mikudagur 18. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 201 - 18. oktober 2006 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Fyri meg er tað fullkomuliga líkamikið, hvørt EB/
Streymur ella HB blíva meistarar. Okkara uppgáva er at
syrgja fyri eini so góðari plasering sum gjørligt til KÍ.
Heðin á Lakjuni, KÍ-spælari
Úrslitini hesa ferð
lagaðu seg soleiðis, at
heldur ikki í ár verður
greitt fyrrenn eftir
síðsta umfar, hvør
skal vinna FM, og
hvør skal flyta niður
FORMULADEILDIN
26. UMFAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagin verður fótbólts
kappingin av fyri hesa ferð.
Tá verður 27. og seinasta
umfarið á skránni í Formula
deildini. Í yngru deildunum
vóru kappingarnar av fyri
einum mánað síðani. Í
lægru deildunum hevur
verið greitt í nakrar vikur,
hvør skal flyta upp, og nú
er greitt , at B71 vann gull,
AB silvur og LÍF bronsu í
1. deild.
Eingin niðurflyting verð
ur úr lægru deildunum.
Tað kemst av, at næstbesta
deildini nú í heyst tódnaði
úr tíggju og niður í átt a lið.
Tá ið tað fyri tveimum
árum síðani varð gjørt av, at
kappingin skuldi leingjast
úr 19 og upp í 27 umfør,
varð víst á, hvussu keðiligt
tað kundi fara at verða, um
spurningarnir um gull og
skreyt og niðurflytingar
og uppflytingar vóru av
greiddir langt undan kapp
ingarenda.
Nú royndin við longdu
kappingini bara restar eitt
umfar í at vera tvey ára
gomul siga royndirnar,
at tað á ongan hátt hevur
gingið út yvir spenningin,
at kappingin er longd.
Í fjør var spenningur
um FM og niðurflytingina
inntil síðsta sparkið í síðsta
umfari. Soleiðis er tað
eisini í ár. Úrslitini lagaðu
seg soleiðis í 26. umfari, at
tað undan leygardegnum,
tá ið 27. og seinasta umfar
verður á skránni, framvegis
er møguleiki fyri, at HB so
at siga á málstrikuni kann
vinna fremsta plássið frá
EB/Streymi, ið hevur verið
oddalið alt kappingarárið.
ÍF og B68 eru á niður
flytingarplássunum. Men
tað er framvegis møguleiki
fyri, at annað av hesum
feløgunum kann bjarga sær
rætt in at halda fram í bestu
deildini, og at VB/Sumba
skal flyta niður.
Toppurin
Leygardagin hevur EB/
Streymur enn ein match
bólt. Samansett a liðið fer
á Mølini at fáa vitjan av
KÍ. Samstundis fer HB í
Gundadali at spæla móti
ÍF.
EB/Streymur er tvey stig
og ellivu mál frammanfyri
HB. Í gomlum hagtølum
eru úrslit, sum siga, at
HB fleiri ferðir áður hev
ur vunnið tvey sifraðar
sigrar á ÍF. Í 2006 má tað
roknast at vera utt anfyri
veruleikan at kalkulera
við hesum møguleikanum
nú leygardagin, tá ið ÍF í
Gundadali fer at stríðast fyri
evarska lítla møguleikanum
at varðveita sessin í bestu
deildini.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað eftir øllum sólar
merkjum at døma verður
nóg mikið hjá EB/Streymi,
um teir fáa eitt stig burturúr
heimadystinum móti KÍ.
Klaksvíkingar
tóktust
týskvøldið so at siga at
hava pakkað saman fyri í
ár. Venjarin boðaði undan
kappingarbyrjan frá, at KÍ fór
at vinna okkurt í ár. Úrslitið
higartil eru silvurkrónur í
steypakappingini, sum sjálv
andi smakka sera illa.
