Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Los Angeles Vit mundu fingið sjokk og ekstreman heimlongsul, tá vit komu til hostellið á Hollywood Boulevard. Uttanfyri sótu øll og ballaðust, og í móttøkuni sat ein ung genta, sum drakk øl og roykti, meðan hon ekspederadi okkum. Síðan fingu vit tveitt eitt skitið og ráligt seingjarsett í hondina og vórðu vístar inn í eitt laksalitt felagskamar við 10 koyggjuseingjum, skápum við lásum og við rimum fyri vindeyguni. Hini á kamarinum vaknaðu, tá vit tendraðu ljósið. Bert tríggjar sengur vóru tøkar, so vit sógdu bara, at tvær av okkum kundu sova í somu song. tá brustu nøkur út ur at flenna og hugdu eftir okkum, sum vóru vit frá Mars. Hvussu var og ikki, so sovnaðu vit bangnar við mp3-spælaranum í oyrunum. Morgunin eftir dámdi okkum betur hetta kollektiva hostellið. Ella møguliga var tað dagsljósið, sum gjørdi alt hugaligari?... ”Higartil hava vit upplivað eina rúgvu í L.A.: Verið til Jay Leno Show, sæð Ben Affleck, Orlando Bloom, Beverly Hills, Universal, Rodeo Drive (Pretty Woman), etið á Sun Set Strip, verið á Venice Beach, sæð Hollywood skeltið og ein fúlan blottara 10 metrar frá okkum, sum - uttan at gera ov nógv av - fekk dagsins ’kick’ við at floyta eftir okkum. YLLAAKK! Vit runnu avstað alt fyri eitt. Í kvøld hava vit leigað ein limousine og fara ein biltúr í L.A. við sjampanju í hondini. Vit fara at vitja ymsar barrir og diskotek á reyðum teppum. Tað ljóðar eitt sindur vilt, men her í L.A. er alt eitt sindur garvilt, large, uppreklamerað og materielt. So onkra løtuna leingist okkum kanska eitt sindur heim eftir tryggu oyggjunum. Moorea Ta vit lendu á Tahiti, vóru vit heldur troyttar og gravskitnar av hitanum og langa flogturinum. Hóast hetta koyrdu vit tunga ryggsekkin á ryggin og settu kósina niðan á høvuðsvegin fyri at finna ein buss. Braðliga dyttaði ein stórur bussur og beyð okkum við. At koyra við bussinum var eitt satt upplivilsi. Hann var elligamal og hevði antikkar møblar. Floytan dyttaði stuttliga, og vit koyrdu ruggandi og brummandi móti miðbýnum. Vit løgdu alt fyri eitt til merkis, at folkini í býnum vóru vinalig og hjalpsom. Øll heilsaðu, tá vit komu framvið. Vit fingu næstan mentanarsjokk, um hugsað verður um, at vit júst høvdu verið í L.A. Ein fittur drongur hjalpti okkum at finna vegin til eitt hostel á Tahiti, men tað sá eitt sindur olekkurt ut. So vit valdu heldur at fara til Moorea, sum er ein onnur oyggj tætt við Tahiti. Milton, sum drongurin kallast, skuldi somuleiðis til Moorea og gjørdi av at hjálpa okkum allan vegin. Vit hugsaðu sjalvandi okkara: Hvør var hesin drongurin? Ætlaði hann ar snýta okkum? Ella var hetta kanska møguliga hansara/teirra máti at vera uppá? Hvussu er og ikki, so fóru vit við honum á eina stora ferju, og hann fann skjott ein góðan hýruvogn og eitt húsvognaplass til okkara her á Moorea. Moorea er framúr. Allastaðni eru palmar og vakrar blomur, sum tey flestu stinga til pynt aftan fyri oyrað. Kring alla oynna er ein kritahvít sandstrond við turkisblaum havi. á steinsettum gøtum ganga vit oman til havið, sum er fylt við akvariufiskum, sum vit helst høvdu kallað teir í Føroyum, í alskyns litum. Hóast tað er vetur her nu, bakar sólin allan dagin. Men her eru ikki so mógv ferðafolk í løtuni, tí tað er vetur, so vit eiga næstan alla strondina fyri okkum sjalvar: Tó eru nøkur pør á honeymoon og nøkur børn spæla í sjónum. Hetta ljoðar sum tað reina idyl, og tað er tað eisini. Í gjár sótu vit og spældu túsund (kortspæl) á einum beinki, meðan sólin spakuliga setti og hvarv við sjonarringin. Eitt gott stað at fara, um ein ynskir at kobla frá gerandisdegnum. Fra idyllinum fóru vit at gera okkum nátturða í okkara heldur skitna felagskøki, har alt verður brúkt av ollum og vaskað við sama svampi í vatni, sum tey siga, ein kann faa salmonella av at drekka. Men hetta royna vit eisini bara at taka sum eitt upplivilsi, og vit eru longu eitt sindur herdaðar. Komnar inn á kamarið løgdu vit okkum at lesa í friði og náðum. Brádliga skríggjaðu Rannva og Sissal av almegi. Eg og Maria fingu látikrampa, men tær skríggjaðu minst í 3 minuttir. tá var tað eitt heldur stort fýrabein, sum heilsaði uppa: - Braaaaaaaaaah, segði tað. Tær runnu inn í okkara kamar og pakkaðu seg langt undir soviposan. Tær vildu og skuldu sova í okkara tríggjar fermetra stóra kamari... eingin pardon. So tað var heldur trongt, og vit fingu illa sovið. Uttanfyri hoyrdu vit somuleiðis nógv undarlig ljóð av djórum, sum nú veruliga vóru vaknað. Puha. Vit kundu ikki gera annað enn at stappa oyraproppar í oyrað, leggja okkum langt inn í soviposan og royna at sova. Stutt eftir sovnaðu vit tíbetur og vaknaðu í morgun dýggjvatar í sveitta av heita soviposanum. Nú vóru djorini ikki so óhugnalig longur. Rorotonga Rorotonga er ein lítil oyggj í kyrrahavinum, sum hoyrir til Cook Oyggjarnar. Dagurin í dag er okkara seinasti her. í morgin fara vit víðari til Ný Sælands. Tá vit komu higar, ætlaðu vit at framskunda ferðina til Ný Sælands. Vit hugsaðu: Átta heilar dagar her á hesari elalítlu oynni. Ræðuligt. Men í roynd og veru hevur hetta staðið verið eitt tað besta. Um tað altso ber til at siga soleiðis, tí øll støðini hava verið serstøk á hvør sín hátt. Men dagarnir á oynni hava gingið so sera skjótt, og vit hava veruliga hugnað okkum, so tað stendur eftir. Millum annað hava vit verið í kirkju, etið døgurða saman við íbúgvunum á Rorotonga, verið í býnum, kavað, gingið ein sera langan túr á fimm tímar gjøgnum oynna (jungla = Tarzan og Jane), svomið og hugnað okkum saman við fólkum úr øllum heiminum í okkara hugnaligu og stóru smáttu mitt í fjøllunum. Ná, men eg má fara. Vit hava lovað at lært konurnar, sum arbeiða her, at binda og hekla. Tær eru so sera fittar og kýta seg við stokkunum og nalini. Onnur teirra hevur sitið uppi í alla nátt og heklað ein dúk. Tað eydnaðist henni rættiliga væl. Vaskikonurnar á Cook Oyggjunum læra seg at binda og stuttleika sær óført. Kring alla oynna, Moorea, er ein kritahvít sandstrond við turkisbláum havi.