Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 – Tað var heilt tilfeldigt, at eg fór við í Kan Du Danse? Tá eg var liðug við skúlan í Svøríki, fór eg til Keyp- manna havnar. Her sá eg reklamuna fyri Kan Du Danse? Eg hevði einki at gerat tá, uttan nakrar dansi- tímar. So eg helt eg skuldi prøva at melda meg til bara til stuttleikar, greiðir Vígdis Hentze Olsen frá. Vígdis skal hóskvøldið dansa í bein leið- is sendingini Kan Du Danse? á donsku sjónvarps- rásini Kanal 5. Í sendingini kappast Vígdis við aðrar dansarar um at gerast besti dansari í Danmark og kr. 250.000. Eftir fimm undansending- ar eru teir 700 dansararnir nú vorðnir 16, 8 kvinnur og 8 menn og frá hóskvøldi- num verða umførini send beinleiðis. Talan er um 7 bein leiðis sendingar, áðrenn besti dansarin er funnin. – Eg fyrireikaði meg ikki serliga væl í byrjanini, koreo- grafiina til upptøkuroyndina gjørdi eg kvøldið fyri, at eg skuldi til upptøkuroynd. Hetta var bara nakað sum eg gjørdi til stuttleikar, okkurt at gera í frítíðini. Men nú eg eri komin longur í kappingini, taki eg tað við størri álvara, og fyrireikið meg betur, sigur hon. Vígdis vónar at koma langt í kappingini Hvussu langt væntar tú, at tú fert at koma í kappingini? – Eg royni 100% hvørja ferð, og vil sjálvandi gjarna vinna, tað noyðist tú at gera. Men annars hopi eg bara at koma so langt sum gjørligt og at sleppa at royna nøkur ting, sum eg annars ikki hevði roynt. Eg síggi hetta sum ein møgu- leika at mennast sum dans- ari, sigur Vígdis. Hvørja viku skal Vígdis royna seg innan ymiskar dansistílir saman við skift- andi partnarum. Hetta eru avbjóðingar, ið skulu hjálpa dómarunum at finna tann dansarin, ið er mest fjøl- broytt ur. Men hetta ger somu leiðis, at tað er sera torført at spáa um favorittar, tí er Vígdis eisini trek at tosa um sínar møguleikar fyri at vinna kappingina. Ársins dansari Vígdis fór 15 ára gomul úr Føroyum fyri at royna at fáa gongd á eina yrkisleið sum dansari, eftir háskúla á Fjóni fór hon á grundútbúgving innan dans í Keypmanna- havn, áðrenn leiðin gekk til Svøríki, har hon í juni í ár tók prógv sum yrkisdansari á Ballettakademinum í Göte- borg. Hennara avrik á Ballett akademinum í Göte- borg var somikið gott, at hon varð vald ársins dansari á skúlanum. Nýggjar royndir Í Kan Du Danse? sending un- um seinasta og næst sein- asta hósdag vóru luttakarar- nir á einum dansiverkstaði í 4 dagar. Her vóru tey roynd innan nógvar ymiskar dansi- stílir. Vígdis sigur, at hóast hon er útbúgvin sum yrkis- dansari vóru fleiri dansitílir, ið vóru nýggir fyri hana. – Pardansur var heilt nýggj ur fyri meg, tað er ikki nakað sum eg havi gjørt nakað av annað enn eitt sindur til stuttleikar. Hip Hop er heldur ikki nakað, sum eg havi vant. Tá er tað eitt sindur trupult at meistra tað upp á ein dag. Men tað var stuttligt! Tú mátti hugsa, hvussu nógva tíð tú hevði og so gera av, hvussu gott tú kundi gera tað. Har vóru t.d. nakrir hip hop dansarar, ið dugdu ordiliga væl og eisini nøkur onnur, sum ikki høvdu roynt tað fyrr, og alíkavæl dugdu ordiliga væl. Tá fært tú hug at gera tað líka væl. Seinasta dagin í verkstað- num dansaði Vígdis Hip Hop og Cha Cha Cha, tveir dansi- stílir, ið hon als ongar roynd- ir hevur í. Hetta merkti, at hon var heldur fjáltur stung- in, tá hon stóð framman fyri dómsnevndini. – Eg kundi ikki vísa nakað, sum eg var sikkur í og sum var sikkurt, so tá var eg rættiliga nervøs. Venur við partnara Í hesum døgum venja Vígdis og partnari hennara dansin, ið tey skulu framføra hós- kvøldið, og Vígdis sigur, at tey venja hart fyri, at hetta skal gerast so gott sum gjørligt. Tey hava júst fingið at vita, hvør partnari teirra er hesa vikuna. Hvussu hetta gongur og um hetta er nóg mikið til, at føroyski luttakarin verður verandi í kappingini, síggja vit í bein- leiðis sendingini á Kanal 5 hóskvøldið kl. 20. Hóskvøldið kunnu danir og føroyingar, ið síggja Kanal 5 fylgja við í kappingini um heiðurin sum besti dansari í Danmark. Vit hava fingið orð á føroyska luttakaran Vígdis Hentze Olsen. Meldaði meg til til stuttleikar DANSUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo