mikudagur 18. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Guðrun Ludvíg, ið er kreativa
helvtin av Guðruni og Guðruni,
var væl nøgd við Funky Faroe
Islands tiltakið, ið hon helt vera
sera professionelt fyriskipað.
– Hetta eigur Annleyg á Menn-
ingarstovuni at fáa rós fyri, segði
Guðrun og helt fram:
– Týsdagurin var góður, og eg
fekk váttað, at vit eru á rættari
leið. Tey við pallborðið prátaðu
um at fáa sær ein partnara, ið
tók sær av teimum pørtunum av
virkseminum, sum ikki hevði við
design at gera, og hetta er
akkurát tað, sum eg og Guðrun
gera. Hin Guðrun fer nú upp til
at arbeiða fulla tíð við okkara
virksemi.
Guðrun Ludvíg kom til Funky
Faroe Island í London beinleiðis
úr París, har hon hevði sýnt fram
á Tranoi, ið er tann viktigasta
messan á Paris Fashion Week.
Fyri at sleppa við skal eitt upp-
tøkupanel velja teg. Har afturat er
messan sera dýr at luttaka á.
Men fyri Guðrun og Guðrun er
hetta eitt natúrligt stig.
– Tranoi er ein ordiliga góð
messa við ordiligum flow yvir
sær. Har koma teir heilt røttu
keypararnir, og tað er týdn ing ar-
mikið hjá okkum at vísa andlit,
greiður Guðrun frá.
Guðrun og Guðrun er vorðið
eitt sterkt brand, og heims markn-
aðurin er komin við. Hetta sást til
dømis í nýggjastu italsku útgáv u-
ni av Vogue, har sniðini hjá
Guðruni og Guðruni verða víst
fram. Hetta er eitt sera týdn ing-
armikið blað, sum altíð er útselt
og týdningurin av at verða víst
fram í hesum blaðið, eigur ikki at
undirmetast.
– Eg var sjálv í Milano í sam-
bandi við hetta, og tað er øgiliga
stuttligt, at sleppa við í eitt so -
vorðið blað, sigur Guðrun.
Størsti marknaðurin hjá Guðr-
uni og Guðruni er í Japan. Tey
stóru mótahúsini í Japan hava
tikið Guðrun og Guðrun til sín og
eru imponeraði av at Føroyar
finnast og yvir, at vørurnar allar
eru hondbundnar.
– Vit hava í løtuni 12 bindi kon-
ur, men hava trupult við at fylgja
við eftirspurninginum. Tað krevst
nógv av bindikonunum, tær skulu
allar binda líka, og duga at halda
deadline. Tær eru sera týdningar-
miklar fyri okkum og eiga ikki at
verða gloymdar, sigur Guðrun.
Á mótasýningini í London vístu
Guðrun og Guðrun fram eitt
bland av summar- og vetrar-
vørum.
– Hetta var fyri at vísa okkara
bílæt - hvat tað er sum vit hava
at bjóða. Men okkara sterkasta
síða er vetur. Vit arbeiða við tí
løttu fløtu bindingini. Míni snið
byggja á tey gomlu føroysku
mynstrini. Eg taki gamla stjørnu-
mynstrið og geri eina nýggja
dagførda útgávu av tí, og hetta
vekir ans uttanlands. Á Tranoi
messuni í París var nógv disk us-
sión um stjørnu troyggjurnar,
greiðir Guðrun frá.
Føroyski marknaðurin er spaku-
liga eisini komin við, og hetta
gleðir Guðruna.
– Í byrjanini, tyktist fólk at
hugsa, hatta kunnu vit binda
sjálvi, og tí vildu tey ikki keypa
okkara troyggjur. Men hetta er
broytt eitt sindur. Eg upplivdi
tildømis, at ein kona og dóttur
hennara komu inn og keyptu
eina stjørnutroyggju. Mamman
hevði boðið dóttrini, at hon kundi
binda henni troyggjuna, men
dótturin vildi hava eina originala
Guðrun og Guðrun troyggju. Tá
hugsaði eg YES!
– Vit mangla altíð dugnaligar
bindikonur og við vaksandi
eftirspurninginum mugu fleiri
koma til. Vit hava roynt at tosa
við skúlarnar um at fáa binding
inn aftur í skúlagongdina, soleiðis
at hetta handverkið ikki dettur
niður fyri, sigur Guðrun.
