mikudagur 18. oktober 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 18. oktober 2006
37
Tá sangarin Elton
John fekk sítt altjóða
gjøgnumbrot í 1973,
var tað við sanginum
“Goodbye yellow
brick road”, sum er
um gula Rolls Royce
bilin á myndunum.
Bilurin kemur
møguliga til Føroya
Rolls Royce
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Símun Jóannesarson
Beatles sum sungu um ein
gulan undirvatnsbát, og
Elton John sang um ein
gulan bil.
Herfyri frættu vit at ein
fransmaður, hvørs kona er
føroysk, hevði keypt ein
Rolls Royce, sum heims
kendi sangarin og sang
skrivarin Elton John hevði
átt. Talan er um ein gulan
Rolls Royce Corniche við
5,7 litur V8 motori frá
1968. Bilurin er rættuliga
sermerktur við gula litinum
og myrka takinum.
Tað er fransmaðurin Alain
Champiot-Bayard, sum býr í
Danmark og selur sport- og
frítíðarútgerð, sum keypti
bilin í Bordoux í Fraklandi
í februar mánað í ár. Alain
Champiot-Bayard er giftur
Unn, sum býr í Danmark og
hevur føroysk foreldur.
Sangurin hjá Elton John
“Goodbye yellow brick
road” er gjørdur í sambandi
við hendan bilin, sum eisini
er við í onkrum filmi. Tað
var hesin sangurin frá
1973, sum gjørdi at Elton
John fekk sítt altjóða gjøg
numbrot.
Bilurin er ein ektaður
Rolls Royce við t.d. kølara
gittari úr silvuri og fín
asta leður innan. Í øsku
bikarinum í bilinum er ein
sigarett, sum Elton John
sigst at hava roykt ein part
av.
Eigarin av gula bilinum
var í Føroyum nú í summar.
Hann hevur umhugsað at
koma til Føroyar við bilin
um og møguliga selja hann
her, um onkur hevur hug at
keypa.
Myndamaður okkara í
Keypmannahavn, Símun
Jóannesarson, hevur verið
í Hellerup, har Alain Cham
piot-Bayard býr, og tikið
myndir av bilinum.
Gamli bilurin hjá Elton John til Føroya
Alain Champiot-Bayard við gula Rolls Royce bilinum sum heimskendi sangarin Elton John hevur átt
Elton John (f. 1947)
bilar