Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerkingar: Óneyðug framferð At fara eftir manninum heldur enn bóltinum er mangan nýtt, tá argumentatiónin ikki strekkir til. Hesum hava landstýrismaðurin í Fiskivinnumál- um og ávísir reiðarar gjørt seg sekar í. Uppskotið frá Búskaparráðnum er óvanligt, men einki eigur at vera tagt burtur. Tað er gott at hava eitt kjak um evnið, so øll sjónarmið koma fram í ljós. Føroyingar hava fleiri ár at kjakast í, tí uppskotið kann ikki koma í gildi fyrr enn í 2004. Tað er í lagi, at menn eru ósamdir, men at viðgera familju og annað hjá uppskotstillarum er heilt burturvið og sigur ikki so lítið um muruna í teimum, ið gera slíkt. Dagblaðið helt, at Búskaparráðið átti at verið avtikið. Nú er tað soleiðis, at um eitt ráð skuldi verið avtikið, hvørja ferð tað ikki var samt við Fólkaflokkin, so vóru ikki nógv ráð eftir í hesum landi, og demokratiið hevði verið í ússaligum standi. Sama blað sigur, hóast tað er staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap, at fiskurin ikki er ogn føroya fólks — so fáa vit í hvussu so er staðfest, hvat Fólkaflokkurin meinar um tað. At reaktiónirnar frá Fólkaflokkinum og reiðarum eru so sterkar er kanska tekin um, at hettar uppskot hóast alt ikki er so heilt burturvið. Tey skip, ið hava verið handlað í seinastini við fiski- loyvum, hava verið handlaði til ein yvirprís, tí tey hava fiskiloyvi. Við øðrum orðum gjalda reiðarir longu fyri fiskiloyvi. Spurningurin er bara til hvønn, og hvat hevur viðkomandi latið fyri somu loyvi. Tað er undir øllum umstøðum helit burtur- við, at menn fáa fiskiloyvi fyri einki frá landinum og síðani stutta tíð aftaná selja tey fyri millióna- upphæddir. Tað kann sjálvsagt verða eitt sindur hugstoytt fyri summi, um ein fiskidagamarknaður verður settur á stovn. Vandin kann vera ov fáar hendur á døgunum, men spurningurin er, um ein um- setilig skipan kann vera øðrvísi. Skalt tú hava loyvi at selja landsins ogn, so mást tú vælsaktans keypa hana fyrst. Kanska kundi ein slík skipan gjørt, at vit fingu - gaman í færri - men betri konsoliderað reiðarí. Kanska vildu somu reiðarí fingið ein breiðari eigaraskara, tí krøv til parta- pening kunnu gerast størri. Spurningar eru nógv- ir. Til dømis kundi ein spurt, um flakavirkir kundu keypt kvotur, um keyparar skulu forhondsgóð- kennast av myndugleikunum o.s.fr. Tað hevur verið nevnt, at ein slík skipan er í samsvar við Caragata álitið. Líkt er til, at Fólka- flokkurin bert tekur undir við Caragata álitinum, tá tað kemur til skatt og almennan sektor. Tá tað kemur til, at sokallaðir vinnulívsmenn skulu út undan veingjunum hjá landskassanum og gerast rættir vinnulívsmenn uttan frammihjárætt, so stendur sum altíð á gomlum nøglum. Vit hava á hesum stað ikki verið so ovurfegin um Caragata álitið, og eru tað framvegis ikki, men tað tykist at vera løgið, at ávísir partar av tí, ið Caragata leggur upp til, als ikki kann diskuterast, meðan annað verður gjarað út um hvørja geil av Fólka- flokkinum. Núverandi samgonga hevur sjálv tvíhildið um umsetiligheit í fiskivinnuni, og spurningurin er, um uppskotið frá Búskaparráðnum ikki er ein sjálvfylgja av hesum politikki. Ber tað til at hava eina eitt sindur umsetiliga skipan? Tað skal í hvussu so er vera okkara vón, at uppskotið frá Búskaparráðnum fær ta sømuliga viðgerð, sum eitthvørt fakligt uppskot hevur uppiborið. Vit hava einki ímóti, at ein opin fiskidagamarknaður verður settur á stovn. Men tað sum Búskaparráðið skjýtur upp, er at okkara núverandi fiskiloyvir skulu inndragast og øll okkara høvuðsvinna skal síðani bjóðast út á auk- tión fyri eitt styttri tíðar- skeið í senn. Avleiðingarnar av hesum verða ræðuligar, tí ongin kann hava skip og útróðrar- bátar undir so ótryggum viðurskiftum. Alt er í prinsippinum ogn Føroya fólks. Men fyri at fáa ogn Føroya fólks til samfelagsskapt virði, er neyðugt, at fólk leggja rygg til og fara inn við váðafús- um kapitali. Úrslitið av hes- um er m.a. fyri fiskiflotan, at vit løgdu uml. 100.000 tons uppá land til føroysku flakavirkini í fjør. Hetta skapti so aftur virðir, ar- beiðspláss, skattainntøkur o. s. fr. Óneyðugt er at greiða frá, hvønn týdning hetta hevur fyri samfelagið. Politikarar eru valdir til at umsita ogn Føroya fólks. Men Búskaparráðið fer so langt út um alt mark, at teir skjóta upp, at hesin fiski- dagamarknaður skal vera einaráðandi t.v.s. uttanfyri (les omanfyri) okkara dem- okratiskt valda løgting. Uppskot Búskaparráðsins hóttir ikki bara við at taka fótin undan føroysku fiski- vinnuni og øllum teimum, ið av henni liva ? uppskotið er í veruleikanum ein hóttan ímóti sjálvum demokrati- num. Og hetta er bert byrj- anin. Tað næsta verður rest- in av fiskiflotanum, bónda- Búskaparráðið og fiskivinnan enn einaferð garðar, alibrúk o.s.fr. Hesir maktsjúku menn hava eina ætlan um at fáa tað totala valdið á fiskiflot- anum — jú, víst er her vandi á ferð. Bjarti Mohr Eg gjørdist bilsin og ikki sørt ørkymlaður, tá eg í grein í týsdagsblaðnum las nakrar hugleiðingar, sum Kári Johannesen, stjóri í einum av teimum stóru vinnulívsfyritøkunum í Før- oyum, hevði havt á fundi fyri politikarum í Eystur- oynni um m. a. skúlagongd hjá handverkslærlingum. Um eg skal gera stutta niðurstøðu av greinini, kann hon eftir míni fatan sigast nakað soleiðis.: Innlæringin hjá hand- verkslærlingum er umvent propertional við skúlatíðina. Viðmerking til Kára Johannesen T. v. s. um lærlingar gingu helvtina minni tíð í skúla, vóru teir dupult so dugna- ligir. harafturat hevði tað føroyska samfelagið spart eina munandi upphædd, og høvdu øll tá vunnið — møg- uliga eisini lærlingarnir??? Um Kári Johannesen metir, at Tekniski Skúlin gevur eina ov vánaliga und- irvísing, er skylda hansara at gera vart við hesi viður- skiftini. Hetta má tó verða til rætta viðkomandi, sum í hesum førinum er skúla- stjórin — og ikki politikarar í Eysturoynni. Um tað hinvegin er longdin av skúlagongdini og innihaldið í útbúgving- ini, er tað heldur ikki polit- ikararnir úr Eysturoynni, sum hava ábyrgd ella møg- uleika fyri at broyta hesi viðurskiftini. Í hesum føri- num er tað Kári Johanne- sen, (gjøgnum yrkisnevnd- irnar) sum skal taka avgerð um hetta. (yrkisnevndirnar eru 100% umboðaðar av vinnuni) Yrkisnevndirnar boða síðani skúlunum frá, hvørjar kunngerðir eru galdandi, og skal Tekniski Skúlin út frá hesum geva ta áløgdu frá- læruna. Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn Trúnaðarstemplið skal verja viðgerðina Landsstýrið heldur uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina loyniligt fyri at fáa best møguliga viðger í uttanlandsnevndini JOHN JOHANNESSEN – Uttanlandsnevndin skal hava frið at viðgera upprit- ið. Landsstýrið hevur stemplað tað í trúnaði fyri at verja viðgerina, og tí er tað óheppi, at partar av inni- haldinum í uppritinum er vorðið alment gjørnum fjøl- miðlarnar. Hetta er svarið frá Høgna Hoydal, eftir, at tað er vorð- ið greitt, at nógv umtalaða uppritið til samráðingarnar við donsku stórnina ikki verður almannakunngjørt, eins og væntað. Løgmaður í tvístøðu Annfinn Kalsberg, løgmað- ur, heldur einki vera í vegin fyri at almannakunngera uppritið. Men orsøkin til, at hann hevur tikið støðu til ikki at almannakunngera tað er, at hetta setir hann í eina tvístøðu. – Tað er púra rætt, at landsstýrið í sínum útmeld- ingum hevur lagt stóran dent á, at tað metir opinleika at vera ógvuliga tíðandi í hesum máli. Tað er eisini rætt, at ein ávísur vandi er fyri illgitingum og skeivum upplýsingum, um