Gomlu stjørnumynstrini í nýggjari útgávu hava gjørt Guðruna og
Guðruna til eitt sterkt brand, ið ger um seg í Tokyo, Milano og
París, í síðstu viku gjørdu føroysku sniðini innrás í London.
FUNKY FAROE ISLANDS
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
i i í
ý
j ri útgávu hava gjørt Guðruna og
Guðrun og Guðrun gera um
seg á heimsmarknaðinum
Á Funky Faroe
Islands sýndu
Guðrun og Guðrun
fram eitt bland
at summar- og
vetrarmóta
Jóhanna av Steinum var nógv
minst viðurkenda navnið av
føroysku sniðgevunum, ið
sýndu fram á Funky Faroe
Islands. Hóast hetta vóru nøkur
av sniðunum hjá Jóhannu av
mótatíðindakvinnuni Wendy
Scott tikin fram sum verandi
millum tey bestu hendan dagin,
og hon helt at okkurt av teim-
um kundi farið beint á London
Fashion Week.
– Tað er ótrúligt, at fólk, sum
hevur skil á tí, sigur sovorðið,
sigur Jóhanna sjónliga væl
nøgd.
– Vanliga sleppa fólk sum eg,
slettis ikki framat hesum fólk-
um. Eg sleppi til dømis ikki inn
á London Fashion Week sum
áskoðari, og tá ein kvinna sum
Wendy Scott sigur, at eg kundi
sýnt fram har, so er tað ordiliga
gott. Eg haldi ikki eg kann fáa
betri kompliment. Vanliga fær
man ikki feedback uppá síni
design, so hetta er stórt fyri
meg, greiðir Jóhanna frá.
Á Funky Faroe Islands valdi
Jóhanna at sýna fram ymiskt,
ið hon hevur arbeitt við
seinastu tíðina. Hon var ikki
heilt greið yvir, hvussu heildin
fór at rigga saman, og snýkti
seg tí inn á skúlan tað eina
kvøldið, har lat hon ginir í
klæðini og lukkutíð riggaði alt
saman.
– Eg havi ein nokkso kom-
mersiellan stíl. Fólk skal kunna
vera í klæðunum, sum eg geri.
Alt er bundið, so nógv arbeiði
er av tí, so tí vil eg sleppa av
við tað, sum eg geri, greiður
Jóhanna frá.
Umleið helvtin av klæðunum,
ið Jóhanna sýndi fram í London
var bundin við hond, hin helvtin
við maskinu.
– Eg vil vil gjarna brúka bind-
ing til okkurt annað enn vetrar-
troyggjur, gera okkurt, sum er
eitt sindur meira elegant.
Jóhanna lesur á St. Martins
sniðgevanar skúlanum og er
júst byrja á síðsta árið har. Hon
hevur grundútbúgving av Lond-
on College Of Fashion. Í næst-
um ferð hon undir kollektión-
ina, ið er hennara síðsta verk-
ætlan á skúlanum, um henda
kollektíon er nóg góð, so slepp-
ur hon við á eina mótasýning,
nakað ið Jóhanna vónar. Síðan
skal avgerast, hvat hon víðari
ger.
Hon heldur, at Funky Faroe
Islands er eitt sera væleydnað
tiltak.
– Eg fekk eitt sindur burtur
úr, eg kendi øll støðini og fólk-
ið, ið tey tosaðu um við pall-
borðið. Serliga áhugavert var at
hitta Hilary Riva (ið er forkvinna
í British Fashion Council og
høvuðsfyriskipari av London
Fashion Week), og hoyra »first
hand« hvussu tú gert, sigur
Jóhanna.
Hon heldur ráðstevnuna vera
eitt sera jaligt átak, og gott er
at onkur setur fokus á okkurt
annað enn t.d. fótbólt heldur
hon, stutt sagt metur hon,
hetta vera eitt fantastiskt tiltak.
FUNKY FAROE ISLANDS
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jóhanna av Steinum sleppur ikki inn á
London Fashion Week sum áskoðari,
so tá onkur sigur, at hon kundi sýnt
fram har, er hon sannførd um, at betri
kompliment kundi hon ikki fi ngið.
Hetta er stórt
fyri meg!
Jóhanna av Steinum
vísti at binding kann
brúkast til okkurt sum
er meira elegant enn
vetrartroyggjur.