Tá ið KÍ leygardagin fer
til Eiðis er motivatiónin hjá
teimum at varðveita fjórða
plássið og harvið at vinna
rætt in at spæla í Intertoto
næsta ár og so at vóna, at
teir við sigri á Eiði skulu
vinna bronsumerkini, sum
kortini ikki bera størri
altjóða lutt øku enn Intertoto
við sær.
B36 hevur á bronsupláss
inum 44 stig, og KÍ hevur
á fjórða plássinum 42 stig.
Málmunurin hjá B36 er +12,
og hjá KÍ er hann +14. Eftir
trivaliga sigurin í Klaksvík
týskvøldið hevur GÍ á fimta
plássi 41 stig og málmunin
+6. Meðan KÍ fer at spæla
á Eiði, fara GÍ og B36 at
spæla í Sarpugerði. GÍ kann
røkka sams stigatali sum
B36, men bronsumerkini
eru ikki so veruleikanær
fyri gøtumenn, sum skulu
vinna við fýra málum á
B36, um teir skulu vinna
bronsumerkini – sjálvandi
treytað av at KÍ ikki fær
fulla úrtøku á Eiði.
Silvur og bronsa og UEFA
Cup og Intertoto eru eitt . FM
og milliónin í europeisku
meistarakappingini
eru
heilt nakað annað. Tí verða
øll eygu leygardagin vend
móti EB/Streymi á Mølini
og HB í Gundadali. HB
liðið hevur verið framúr í
heyst, og í HB hava teir
dugað sera væl at takla leik
lutin, sum teir støðugt hava
undirstrikað hevur verið, at
teir taka ein dyst í senn, og
at tað ikki er upp til teirra
at gera lagnuna hjá EB/
Streymi av.
Eitt sindur kostiligt er
tað, at tað nú er upp til KÍ,
sum HB kappast um flest
FM heiti við, at vera við til
at gera av, um gullið aftur í
ár skal enda í Gundadali!
Botnurin
Sambært úrslitunum hesa
ferð tykist NSÍ hava flutt
fokus frá hesum kappingar
árinum. Fleiri ungir spæl
arar fingu høvi at royna
seg í Vági, har heimaliðið
stríddist so mikið væl fyri
lívinum, at VB/Sumba nú
er omanfyri strikuna.
ÍF hevur 16 stig, B68 18
stig og VB/Sumba 19 stig.
Støðan hjá ÍF tykist mest
sum vónleys. Møguleikin
hjá B68 er treytaður av,
at toftamenn fáa fleiri stig
í Runavík móti NSÍ, enn
VB/Sumba fær á Skála.
Málmunuirin hjá B68 er -
22, og málmunurin hjá VB/
Sumba er -49!
Spurningurin í hesum
sambandi er, hvussu motiva
tiónin hjá Skála og NSÍ
verður leygardagin. Týs
kvøldið vísti Skála framúr
hugburð í 2. hálvleiki, tá
ið teir megnaðu at koma
afturíaftur og greiða javn
leik eftir at B36 hevði verið
frammanfyri 2-0. Við í ta
myndina skal eisini takast,
at VB/Sumba fleiri ferðir
áður hevur staðið seg sera
væl á Skála.
Undir øllum umstøðum
er spenningurin stórur. Í
fjør var síðsta sparkið á
Skála avgerandi fyri, at
TB og ikki GÍ flutt i niður.
Leygardagin fara spørkini á
Skála og í grannastríðnum
hinumegin fjørðin at hava
stóran leiklut í avgerðini,
um tað verða B68 ella VB/
Sumba og kanska bæði hesi
feløgini, sum næsta ár skulu
spæla í Formuladeildini.
Alt er lagt upp til sera
spennandi fótbólts leygar
dag!
Spenningurin heldur
sær til síðsta bríksl
Einki er avgjørt – hvørki í botninum ella toppinum – áðrenn seinasta umfarið í Formuladeildini leygardagin