uppritið ikki verður almannakunn- gjørt fyri Føroya fólki. Men hinvegin eru aðrir vansar, um uppritið verður al- mannakunngjørt. Løgmaður vísir á, at verð- ur uppritið almannakunn- gjørt, má alt samskifti mill- um landsstýrið og uttan- landsnevndina eisini al- mannakunngerast, og tá verða upplýsingar, ið kunnu skaða samráðingarstøðuna eisini almannakunngjørdir. Landsstýrið var týsdagin á fundi við uttanlands- nevndina, og tá merkti landsstýrið sambært Høgna Hoydal á uttanlandsnevnd- ini, at hon helst ikki vildi hava uppritið almannakunn- gjørt, tí hon sá vanda fyri, at hetta fór at ávirka við- gerðina í sjálvari nevndini. Danir møguliga kunn- aðir áðrenn føroyingar Millum 13. og 24. mars fer løgmaður á fund við danska forsætisráðharran. Tá fær Poul Nyrup Rasmussen eitt uppskot til nýggjan sátt- mála, ið er grundaður á upp- ritið, ið er latið uttanlands- nevndini. Sostætt verður danska stjórnin kunnað um innihaldið í uppritinum og meira afturat á hesum fundi. Men kortini er ikki vist, at Føroya fólk verður kunnað áðrenn hetta. Í hesum sambandi sigur løgmaður seg aftur vera í einari tvístøðu. – Tað er púra rætt, at tað kann kennast løgi, at Føroya fólk ikki verður kunnað áðr- enn hol verður sett á sam- ráðingarnar, men eg tori rætt og slætt ikki at lova, at fólkið verður kunnað, tí- verri. Evstamarkið kroystir ikki nevndina At løgmaður hevur biðið Nyrup um fund einaferð millum 13. og 24. mars gev- ur uttanlandsnevndini at evstamark til at vera liðug at viðgera uppritið. Men løgmaður sigur, at henda freist er gjørd í fullum sam- ráð við nevndina, ið ongan trupulleika sær í, at hon skal vera liðug við viðgerina til hesa tíð. – Vit hava eisini boðað Nyrup frá, at uttanlands- nevndin skal vera liðug áðr- enn vit fara í gongd við samráðingarnar, sigur løg- maður. Anfinn Kalsberg sigur or- søkina til, at hann nú hevur biðið Poul Nyrup Rasmuss- en um fund vera, at danska stjórnin hevur stramman álmannakka, og skal hon, eins og føroyingar hava tíð til at fyrireika seg, áðrenn hol verður sett á endaligu samráðingarnar. Annfinn Kallsberg, løgmaður Føroyingar fingið bind fyri eyguni Formaður Javnaðarflokisns, Jóannes Eidesgaard, skilir ikki, at landsstýrið vil halda framtíð Føroya loyniliga fyri Føroya fólki við ikki at almannakunngera uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar JOHN JOHANNESSEN – Málið um ríkisrættarligu støðu okkara verður hand- farið eins og talan var um krígsførslu. Alt málið verð- ur hildið loyniligt fyri fólk- inum meðan herovastarnir leggja ætlanirnar. Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins og uttanlandsnevndarlimur, sigur seg ikki skilja hand- faring landsstýrissins av fullveldismálinum. Hann vísir á, at bæði Høgni Hoy- dal og Annfinn Kalsberg, løgmaður, ferð eftir ferð hava tosað um týdningin av at vera opin fyri Føroya fólki í júst hesum máli. Men eftir hansara tykki fremur landsstýrið júst tað øvugta, tá tað ikki vil almannakunn- gera nógv umtalaða upprit- ið, sum í løtuni verður við- gjørt í uttanlandsnevndini. Stór avbjóðing Formaður Javnaðarfloksins ásannar, at málið nú er vorð- ið ein enn størri avbjóðing fyri andstøðuna, tá upprtið ikki verður almannakunn- gjørt. – Vit mugu nú leggja allar kreftir í at gera málið so greitt, sum gjørligt fyri Før- oya fólki, uttan at bróta trúnaðarskyldu okkara. Uppgáva okkara at greiða træðrirnir verður nú enn størri. