mikudagur 18. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Ferð okkara
kring knøttin
Á hesum báðum síðunum eru brot úr dagbókum frá okkara
fjakkaraferð kring knøttin. Ferðin byrjaði í august
og endar ávíkavíst í november og desember.
FERÐAÆTLAN
Føroyar, Keyp manna havn,
London, Los Angeles, Tahiti,
Moorea, Rarotonga (Cook
Oyggjarnar), Ný Sæland,
Avstralia, Bali, Singapore,
Maleisia, Teiland, London,
Keypmannahavn og Føroyar.
Navn: Maria í Brekkunum
Fødd: 24.04.85
Bústaður: Eiði
Mest nýtti luturin í ryggsekkinum:
– Ullintu hosurnar, sum eg við tógvið
stríð bant, áðrenn vit fóru avstað.
Hvat kundi eg gott verið fyri uttan í ryggsekkinum:
- Eg havi ALT ov nógv klæðir við. Ser liga toppar og
trussur. Vaskimaskinur eru hóast alt á hvørjum
vallaraheimi.
Størsti 'kiksari' á ferðini:
- Enska málið kundi til tíðir verið betri. Fyri
nøkrum døgum síðani var eg í einum matvøruhandli
og vísti mína ónøgd við kassan: - Excuse me. There's
no price on the hill, segði eg, og konan við kassan
hugdi sjálvandi spyrjandi.
Navn: Sissal Djurhuus Poulsen
Fødd: 01.05.85
Bústaður: Tórshavn
Mest nýtti luturin í ryggsekkinum:
- Skóleistarnir frá ommu og mítt
'lítla ferðaapotek', sum eg mangan havi spælt lækni
við.
Hvat kundi eg gott verið fyri uttan í ryggsekkinum:
- Ein bók við skemtisøgum, sum kallast
'Humørpiller'. Mamma stakk mær hana í hondina,
áðrenn eg fór. Eg havi blaðað í henni eina ferð, og
hon er so kav rotin.
Størsti skrekkur á ferðini:
- Ein simulator-biltúrur í Universal Studios og
grøn, smá fýrbein undir seingini. Eg græt og illa
læt í báðum førum, hóast einki hendi.
Navn: Rannvá Øssursdóttir
Fødd: 08.10.85
Bústaður: Tórshavn
Mest nýtti luturin í ryggsekkinum:
- Mínar hvítu sandalur við perlum,
sum nú eru gular, skitnar og perluleysar.
Hvat kundi eg gott verið fyri uttan í ryggsekkinum:
- 150 eingangslappar til pinkubarnarumpur. Eg veit
ikki hví, eg havi tikið teir við. Teir fylla alt ov
nógv og liggja nú í skrellispannini. Latið ikki
konurnar á apotekinum fáa teg at keypa allan
heimin, áðrenn tú fert avstað. Apotek eru eisini
uttan fyri Føroyar.
Størsti skrekkur á ferðini:
- Eg og Lív komu til at tippa eina vesikummu í Los
Angeles. Vatnið fleyt út á alt gólvið, og vit vóru í
dýrastu neyð. Ikki fyrr enn vaskikonan kom við
einum stórum sugviproppi, sluppu vit út aftur.
Navn: Lív Højsted Horsdal
Fødd: 18.03.85
Bústaður: Hoyvík
Mest nýtti luturin í ryggsekkinum:
- Mýggjabitaspreydósin. Hasi flúgvandi
beistini elska meg tíverri.
Hvat kundi eg gott verið fyri uttan í ryggsekkinum:
- Eg havi fimm tjúkkar og tungar bøkur við, sum eg
væl kundi hugsað mær at sloppið undan at borið. Men
eg havi longu lisið fýra, so eg veit ikki
allikavæl...
Størsti skrekkur á ferðini:
- Ein flugustormur á Moorea. Flugurnar vóru
allastaðni. í oyrunum, munninum, nøsini, innan fyri
buksubrøkurnar... Yllak.
Soleiðis sóu vit ut, tá vit
komu niður aftur á jarðarflatuna
eftir harða og spennandi lopið úr
propellflogfarinum.
Sólsetur á Moorea. Eitt gott stað
at fara, um ein ynskir at kobla frá
gerandisdegnum.
Í besta Baywatch stíli í Los Angeles