mikudagur 18. oktober 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 201 - 18. oktober 2006
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Fríggjadagin 13.
oktober var móttøka
í nýggju deildini
hjá Dekksentrinum
á havnalagnum
í Saltangará.
Talan er um ein
væl innrættaðan
dekkverkstað, við
øllum tí sum hoyrir
til eina nútímans
dekksølu
Móttøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Nógv fólk, bæði úr Eysturoy
og aðrastaðni frá, høvdu
leitað sær til móttøkuna í
hølunum hjá Dekksentrinum
í Saltangará.
Talan er um ein væl inn
rættaðan dekkverkstað við
øllum tí sum hoyrir til ein
nútímans dekksølu.
Verkstaðurin er í ljósum
og hugnaligum hølum við
skrivstovu og einum rúmi,
har kundarnir kunnu fáa
sær ein kaffimunn og
nýta telduna til at leita á
internetinum ella kanna
teldupost, meðan dekkini
verða skift, bilurin verður
sporaður ella onkur smærri
umvaling verður gjørd.
Øll tólini á verkstaðnum
eru av nýggjasta slag,
har eru t.d. lyftir, dekk-
og balanseringsmaskinur
og sporitól til 4-hjólsút
mátingar, sum eisini kann
nýtast til aðrar kanningar
av bilum.
Eisini
verða
smærri
umvælingar gjørdar sum t.d.
oljuskift, skift av ljósperum
og akkmulatorum umframt
aðrar smærri umvælingar.
Á goymslu er altíð eitt
stórt úrval av dekkum og
felgum í nógvum ymiskum
støddum. Eisini verður eitt
fjølbroytt úrvæl av trukk
dekkum á goymslu.
Verkstaðurin er innrætt
aður til persónbilar, vøru
vognar, jeepar og trukkar.
Lastbiladekk kunnu lat
ast inn á verkstaðin og
síðan heinast aftur, tá tey
eru skift, sigur dagligi
leiðari á Dekksentrinum
í
Saltangárá,
Eyðbjørn
Hansen á Tofum. Eyðbjørn
er 36 ára gamal og útbúgvin
lastbilamekanikari. Hann
lærdi á lastbilaverkstaðnum
hjá P/f Hera Thomsen og
hevur drúgvar royndir við
umvælingum av bilum.
Okkara fremsta mál er
at veita viðskiftarfólkunum
eina góða tænastu, sigur
Eyðbjørn Hansen. Umframt
Eyðbjørn starvast eisini
Dánjal Jacobsen, sum býr
á Kambsdali, á dekkverk
staðnum.
Hóast
móttøkan
var
fríggjadagin, læt Dekksentr
ið í Saltangará alment upp
mánadagin 16. oktober.
Pessimisturin klagar altíð yvir vindin. Optimisturin vónar at
vindurin vendir. Realisturin stillar seglini, eftir sum vindurin er.
Kelda: danglas.dk
Dekksentrið – nú eisini í Saltangará
Starvsfólk á Dekksentrinum
í Saltangará, f.v.: Eyðbjørn
Hansen, leiðari, Dánjal
Jacobsen, hjálparfólk, og
Rúni Lindberg, leiðari á
Dekksentrinum í Havn
Rúni Lindberg við nýggja sporitólinum til 4-hjólsútmátingar
Móttøkan seinasta fríggjadag varð væl vitjað