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann ikki kennir seg væl við, at hann, sum limur í uttanlandsnevndini, skal taka avgerir fyri lagnuna hjá Føroya fólki, ið hava fingið bind fyri eyguni í hesum máli. Samstundis sigur hann seg ikki skilja, at mál- ið yvirhøvur verður hildið loyniligt, tí tað kann ikki gera nakran skaða, um tað kemur út til fólkið, ið hevur rætt til at verða kunnað um tað. – Í veruleikanum heldur landsstýrið føroyingar fyri gjøldur, tá tað samstundis sum tað ikki vil almanna- kunngera uppritið fyri før- oyingum hevur meldað út, at danir fáa upprtið og eitt uppskot til samráðingar í mars. Uttanlandsnevndin knívin á barkan Síðani Hvítabók varð al- mannakunngjørd hevur landsstýrið lagt stóran dent á, at uttanlandsnevdin skuldi fáa alla ta tíð, henni tørvaði, til at viðgera upp- ritið til samráðingarnar, tá tað einaferð var klárt. Men týsdagin varð al- mannakunngjørt, at løg- maður hevur sent danska forsætisráðharranum bræv við áheitan um, at skipa fyri fundi um ríkisrættarligu støðuna antin í Danmark ella í Føroyum í tíðarskeiði- num millum 13. og og 24. mars. Á fundinum við Poul Ny- rup Rasmussen ætlar Ann- finn Kalsberg sær at leggja fram eitt uppskot til nýggj- an sáttmála millum londini bæði somuleiðis, sum hann fer at leggja fyri danska for- sætisráðharran eitt uppskot um tíðarætlan og manna- gongdir í sambandi við samráðingarnar millum londini bæði. Hetta merkir, at uttan- landsnevndin skal vera lið- ug við viðgerina av sam- ráðingarupplegginum innan 13. mars. Uttanlandsnevnd- in hevur sostætt fingið eitt evstamark, hóast útmeld- ingina frá landsstýrinum um, at uttanlandsnevndin skulu fáa alla ta tíð, henni nýttist, til at viðgera málið. Hesa viðferð av uttan- landsnevndini heldur Jó- annes Eidesgaard vera alt annað enn nøktandi. Hann sigur, at hetta saman við út- meldingunum um opinleika hevur styrkt hann í vissuni um, at løgmaður sum oftast handlar beint øvugt av tí, hann alment ger greitt. Men hóast ónøgdina við handfaringina av málinum og hóast ónøgdina við, at uttanlandsnevndin nú hevur fingið eina tíðarfreist, ger Jóannes Eidesgaard greitt, at Javnaðarflokkurin ætlar sær at viðgera málið í álv- ara. Tó sigur hann tað vera óvuliga ivasamt, um lands- stýrið fer at samráðast við donsku stjórnina við stuðuli frá Javnaðarflokkinum. – Eg ivist ikki í, at uttan- landsnevndin klárar at halda tíðarfreistina. Meirilutin fer helst at nikka játtandi til alt, sum stendur í uppritinum, Í heyst útskrivaði Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið eina almenna hugskots- kapping um skúladepil við Marknagilsvegin. Ætlanin er, at skúladepilin skal vera felags karmur um teir tríggj- ar miðnámsskúlarnar: Før- oya Studentaskúli og HF- skeið, Tekniska Skúlan í Tórshavn og Føroya Hand- ilsskúla í Tórshavn. Freistin fyri at lata inn uppskot var úti 1. februar, og er dómsnevndin nú farin til verka. Inn eru komin átta upp- skot, sum nú verða viðgjørd av dómsnevndini og ráð- gevarum hennara. Skúladepil við Marknagilsvegin í Havn Í dómsnevndini sita: Signar á Brúnni, landsstýr- ismaður í undirvísingar- og mentamálum, formaður Leivur Hansen, býráðsfor- maður í Tórshavn Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Tórs- havn Ragnar Magnussen, skúla- stjóri á Føroya Handils- skúla í Tórshavn Hendrik Dahl, vararektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði Reiulf Ramstad, arkitektur úr Noregi Gunnleyg Durhuus, arki- tektur Ráðgevarar eru: Rúna Hilduberg, deildar- stjóri í undirvísingar- og mentamálastýrinum Gloria Kalsø, handilsskúl- alærari Jens Frederiksen, student- askúlalærari Eirikur Suni Danielsen, lærari á Tekniska Skúla Skrivari hjá dómsnevndini er: Tórálvur Weihe, arkitektur Dómsnevndin væntar at vera liðug við arbeiði sítt hesa vikuna, og verður úrs- litið síðani almannakunn- gjørt. og sostætt verður viðgerin løtt. Men Javnaðarflokkurin fer at viðgera málið í álvara, sigur Jóannes Eidesgaard. (Les eisini viðmerking løg- mans og varaløgmans á síðu 2) Jóannes Eidesgaard harmast um gongdina í uttanlandsnevndini S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo