Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 201 - 18. oktober 2006 ] Mugu stríðast fyri Toto- plássinum Hóast úrslitið kundi bent tann vegin, so helt Heðin á Lakjuni ikki, at tað var steypafinalan leygardagin, sum sat í beinunum ella heys­un­ um á KÍ-spælarunum. – Eg haldi, at vit vóru klárir til dystin. Fyrstu løtuna hava vit eisini eitt gott tak á teimum, men tá teir so skora við einum fínum frísparki, broytast fortreytirnar sjálvandi nakað. Og ikki minst er tað keðiligt hjá okkum, at teir beint undan steðginum økja um leiðsluna. - Og so verður upp­ gávan jú nærum vón­ leys. Kanska fáa vit aftur eitt trýst, eftir at teir hava skorað til 3-0, men tað er líka sum for seint kortini. GÍ er nú bert eitt stig aftan fyri tykkum. Kenna tit trýst um at fáa Toto-plássið, nú bara eitt umfar er eftir? - Tað gera vit. Vit eru tvingaðir at fara eftir sigrinum á Eiði. Tað er einasti hátturin, sum vit sjálvir kunnu avgera nakað sum helst. Fleiri hava annars róð uppundir, at EB/ Streymur nokk ikki fer at fáa ein so truplan dyst móti tykkum. Hetta tí klaksvíkingar ikki vilja hava HB til meistara? - Tað er so ikki okkara borð. Fyri meg er tað fullkomuliga líkamikið, hvørt EB/ Streymur ella HB blíva meistarar. Okk­ara uppgáva er at syrgja fyri eini so góð­ari plasering til KÍ, sum vit á nakran hátt megna, sigur Heðin á Lakjuni avgjørdur. -mørk Todi longdist heim - Eg havi verið langt niðri seinasta árið, og eg havi merkt á mær, at eg havi ikki kunnað givið meg hundrað prosent fyri Start. Tað sigur Todi Jónsson við norska Fedrelandsvennen, eftir at hann hevur gjørt av, at hann gevst at spæla fyri Start. Todi gjørdi í fjør ein tvey ára sáttmála við Start, men hann hevði møguleikan at steðga samstarvinum eftir eitt ár, og tað valdi hann at gera. - Eg havi verið nógv burtur frá familjuni, og tað hevur havt ávirkan. Tað hevur verið hart fyri báðar partarn, sigur Todi við blaðið. Tað tóktist, sum um KÍ fór at verða fyrra liðið at gera mál, men so broyttist dysturin við drønskoti frá Áslaki Petersen KÍ-GÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrsta hálvan tíman av dystinum millum KÍ og GÍ í gjárkvøldið bendi einki á, at KÍ skuldi fara at tapa – og so als ikki við fleiri málum. Heimaliðið hevði munin fyrsta partin av dystinum, men GÍ hótti við onkrum mótálopum. Tá ið KÍ ikki gjørdi sær dælt av sínum møguleikum, koppaði dyst­ urin til fyrimun fyri GÍ, og at enda vann GÍ greiðan sigur. GÍ kom á odda eftir 25 minuttir, og tað var vorðið sum mál. GÍ hevði fríspark einar 25 metrar úr málinum, Gunnar Nielsen trillaði bólt­in til Áslak Petersen, sum drønaði bóltin upp und­ir nettakið uttan nakran møguleika hjá Meinhardt Joensen at bjarga. Málið tóktist taka nakað av luftini úr heimaliðnum, og eina løtu fyri hálvleik økti GÍ upp í 2-0. Hesaferð hevði KÍ-málmaðurin sín lut í málinum. Hann misti bóltin, og so endaði støðan við, at Sverri Jacobsen sendi flatt í málið til 2-0. GÍ avgjørdi dystin KÍ royndi at venda gongd­ ini í seinna hálvleiki. Teir fluttu meira fólk fram á vøllin, men í eina góða løtu var tað GÍ, sum var vandamiklari. Meinhardt Joensen mátti bjarga meira enn einaferð, áðrenn Sverri Jacobsen aftur skoraði. Sverri sneiddi eitt innlegg úr høgru síðu í málið, og so var GÍ á odda 3-0. Eftir hetta raknaði heima­ liðið við, og teir tóku yvir. KÍ trýsti meira sannførandi, og teir fóru eisini at skapa málkjansir. Tvær ferðir stút­ aðu leysir KÍ’arar heilt inni við málið, men framvið. Góðar 10 minuttir fyri tíð eydnaðist at skora, og tað var við máli frá Christian Lundberg, sum annars hevði gjørt lítið um seg. Heðin á Lakjuni sendi innfyri, Paul Clapson stútaði upp á tvørs, og so kundi Lundberg senda bóltin seinasta petti inn um málstrikuna. Stríð um Intertoto KÍ royndi framhaldandi at skapa kjansir, men tað eydnaðist ikki at skora meira enn tað eina málið, og so var tað ístaðin GÍ, sum setti punktum fyri dyst­ in­um. Innskifti Martin Olsen, sum er yngri beiggin hjá Súna Olsen, fekk 10 minutt­ ir á vøllinum, og teir brúkti hann til at stúta bóltin í málið til 4-1. Sigurin hjá GÍ og javn­ leikurin hjá B36 hava alt í einum við sær, at GÍ er komið upp í stríðið um bronsuplássið. B36 hevur í løtuni munin við 44 stigum. KÍ hevur 42 og GÍ 41. Tað, sum KÍ og GÍ helst leggja líka nógv í, er, at tað fremra liðið av teimum sleppur við í europeiskan fótbólt næsta kappingarár. KÍ spælir seinasta dystin ímóti oddaliðnum EB/ Streymi á Eiði, meðan GÍ og B36 spæla í Gøtu. KÍ-GÍ 1-4 (0-2): Dreymamál setti GÍ í gongd Ferguson argur um brendar kjansir Manchester United vann 3-0 á FC Keypmannahavn í Champions League týskvøldið, og tað var fult uppiborið, at enska liðið vann á tí danska, sum spældi væl, men skapti fáar kjansir. - Vit høvdu virðing fyri FCK, men vit royndu at spæla skjótt, so vit kundu skapa kjansir. Eg er ikki nøgdur við, at vit brenna so nógvar málmøguleikar. Alt hevði verið nógv lættari, um vit skoraðu fyrr í dystinum, segði Sir Alex Ferguson eftir dystin. FCK og Manchester United hittast aftur um tvær vikur, og tá verður tað í Parkini í Keypmannahavn. GÍ KÍ GÍ hevur vunnið á útivølli ímóti EB/Streymi og KÍ seinastu tvey umførini, og gøtumenn hava lagt upp í stríðið um bronsumerkini