mikudagur 18. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 201 - 18. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin í morgin
19. oktober. Baltasar. Ein av teimum trimum vísmonn
unum. Eftir halgisøguni bar hann skegg og var blámaður.
Bábelskt navn, ið merkir Baal skal vejra hann.
Jonhild Hentze og Astrid
Tummasarson hava nú í 40
ár havt sína dagligu gongd
á sjúkrahúsinum í Suðuroy.
Starvsfelagarnir vilja við
hesum ynskja teimum
hjartaliga tillukku og takka
fyri gott samstarv.
Ynskja starvsfelag
arnir á skurðdeildini
Suðuroyar Sjúkrahús:
40 ára starvsdagar
Tøkk
Tað er okkum ógjørligt um dagarnar og á leiðini at
minnast tykkum øll einsæris, sum gjørdu okkum
krúndiamantsbrúdleypsdagin so kærkomnan. Men
av og á kaga vit í gestabókina, fjarritini, gávukortini,
brøvini, myndirnar og annað, og tá eru tit í huga
okkara. Vit minnast tykkum og fegnast um, at tit
komu ella á annan hátt gleddu okkum. Hjartaliga
tøkk øll somul. Harrin signi tykkum.
Heilsan
Astrid og Jógvan Gerðalíð
Fríggjadagin 20. oktober
kunnu hjúnini Marjun og
Símun Jóhan Wolles á Eiði
halda gullbrúdleyp.
Tey eru bæði ættað av
Trøllanesi, Marjun, fødd
Østerø, er úr Útistovu, og
Símun Jóhan úr Uppistovu.
Símun Jóhan kom sum smá
drongur til Eiðis til fastur
sína at ferðast, og har varð
hann verandi og vaks sostatt
upp hjá Oluffu og Johannesi
í Miklagarði á Eiði. Jóhannes
var bátasmiður, og har lærdi
Símun Jóhan bátasmíð, sum
gjørdist lívss tarv hansara.
Símun Jóhan gjørdist
kendur bátasmiður – ikki
minst gjøgnum sjónvarps
sendingarnar, ið Finnbogi
Ísakson, sáli, gjørdi. Á
andaliga økinum hevur
Símun Jóhan verið virkin
í samkomuni í Mizpa, og
hann var kendur talari í
brøðrasamkomuni.
Aftanfyri allar góðar menn
er ein góð kona, verður ofta
sagt, og tað er ikki minst satt
í hesum føri. Marjun hevur
við sínum stillføra lyndi fyri
myndarliga røkt heimið, og
mong eru tey, ið hava notið
blíðskap í Miklagarði. Eftir
at børnini vóru farin í skúla,
arbeiddi hon eitt skifti sum
heimahjálp á Eiði.
Marjun og Símun Jóhan
eiga 4 børn: Jóhonnu Oluffu,
Astu, Óla og Absalon, og tey
eiga 9 barnabørn.
Gullbrúdleypið verður
hildið leygardagin 21. okto
ber, í Mizpa á Eiði, har
høvið verður at heilsa uppá
gullbrúðarparið millum kl.
13 og 19.
Gullbrúdleyp
Í morgin tann 19. oktober hevur Páll
Ismarss on Joensen starvast sum lærari
á Mask inmeistaraskúlanum í 25 ár.
Páll er úr Fuglfirði, sonur Elsu Leo
sunnan úr Vági og Ismar Joensen,
sála, úr Fuglafirði. Páll eigur ein eldri
bróður, Jóannes, sum býr saman við
móðurini í Fuglafirði.
Páll tók realprógv í 1970 og fór síðani
í smiðjulæru í Meka, sum P/F Brøður
Petersen áttu. Hann tók sveinaprógv
sum maskinsmiður á sumri 1974 og
byrjaði sama summarið á Føroya
Maskinskúla, haðani hann tók prógv
sum maskinmeistari í juni 1976.
Hann sigldi sum maskinmeistari við
portugalstrolaranum Leivi Øss urss on,
áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa
til víðkað mask inmeistaraprógv. Prógv
ið tók hann í juni 1978 á Københavns
Maskinmesterskole.
Næstu stívliga 3 árini arbeiddi Páll
sum el-innleggjari á sildaverksmiðj
uni Havsbrún í Fuglafirði. Hetta vóru
sera lærurík ár saman við Jóannesi
Thomsen, góðkendum el-innleggjara.
Páll byrjaði sum lærari í føstum
starvi á Føroya Maskinskúla 19.
oktober 1981. Hann undirvísti fyrstu
tíðina í motorlæru og eltøkni. Seinnu
árini hevur hann undirvíst í eltøkni,
automatión, støddfrøði og teld. Hann
hevur eisini virka sum telduvørður á
skúlanum, líka síðani skúlin fekk teldur
á fyrsta sinni.
Páll hevur verið á nógvum skeiðum,
serliga í automation, el- og teldutøkni.
Á heysti 1997 var hann saman við fýra
lærarum á øðrum føroyskum vinnu
skúlum á boriskeiði í Noregi og tók
prógv í oljuboritøkni.
Páll hevur í mong ár havt stóran
áhuga fyri føroysku náttúruni, og hon
um dámar væl at ganga í haganum. Páll
er góður við føroyska málið, ein sannur
móðurmálsvinur. Faðirin, Ismar, var
skald og yrkti nógv. Í 1994 savnaði Páll
og gav út bókina Úr hugans heimi eftir
faðirin.
Sum starvsfelagi hevur Páll roynst
sannur álitismaður, trúfastur og góður
at samstarva við og altíð hjálpsamur.
Hann hevur altíð verið fremsti íbirtarin,
tá ið nakað skuldi setast í verk, m.a.
tá ið skúlin í 1987 fór undir víðkaða
maskinmeistaraprógvið, tá ið el-inn
leggjaraskúlin skuldi byrja, og tá ið arbeitt
var fyri at fáa skúlanum egin hølir at vera
í. Tá stóð Páll altíð í fremstu røð, hansara
partur lá ongantíð eftir. Við sínum hegni
og stillu framferð skapti hann bæði álit
og virðing uttan um seg.
Eisini millum næmingarnar hevur
Páll verið høgt í metum. Tann, ið fekk
Páll sum lærara, helt seg av røttum
at vera væl fyri. Hann hevur heldur
ikki eina einastu ferð í øll 25 árini
fingið so mikið sum eina klagu frá
næmingunum.
Góði Páll: Vit starvsfelagar takka tær
fyri eitt gott samstarv og vilja ynskja
tær hjartaliga til lukku á 25 ára starvs
degnum. Samstundis harmast vit um
at tú, hóast allar nevndu persónligu
eginleikar, skalt koyrast úr starvinum
vegna ein pástand um beint tað øvugta
av tí, tú stendur fyri.
Starvsfelagar
25 ára starvsdagur
Jonhild Hentze
Astrid Tummasarson
www.sosialurin.fo