mikudagur 18. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 18. oktober 2006
13
Fridolga Jacobsen í Vági, ættað úr Svínoy, and
aðist á Suðuroyar sjúkrahúsi týsdagin 17. oktober,
78 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Kistan við Óla Frits Hansen av Húsum fer av
kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi hósdagin kl.
16 til Sam. Jarðarferðin verður úr Húsar kirkju
fríggjadagin kl. 13.30. Sálmabókin verður nýtt.
Tey, ið vilja minnast Óla, kunnu lata Húsa kirkju
ein gávu; konta í Føroya Banka og Norðoyar
Sparikassa. Í samband við jarðarferðina siglur Sam
av Klaksvík kl. 12.
Wensil Hansen, Toftir, andaðist mánadagin, 43
ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 17 í Fríðrikskirkjuna. Jarðarferðin
verður úr Fríðrikskirkjuni hósdagin kl. 14. Tey, ið
vilja minnast Wensil kunnu lata Fríðrikskirkjuni
eina gávu. Konta í peningastovunum.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri
sonur og beiggi
Vensil Hansen
Toftir
andaðist mánadagin 16. oktobur, 43 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin klokkan 17.00.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
hósdagin klokkan 14.00.
Familjunnar vegna
Emma og Harry
Absalon og Hans
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Dávur Davidsen
Nes
doyði og bleiv jarðaður.
Tøkk til prest, berarar, kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu
til Vesturskin.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jensia, Marianna, Anna Helena, Jan og Mathias
Nú er rúm tíð farin síðan
abbi í Hósvík doyði og
líka leingi havi eg hugsað,
um eg yvirhøvur skuldi
skriva nakað minningarorð.
Abba dámdi ikki, at nakað
hóvasták var gjørt burtur
úr honum, men av tí at tit
bæði, tú og omma ongantíð
hava gjørt mun á okkum, ja
so fari eg heldur ikki at gera
mun á tykkum.
Tað er løgið at lýsa mann
in abba Jóhan Mørkøre, tí
eg minnist tvær persón
ligheitir. Eina tá ið eg var
barn og eina aðra, nú eg eri
vaksin.
Sum barn minnist eg ein
stillan mann sum lítið og
einki segði. Sat í sama stað
við endan á borðinum tá ið
vit ótu. So aftur til arbeiðis
niðri á asfaltgoymsluni.
Tað mesta sum hoyrdist
frá honum var hansara eyð
kenda njós. Hart sum eg
veit ikki hvat. Men kom eg
á gátt um kvøldið ein ger
andisdag og skúlagongd var
dagin eftir, ja so var fyrsti
spurningur: Ert tú ikki farin
í song? Skalt tú ikki í skúla
í morgin? Seinni fann eg
eisini út av, hví omma altíð
visti, nær eg hevði verið
niðri á Toftasandi.
Men sum árini gingu
og vit bæði at enda komu
at eta í sama húsi her hjá
mammu og babba, so gjørd
ist mín mynd av abba ein
onnur. Abbi var altíð góður
í ráðum og hvørja ferð eg
sat og ivaðist, um eg skuldi
hanga klæðir út ella ikki,
hugdi tú út og eftir hvat
Hann hevði sagt um veðrið,
segði tú mær, um tað fór
at vera turt ella ikki. Tað
var bæði ein góð hjálp og
ein sera góður eginleiki tú
hevði, og tað løgnasta var,
at tú rakti plett hvørja ferð.
Hetta hugsi eg ofta um nú
tú ert farin.
Stóra vitan hevði tú, men
nógv hevur tú ikki reypað, tí
at eftir at tú ert deyður, havi
eg fingið at vita, at tú skeyt
eitt mál, sum gjørdi at EB
fekk ein pokal í tínum fót
bóltsdøgum. Hevði tú verið
her á foldum, vart tú nakað
spentur nú. Tann næsti pok
alurin er í eygsjón.
Síðan eg, Jógvan og Jónas
fluttu til Føroyar í 2002 og
eftir at Karin sama árið var
fødd, knýttust okkara bond
nógv meira enn fyrr.
Tú og Karin høvdu eitt
serligt vinarband, og tá
ið Karin kom inn at eta,
spurdi hon beinanvegin
eftir langabba, og tað sama
gjørdi tú, um børnini ikki
vóru heima.
Fyri fyrstu ferð kom eg at
kenna teg sum skemtingar
saman, og ongantíð havi eg
fingið lokkað abba at taka
tenninar úr. Tú flenti um alt
fimmoyrað, og Jónas mundi
mist eyguni, tá ið gebissið
glepsaði eftir honum í hond
ini. Tað gloyma hvørki hann
ella Karin.
Ja langabbi vart tú til
tíggju børn (tvey vóru á
veg), og tú gleddist saman
við okkum, tó um tú vart
móður, serliga um veturin.
Árini vóru mong, og vit
góðtóku, at tú fórt ikki at
vera millum okkum í nógv
fleiri ár.
Men endin var ikki tann,
vit ynsktu, og hóast nógv
høvdu ilt av mær at koma
fram á teg full upp undir
hendur, so hevði eg nógv
meira ilt av tær, sjálvt um
eg veit at tú onga pínu
hevði.
Tað var keðiligt at Karin
ikki slapp at síggja teg í
kistuni, tí at viðhvørt hevur
hon ilt við at viðurkenna
at tú ert deyður. Mamma
blundar langabbi? Er hann
í klæðum?
Tað hjálpti nógv, at babba
segði henni, at tá ið henni
leingist eftir langabba, skal
hon hyggja upp til stjørn
urnar, tí har situr langabbi
og veittrar til hana. Eg síggi
tykkum fyri mær. Mann og
konu. Annan sum argar við
einum skálkasmíli og hin
flennandi: »Halt hol við
tær«. Soleiðis minnist eg
tykkum hjúnini Mørkøre.
Lívið kundi vera strævið,
men har var altíð okkurt at
flenna eftir og fegnast um.
Nú er tann myrka tíðin
komin, sum tóktist tær so
tung. Hana slapst tú undan
hesa seinnu helvtina av árin
um. Tú náddi at síggja sól
ina koma til bygdina eina
seinastu ferð. Men Karin
er fegin um at tann myrka
tíðin endiliga er komin.
Stjørnurnar eru nú at síggja
á himmalinum.
Eyðgerð
Minningarorð um abba mín
Jóhan Mørkøre
f. 14. december 1917 - d. 2. apríl 2006
Fríggjadagin 21. oktober
kl. 15 letur Sofus Poulsen,
listamaður, upp eina máln
ingaframsýning í Smiðjuni
í Lítluvík.
Sofus hevur í summar
málað nógv úti í náttúruni,
og 10 av teimum 20 máln
ingunum á framsýningini eru
málaðir úti. Øll myndevnini
eru úr føroysku náttúruni.
Sofus sigur, at málningar
nir eru litríkir, og litirnir
svara til ársíðirnar.
Framsýningin er opin til og
við mikudagin 26. oktober,
allar dagur frá 15-19, uttan
leygardagin, tá opið er frá
13-18.
Sofus Poulsen í Smiðjuni
Fríggjadagin
21. oktober letur
Sofus Poulsen,
listamaður, upp eina
málningaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kristian Vang