mikudagur 18. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 201 - 18. oktober 2006 ]
Finalan sat
í beinunum
Jóhan V. Gunnarsson
var millum frægastu
B36-leikararnar
í
gjár, og hann heldur,
at finalan hevði sína
ávirkan á dystin.
–
Finalan
kann
hava havt sítt at siga í
dystinum í gjár. Tað eru
bert fáir dagar síðani
vit spældu hana, og vit
vóru nokkso tungir nú,
sigur Jóhan.
Men hóast tung bein
so sat B36 nokkso trygt
á tí, til tað bara restaði
eitt korter eftir, men tá
glapp so.
– Tað kann sjálvandi
vera
finalan,
sum
spældi inn har, men
vit gera eisini nakrar
útskiftingar. Fróði og
Sylla fara báðir út og
teir eru berandi kreftir
á liðnum, og tað merkja
vit eisini, tá teir ikki
eru har, sigur Jóhan V.
Gunnarsson.
Onki at
spæla fyri
Skála hevur onki at
spæla fyri, og Alexander
Johansen
viðgongur
eisini, at hetta hevði
sína ávirkan á dystin.
– Vit hava onki at
spæla fyri longur, og eg
haldi eisini at okkara
avrik í gjár var merkt
av tí.
Alexandur sigur, at
sjálvandi fara teir altíð
eftir tí, teir kunnu fáa,
men at tað ikki altíð er
so lætt at seta seg upp
til uppgávuna.
– Pauli fór út í hálv
leikinum og Bogi kom
inn, og vit løgdu um
til at spæla 4-4-2.
Tað riggaði ikki heilt,
men so tá Bjarni og
eg vórðu tiknir út, og
Debus og Bárður komu
inn, riggaði kantspælið
betri, samstundis sum
B36 slakkar eitt sindur
av, og so fingu vit
javna, sigur Alexandur
Johansen.
Tað var ein ógvuliga
tamur dystur
áskoðararnir vóru
vitni til í Gundadali í
gjár. Skála hevur onki
at spæla og B36 hevði
timburmenn, og tað
setti sín dám á dystin,
sum kortini endaði
við at liðini bæði
fingu tvey mál í part
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var turt, men býtandi
kalt og eitt lítið lot lá eftir
ovara vølli í Gundadali í
gjárkvøldið. Tað sást eisini
aftur á áskoðarafjøldini, tí
tey vóru ógvuliga fá, sum
høvdu funnið sær leiðina í
Gundadal.
Dysturin var eisini ógvu
liga lítið undirhaldandi.
Gaman í, liðini byrjaðu
bæði við sterkastu manning,
men tað var koyrt í triðja
geari allan dystin, uttan tá
Skála seinastu løtuna trýsti
á speedaran eina løtu.
Linligt áðrenn steðgin
Heimaliðið var nokk
oman á í fyrra hálvleiki.
Teir høvdu eini tveir minni
kjansir,
áðrenn
Fróði
Benjaminsen kundi lagt
B36 á odda, tá lítil hálvur
tími var spældur, eftir
frálíkt uppspæl frá Jóhan
V. Gunnarsson, men skotið
hjá toftamanninum fór upp
um málið.
Í 32. minutti riggaði tó
betur hjá Fróða. Sylla vann
ein nærdyst inni í feltinum,
men Vlada Filipovic hálv
bjargaði hálvkiksaða skot
inum frá Sylla, og so var
Fróði kvikur og prikaði bólt
in inn.
B36 hevði nú fingið eitt
mál uttan at trýsta so øgiligt,
og Skála hevði illa nokk
havt nakað skot á málið hjá
Jákup Mikkelsen.
Tvær
royndir
høvdu
teir tó. Tá hálvur var far
in spældi Alexandur Johan
sen
Nenad
Stankovic
leysan. Ein frágera góð
sending sum splittaði alla
B36 verjuna, men Jákup
Mikkelsen bjargaði væl
skotinum frá serbanum.
