsøkin er einføld,
tey finnast ikki, og verða
aldri funnin! Tí sambært
Honum, ið Skapti, so er ikki
talan um t.d. designarabrek-
ella veikleika, men einfalt
um, at valt verður at liva lív
sítt móti náttúruni.
Hetta fría valið er sjálv
ur trupulleikin, men sam
stundis eisini loysnin, tí her
og nú kann tann, ið stríðist
við hesa tráan, venda sær til
Skaparan, og har fáa hjálpina
at standa ímóti lokkan
mótstøðumansins. Hjálpina
at liva tað lív, vit eru ætlaði
at liva. Eitt friðfult, trygt og
innihaldsríkt lív í hondum
Skaparans.
Mytan um tey sokallaðu
homofobu.
Í niðurbrótandi virksemi
sínum hevur mótstøðumað
urin lancerað eitt hugtak,
sum fleiri velja at trúgva
- og bera víðari. Hetta er,
at tey, ið tala ímóti t.d.
homosexualiteti, í veruleik
anum eru drigin at hesum
og innast inni ynskja at liva
sum homosexuell. Genialt
- á hendan hátt væntar
hann at kunna ræða menn
og kvinnur, sum við lívi
teirra ynskja at tæna Gudi
og ávara móti lygnum
hins ónda, at tiga. Á tann
hátt kann hann so, uttan
trupulleikar, halda á við
sínum oyðandi virksemi,
sum byrjaði við Gudsivandi
spurninginum hin dagin í
urtagarði Edens.
Hugsa tær at nýtt hetta
upp áhald
hansara
um
onnur, t.d. tey, ið stríðast
fyri einum heimi merkt
um av friði, rættvísi og
umsorgan? Sambært hes
um sjónarmiði hevur friðar
hetjan Nelson Mandela
sostatt
í
veruleikanum
strítt sjálvupp ofrandi stríð
sítt móti m.a. rasuskilnaði,
tí hann innast inni ynskir
henda skilna. Og bølmenni
Hitler
hevur,
sambært
hesari
lummafilosofiini,
verið stórsta friðarelskandi
menniskja, ið hevur livað.
Ófatuligt, at skilagóð menn
iskju eru, ið bera víðari slík
fávitskut sjónarmið, sum
bert kunnu hava sín upp runa
hjá tí ónda sjálvum.
Hjálpa vit teimum, við at
normalisera tað skeiva?
Eg havi áður sagt frá manni,
eg møtti í havnargøtum eitt
kvøldið. Hann, sum kom til
mín og bað og bønaði um
at fáa møguleika at koma
til viðgerðar fyri homo
sexuellu tráanir sínar, tí,
sum hann segði: Eg orki
ikki hetta lívið, eg stríðist
við! Hjá honum var tað
byrjað við ljótum misbrúki,
av homosexuellum manni, í
barnaárum.
Hjálpa vit hesum manni
við at normalisera tað ónor
mala? Við at klapp a hon
um á herðarnar og siga,
hatta gongur nokk, tú ert
skaptur soleiðis, lat okkum
bara kalla tað normalt,
hatta, tú stríðist við? Nei,
tvørturímóti. Tað vildi verið
at svikið hann, og slept
honum upp á fjall, at latið
hann staðið einsamallan
við trupulleika sínum. Eitt
viðgerðarstað, merkt av kær
leika Guds, har grøðandi
armar Frelsarans virka,
vildu sett hendan, og mong
við honum, í tað frælsi,
sum tey kanska bert hava
hoyrt onnur tosa um.
Hesi, sum eru komin út
í frælsið, finna vit í dag
runt alla heimin. Fylt av
samkenslu og trúgv virka
tey fyri at veita hjálp sína,
og vónandi kunnu líðandi
føroyingar skjótt upp liva
virki teirra.
Ein teirra hoyrdu og lósu
vit jú um í fjølmiðlum
okkara fyri stuttum, ungur
føroyingur, sum trúði, og
royndi at prógva, at hann
var skaptur homosexuellur.
Men so møttust Frelsarin
og hann, og alt broyttist.
Trúgvandi og homosexuel
Mær lutaðist tann forrættur
at verða borin í hús Guds
fyrstu ferð bert fáar dagar
gamal, og hendan forrætt
havi eg notið síðani, í mong
um ymiskum samkomu
húsum. Men felags fyri alla
frálæru og allar prædikur,
eg havi hoyrt, er boðið um
at elska, eins og vit eru
elskaði.
Um at vísa næstanum
kærleika Faðirsins og um
at veita øllum, og serliga
teim veiku og á ymisk
an hátt øðrvísi, alla ta
umsorgan og kærleika,
tú megnar. Aftur og aftur
verður tosað um Hann, sum
elskaði hóast allar okkara
syndir og misgerðir, um
hvussu kærleiki Hansara
er grundarlagið fyri lívi
okkara, og um hvussu
sjálvt bestu verk okkara
eru ónýtt í eygum Hansara.
