Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 202 - 19. oktober 2006 Í gjár var vinnarin í búmerkjakapping Løgtingsins funnin. Vinnarin gjørdist 13 ára gamla Dagmar M. Winther úr Tórshavn, fyri hugskot hennara »úr føroyskum bindingarmynstrum« Búmerki Ella Larsen ella@sosialurin.fo Dagmar M. Winther gongur í 7. a í Eysturskúlanum. Hon var sera bilsin, tá hon fekk at vita, at hon hevði vunnið búmerkjakappingina. – Ein maður ringdi til mín í døgurða pausuni í gjár og segði, at eg hevði vunnið kapp­ingina. Eg trúði ikki ordi­liga uppá tað, so eg ringdi til babba, men hann trúði heldur ikki uppá tað, greiðir Dagmar frá. – Men tá vit so funnu út­av at tað passaði, bleiv eg ræðuliga glað, tí tað eru ræðuliga nógvir pengar. Virðislønin er 50.000 kr., men Dagmar hevur enn ikki gjørt av, hvat hon skal brúka allar pengarnar til. – Eg fari at goyma nakað av pengunum, og kanska fari eg at ferðast. Og systur mín sum hevði føðingardag í gjár, fær nokk eina stóra gávu. Hugskotið til búmerkið fekk Dagmar frá eini svartari troyggju við appilsingulum mynstri, sum hon var í. – Eg teknaði hugskotið, og babba teknaði tað inn á telduna og gjørdi tað pent. Eg vænti ikki, at eg hevði kunna vunnið, vissi babba ikki hevði hjálpt mær. Dagmar sendi uppskotið inn til kappingina, tí hon helt tað var stuttligt, at møguleiki var fyri at vinna so nógvar pengar. Men hon heldur eis­ ini, at tað hevði verið stutt­ ligt, um hennara uppskot bleiv nýggja búmerkið hjá Løgtinginum. Virðislønin verður handað Dagmar í fundarhølunum hjá Løgtinginum í morgin. Búmerkjakapping Løgtingsins: 13 ára gamal vinnari