Næsta royndin var beint
fyri hálvleik, men bólturin
varð bjargaður á strikuni
eftir hornaspark.
Lívligur endi
Seinni hálvleikur var eisini
keðiligur. B36 byrjaði tó
bragdliga og fekk tríggjar
stórar kjansir tríggjar teir
fyrstu minuttirnar, men so
hendi ikki meiri fyrr enn
tað restaði eitt korter av
dystinum.
Jóhan V. Gunnarsson
vann bóltin í vinstru síðu
og streyk avstað niðaneftir
vøllinum. Á vegnum nýtti
hann Santos sum banda,
áðrenn hann legði eina
framúr sending tvørtur um
vøllin til Berg Midjord,
sum lætt legði bóltin í tóma
málið. Eitt flott mál frá
B36, sum vinstri bakkurin
átti størstu æruna av.
Nú trúðu tey flestu, at
B36 fór at trilla sigurin
heim, men so var ikki.
Skála gav bóltin upp og
skoraði beinanvegin.
Innskifti Debus Daniel
sen legði eina super sending
til Boga Gregersen, sum
gjørdist púra leysur. Ják
up Mikkelsen kemur út at
verja fyri, men Bogi lyftir
bóltin væl upp um lands
liðsmálverjan og minkar
um leiðsluna.
Hetta kom púra dátt við
hjá B36 og nakrar minuttir
seinni javnaði Skála. Mál
verji og verjuleikari kunnu
ikki semjast um hvør skal
taka bóltin, og so smýgur
Debus Danielsen sær í mill
um og leggur bóltin í netið.
Skála sleppur tó ikki
trýstinum eftir hetta, men
B36 raknar við, og eina
løtu sær tað út sum um, at
liðini bæði veruliga vilja
vinna dystin.
Tað endaði tó við javn
leiki. B36 var annars so
nær við sum teir kundu í
yvirtíðini, men skoti frá
Santos brast á tvørtræið.
Í lagi
Soleiðis endaði dysturin
í Gundadali við javnleiki.
B36 hevði verið oman á
stóran part av dystinum,
men seinasta korterið eigur
Skála rós uppiborið fyri,
og tí var tað eisini í lagi,
at liðini býttu stigini sína
millum.
Tamur dystur við fýra málum
Skála
B36
B36 og Skála skoraðu tvey
mál í part og fingu eitt
stig í part í dystinum í
Gundadali í gjárkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Tyson vil boksa ímóti konufólki
Fyrrverandi heimsmeistarin í boksing Mike Tyson fer fríggjadagin
undir eina boksiferð, har hann fer at boksa dystir sum show. Á
tíðindafundi í gjár legði hann upp til, at hann skuldi boksa ímóti
einum konufólki. Hann sipaði til boksistjørnuna Ann Wolfe og
segði, at dysturin teirra millum skuldi bara vera til stuttleika.
Umboðsmaðurin hjá Ann Wolfe hevur svarað, at hetta kemur als
ikki upp á tal. Hon fer ikki at boksa ímóti einum manni, sum vigar
35 kilo meira enn hon.
Flemming Raben skal venja H71
Fyri tað nógva hava menninir havt rúmligastu karmarnar í H71,
men kvinnur hava tó eisini havt sítt pláss í felagnum. Seinnu árini er
arbeiðið hesum viðvíkjandi vorðið alt meira miðvíst, og í fjør gjørdist
felagið nummar eitt í 1. deild. Nú tykist felagið veruliga vilja seta ferð
á menningina av unga liðnum. At standa fyri hesum hevur H71 fingið
Flemming Raben, sum er ein av best umtóktu venjarunum í landinum.
Arbeiðsuppgávur uttanlands hildu honum í fjør frá at venja nakað lið
fast, men innan landsliðsarbeiðið hevur hann tó framvegis havt ein
virknan leiklut. Og hann var annar av venjarunum, tá kvinnulandsliðið
í vár tók lut í Challenge Trophy kappingini í Bosnia.