Og um hvussu alt vit hava,
eiga og eru skuldast náði
og óupp iborna kærleika
Hansara.
Tí harmar meg at lesa
lýsingar av trúgvandi, sum
verandi slík, sum hata,
happ a og beinleiðis forfylgja
annarleiðs hugsandi- herí
millum homosexuell. Fari
at heita á tey, ið slíka
hugsan hava, í staðin fyri
at klæða fordómar sínar í
orð, heldur at fara á vitjan
í hús Guds. Har fert tú at
upp liva, at hugsanir tínar
byggja á fordómar, og at
júst tann boðskapur, ið har
verður borin, er fortreytin
fyri at umbroyta heimin til
eitt trygt stað hjá øllum at
vera.
Ikki eru tað trúgvandi, ið
ganga á odda í at happ a og
forfylgja øðrvísi hugsandi
í m.a. skúlum okkara. Ikki
eru tað trúgvandi, sum
leika so í á m.a. gøtum
okkara í vikuskiftunum, at
løgregla og skaðastova hava
úr at gera.Og ikki vóru tað
trúgvandi, sum nakað herfyri
gjørdu seg inn á ungan
homosexuellan mann her
í Havnini? Men, sambært
nøkrum fjølmiðlafólkum
og
lesarabrævskrivarum
kundi ein fingið illgruna
um, at hesi, sum vanliga
eru at finna í kirkjum og
samkomum okkara, í loynd
reika runt í myrkrinum og
gera slíkar ógerðir.
Slík
rangsnúgvan
av
veruleikanum, sum nøkur
fjølmiðlafólk ganga á odda
fyri, er av sonnum happ ing
og forfylging av øðrvísi
hugsandi. Spurningur er
tí, um ikki tey, ið hava
eina aðra hugsan og trúgv
enn meirilutin av kring
varpsjournalistunum, eiga
at vera positivt nevnd í
nógv umrøddu mannamuns
paragraffini.
Fjølmiðlafólk og
løgreglan
Hví misnýta nøkur fjølmiðla
fólk sína positión á hendan
hátt? Hví eru tey so óreell?
Hví fara tey ikki til verka
og finna tey veruliga
seku í happ ingar- og for
fylgingartilburðunum, um
tey vilja teimum homo
sexuellu væl? Hví øsa tey í
staðin føroyingar móti hvør
øðrum?
Hví brúka tey ikki heldur
sín forrætt í fjølmiðlunum
at finna fram til, hví nøkur
eru, sum finna upp á at
leggjast á tilvildarliga ósek
á Havnargøtum ella í náttar
lívinum! Væl vita tey, at tað
eru ikki tey trúgvandi ella
onnur friðarfólk, sum gera
um seg í náttarlívinum!
Og tey vita eisini, at hetta
hendir heldur ikki vegna
eina ella aðra lóg, sum
kundi verið øðrvísi skrivað,
enn hon er, men at hetta
er ein nógv djúpriliggjandi
og álvarsligari samfelags
trupulleiki.
Tað vita eisini tey løg
reglufólk, sum so óskiljandi
pínliga skjóta seg sjálvan
í fótin, og vaska hendur
við at siga seg onki kunna
gera, tí lógin ikki gevur
teimum heimild! Fyristilla
tær eina løgreglu, sum ætlar
at standa hendur í favn,
meðan opinlýs forfylging
verður framd móti ósekum,
tí “ tey hava ikki heimild”
at verja ósek! Sikkun nakað
slutur!
Segði nakar, at løgreglan
er politiskt óheft?
Men verri verður, tá sama
løgregla boðar frá, at av tí
at tey homosexuellu ikki
eru nevnd í § 68, ja so er
loyvt at forfylgja teimum.
Hvar er fútin, ið loyvir
slíkum úttalilsum? Hesi
úttalilsi opna jú møguleikan
fyri villasta anarki, ið hugs
ast kann, og bjóða øllum
óndum kreftum frítt at
fremja forfylging av øllum
bólkum, sum ikki eru nevndir
í rasismuparagraffini, og
tey eru ómetaliga mong.
So tey ljóshærdu, tey
sjúku, tey brekaðu, tey
frísku, tey gomlu, tey feitu,
børnini yes jú name it-
ongin, ið ikki er nevndur
í rasismuparagraffini kann
kenna seg tryggan, og kann
so als ikki vænta hjálp løg
reglunnar.
Vilja hesi løgreglufólk
og
hesir
journalistar
dríva politikk, eiga tey at
fara somu leiðir, sum øll
onnur, ið ynskja tað. Tey
mugu bjóða seg fram til
Løgtingsval, ístaðin fyri at
misbrúka síni embæti!
Her manglar eitt úttal
ilsi frá hægsta løgreglu
myndugleikanum, fútanum.
Føroyar kunnu ikki liva
við slíkum ókompetentum
úttalilsum frá tí stovni, ið
er ætlaður at verja vanliga
borgaran.
Homosexualitetur – annar partur
Jenis av
Rana
viðmerkingar