Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Á Funky Faroe Islands í London í farnu viku var nakað av tí besta innan føroyskan móta og føroyskan tónleik sýnt fram. Tær fýra Elisa Heinesen, Jóhanna av Steinum, Barbara í Gongini og Guðrun Ludvíg vístu fram síni snið. Meðan Elisa Heinesen ikki hevði møguleika at vera í London hesar dagarnar, vóru hinar tríggjar har, og vit fingu orð á tær um Funky Faroe Islands, teirra snið og um hvat tær fáast við í løtuni. Barbara í Gongini kom til London at luttaka á Funky Faroe Islands, beinleiðis úr París, har hon hevði sýnt fram á Zipzone Gallery beint undir Eiffel torninum. Har sýndi Barbara fram saman við nøkrum av teimum meira progressivu nøvnunum á heimsins størstu mótaviku. M.a. dananum Jens Laugesen, ið fekk heiðursløn frá fronsku delegatiónini, sum týdningarmiklasti sniðgevi á á mótavikuni. – Eg arbeiðið við eini smalari linju til ein smalan málbólk, sigur Barbara um sniðini, ið hon sýndi fram bæði í París og London og heldur fram: – Mítt vørumerki er at binda og flætta ymisk tekstilir saman, og at brúka rættiliga heftiga styling. Hetta sást millum annað á stóru og villu hárstýlingini við eitt nú balónum og pútum í hárunum á modellunum. Barbara heldur ikki, at tær nýtist at kategorisera móta í millum brúkbarheit og list, eins og onkur róði fram ímóti á pall- borðsfundinum. Barbara sigur tó, at hennara áhugi liggur ikki í at vinna nógvan pening upp á síni snið: – Eg vil tilføra okkurt nýtt til mótan, og lagið meg ikki eftir marknaðarkreftunum, sigur hon. Barbara ferðast í yvirháling ar- breytini, og er uppi ímóti teimum stóru sniðgevunum, hetta skapar virðing fyri hennara arbeiði, men teir stóru eru fíggjarliga sterkir, og kunnu lætt útkonkurera hana. Tí tekur hon eina sesong í senn. - Kann lítla eg koma og gera meg galdandi? Her er talan um at vita, hvussu lítil tú kanst vera og hvussu stórar søgur tú kanst fortelja, hetta krevur raffiniment, greiður Barbara frá. Hon er sera væl nøgd við til- takið, ið menningarstovan hevur skipað fyri í London. - Hetta er so forbiðið gott! Vit designarar hava ikki miðlar til at skipa fyri tílíkum tiltøkum. Funky Faroe Islands hevur givið okkum beinleiðis atgongd inn í enska mótaheimin, ein hurð er blivin sparka inn, og hetta verður ikki gloymt, sigur Barbara í Gongini um tiltakið. – Funky Faroe Islands hevur givið okkum beinleiðis atgongd inn í enska mótaheimin, ein hurð er blivin sparka inn, og hetta verður ikki gloymt, sigur Barbara í Gongini, ið stóð fyri villasta innslagnum á Funky Faroe Islands. FUNKY FAROE ISLANDS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hetta er so forbiðið gott! Við Stuttum skjúrtum og jakkum sýndar fram av modellum í stuttum buksum fangaði Elisa Heinesen eyguni hjá summum av umboðunum úr mótaídnaðinum yg yg Barbara í Gongini sýndi fram tey villastu sniðini, Hetta varð undirstrikað av stóru og villu hárstýlingini við eitt nú balónum og pútum í hárunum á modellunum