mikudagur 18. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
MEIRA AV MOE
Joey Moe savnaði
sera nógv til
sínar framførslur
í Føroyum, og
hann var eisini
sera glaður fyri
ferðina til Føroya
JOEY MOE
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri góðari viku síðani
vitj aði danski sangarin Joey
Moe í Føroyum. Hann hevði
tvær framførslur, og undir-
tøkan fyri hesum framførsl-
um vístu, at hann er sera
væl umtóktur millum føroysk-
an ungdóm.
Joey Moe spældi á Eclipse
í Havn og í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði, og í báðum
støðum var talan um fult
hús. Gott lív var í, tá ið
Joey Moe sang sínar kendu
sangir, og hann dugdi væl
at fáa samband við áhoyr-
ararnar, sum fyri tað mesta
vóru tannáringar.
– Eg havi verið sera væl
móttikin í Føroyum, og fram-
førslurnar hava verið sera
góðar. Eg var til landsdyst-
in millum Føroyar og Lit ava,
og tað var ótrúliga keði-
ligt, at Føroyar taptu. Teir
skuldu havt klárað at hild-
in javnleikin, sigur Joey
Moe, sum eftir dystin var
kringsettur
eftir
skúla-
ungdómum, sum vildu hava
autografar frá honum.
– Eg var kløkkur av, at
fólk kendu meg aftur, og eg
skrivaði í øllum førum 200
autografar, sigur hann við
einum smíli.
Saman við Joey Moe var
eisini ein rappari, sum
gong ur undir navninum Jinx,
og hann var eisini fegin um
ferðina til Føroya.
- Fólk vóru við uppá
okkara tónleik, og eg vóni,
at vit kunnu koma aftur til
Føroya at spæla innan ov
langa tíð, segði hann.
Heitt navn í Danmark
20 ára gamli Joey Moe er
partur av Nexus-konsepti-
num, sum eisini umfatar Nik
& Jay. Joey Moe hevur ofta
framført saman við Nik &
Jay, men seinastu tíðina
hevur hann lagt alla orku í
sítt egna yrkisleið.
Og væl hevur gingið hjá
honum seinastu tíðina. Joey
Moe spældi á donsku festi-
valunum í summar, og í
løtuni er hann at rokna sum
eitt tað heitasta ungdóms-
navnið í Danmark.
Joey Moe hevur givið eina
fløgu út – Moetown – og av
hesari útgávu hava tvær
stakfløgur verið heilt nógv
frammi. Tann fyrsta var My
Last
Serenade,
og
tann
seinna er Flip It (Like a
DJ).
Joey Moey er góður sang-
ari, og hansara r’n’b-tón-
leikur er gott grundarlag
fyri hansara framførslum.