mikudagur 18. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 201 - 18. oktober 2006
- um tað snýst leikverkið,
Piaf, sum í hesum døgum
gongur í Sjónleikarhúsi
num í Havn
Ummæli
Carl Jóhan Jensen
Piaf
Høvundur: Pam
Gems
Týðing av leik
teksti: Hans
Tórgarð
Týðing av sangtekstum: Jytte
Joensen
Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir
Høvuðs leikari: Jytte Joensen
Tónlistarlig leiðsla: Stamen
Stantchev, Agnar Lambhauge
Hin gráa temur, ljóðar eitt føroyskt
tiltak. Tiltakið sipar til ta kenslu,
sum stundum kann gerast nøsk, at
fyrr ella seinni fær verðin bilbugt
við tær og grevur teg í øskuna av
lívsvilja tínum og gleði.
Men summi temur hin gráa
aldri.
Og franska sangkvinnan
Edith Piaf sýnist at hava verið
ein teirra, sum verðin, við øllum
sínum órættvísi, aldri fær boygt.
Lív hennara og sanglist eru
evnið í leikinum, sum Havnar
Sjónleikarfelag
frumsýndi
leygarkvøldið.
Leikverkið, sum er eftir bretska
høvundin, Pam Gems (f. 1925),
ger ein ælaboga av sangi og drama
gjøgnum tað stormsama lívið hjá
Piaf, frá tí hon á ungum árum
livir eitt armóðsligt lív saman við
vinkonu síni, eini syndadrós, og
hevur útkomu sína hálvpartin av
at syngja á gøtunum í París og
hálvpartin av mannfólki, til hon á
heysti í 1963 doyr av krabbameini,
tá langt síðani vorðin sangstjørna,
eitt navn fest í hvørs mans
huga víða um lond. Leikurin
teknar
eina
hálvromantiska,
hálvfeministiska mannmynd av
Piaf. Hon er flogvitið, í nærum
nítjandualdar
merking,
men
samstundis eisini ein tjúgundu
aldar kvinna, eitt lágstættarbarn,
sum hevur eitt tvívent samlag
við tann mannfólkastýrda heim,
hon kemur til í. Ymiskt er
hon offur, ymiskt hin mótrisni
einstaklingurin, ið ongan letur
binda seg, ongar reglur virðir.
Gaman í seta menn karmarnar
um yrkissanglív hennara, hava
valdið og troyta gávur hennara
í sínum skammleysa pengaspæli
o.s.frv. Men á palli í sanginum,
í erotikkinum og í máli sínum
sætar hon sær sjálvari, setur hon
korini.
Leikverkið
er
upprunaliga
skrivað fyri stórleikhús í London,
ið hava lagaligar umstøður at seta
upp stórverk og at fáa úrvalsfólk,
bæði til leik og sang, í øll lutverk,
stór sum smá.
Sýningin í Sjónleikarhúsinum er
hinvegin ein áhugaleiksuppseting
burturav. Og hóast tað má
sigast at vera eitt hav, ið Havnar
Sjónleikarfelag, her lyftir, so
dylst ikki, at havið helst er í
tyngra lagið.
Ikki tí at sýningin sum so er
miseydnað, tað haldi eg ikki.
Men hon hongur øll á einum
leikara, Jytte Joensen, ið spælir
Piaf. Jytte Joensen, ið sanniliga
hevur leikaragávur, evnar til lítar
uppgávuna at blása lív í ta ímynd
av Piaf, sum leikritið skapar.
Og hon ger tað móti øllum
vónum.
Í fyrsta lagi fær hon millum
nakað og einki mótspæl frá
samleikarum sínum, ið flestir, tó
við onkrum undantøkum (eitt nú
Jóanes Lambhauge), ikki megna
at geva henni tað mótspæl, ið
krevst, annaðhvørt tí, at teir eru
púra óroyndir á palli ella heilt
einfalt tí, at hugur og dugur ikki
røkka saman.
Í øðrum lagi er atstøðan í
Sjónleikarhúsinum ikki hin besta
til at seta upp verk av hesum
slag. Tað er næstan sum at halda
grind til í einum baðikari. So
trongt er um á pallinum. Skiftini
koma tíðum so óliðiliga, at
sýningin missir tað framstroymi,
hon krevur at hava. Og har tey
stóru sanguppleggini koma fyri,
vilja hølisumstøðurnar, eitt nú
ov lítil fjarstøða millum pall og
áskoðara, rættiliga ampast fyri
eygum og oyrum.
Alt hevur hetta við sær, at
sýningin, serliga í øðrum parti
(t.e. eftir steðg) fer at kennast nóg
so langdrigin.
Um týðingina, sum Hans
Tórgarð hevur gjørt, er stutt at
siga, at hon er ikki av teimum
lakastu. Kortini haldi eg, at tað
er tíð upp á, at tey, sum fáast
við leiktýðingar, gera sær grein
fyri, at tað saktans ber til at
endurskapa gerandismál (og fyri
tann skyld alskyns grovt mál við)
á lættskildum, trúverdugum og
góðum føroyskum. Sangtekstirnir,
sum Jytte Joensen sjálv hevur
føroyskað, eru yvirhøvur rímiliga
væl týddir, okkurt neyðrím og øvut
orðalag í støðum undantikin.
Samanumtikið er Piaf, sum
áhugaleikverk, á einari leið og
væl vert at síggja.
Spyrst so livst.
Sang, kjaft og erotikk
Jytte Joensen hevur høvuðsleiklutin sum Edit Piaf. Hon hevur eisini týtt tekstirnar
Myndir: Martin Sirkovsky