hósdagur 19. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
5
tíðindi
Bæði Finnur Helms
dal og Jenis av Rana
viðurkenna, at málið
um samkynd er
viðkvæmt og hevur
stóran áhuga eisini
uttanfyri tinggátt.
Løgtingsfólk fáa
bæði teldubrøv og
sms frá fólki, ið antin
eru fyri ella ímóti. Í
samkomum verður
biðið
Samkynd
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Viðkvæma málið um at
geva
samkynd
innivist
í revsilógini tykist hava
stóran áhuga millum fólk.
Uppskotið, sum Finnur
Helmsdal og Annita á Fríð
riksmørk hava lagt fram,
býtir løgtingið í tvey. Í
teimum fýra størstu flokk
unum eru partafólk ósamd,
og samgongan tykist ikki
finna nakra semju. Avgerðin
tykist
í
veruleikanum
liggja hjá nøkrum fáum
tingmonnum, ið ikki hava
tikið endaliga støðu enn, og
hetta hevur økt um trýstið
uttanfyri tinggátt.
Sum skilst hava løgtings
fólk fingið óvanliga nógv
teldubrøv og sms frá fólki,
ið heita á tey um antin at
atkvøða fyri ella ímóti.
Eisini felagsskapir, so sum
Føroyadeildin hjá Amnesty
International, royna at gera
sína ávirkan galdandi.
Biðja í samkomum
Í gjár kom so ein beinleiðis
áheitan frá øðrum upp
skotsstillaranum,
Finni
Helmsdal, um at fáa fólk
og felagsskapir at gera
sína ávirkan galdandi, so
uppskotið verður samtykt.
Jenis av Rana er ímóti
uppskotinum. Hann sigur
seg vita um fleiri samkomur,
har biðið verður fyri, at
løgtingsmenn fylgja Guðs
orði og atkvøða ímóti.
- Tú kanst ikki kalla hetta
lobbyvirksemi. Virksemið
liggur á einum hægri stað,
og eg seti mítt álit á, at
løgtingsmenn taka atlit
til, hvat Bíblian sigur og
atkvøða ímóti. Persónliga
havi eg einki ímóti, at fólk
uttanífrá gera sína ávirkan
galdandi, so uppskotið verð
ur vrakað, sigur Jenis av
Rana.
Finst at fjølmiðlunum
Jenis av Rana heldur annars,
at málið um samkynd er
blást upp og vrangsnúgvað í
fjølmiðlunum. Í eini greina
røð í Sosialinum skýrir mið
flokkatingmaðurin millum
annað summi fjølmiðlafólk
fyri at misnýta sína positión
á tann hátt, at tað eru tey
kristnu, ið verða stemplað
sum tey, ið ganga á odda
í at happa og forfylgja øðr
vísi hugsandi.
“Hví misnýta nøkur fjøl
miðlafólk sína positión á
hendan hátt? Hví eru tey
so óreell?”, spyr Jenis av
Rana millum annað í greina
røðini.
Ætlanin var, at sjey av
átta tingfólkum hjá
Tjóðveldisflokkinum
skuldu standa
sum avsendarar av
uppskotinum um
broyting í revsilógini,
men semja fekst ikki
í lag, tí Páll á Reyna
túgvu ikki vildi vera
við
Samkynd
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki Finni
Helmsdal og Annitu á
Fríðriksmørk at fáa semju
innanfloks. Ætlanin var,
at ein samdur tingbólkur
undantikið Karsten Hansen
skuldi standa sum avsendari
av uppskotinum um at skoyta
“kynsliga orientering” upp
í mannamunsgreinina í
revsilógini.
Men tað eydnaðist ikki
at fáa semju, tí Páll á
Reynatúgvu, sum atkvøddu
ímóti upskotinum á jól
um, ikki vildi vera við.
Av tí sama varð semja í
tingbólkinum um bert at
hava Finnur Helmsdal og
Annitu á Fríðriksmør sum
uppskotsstillarar.
Vil ikki siga
Tað hevði annars ljóðað
bæði millum tingfólk í
Tjóðveldisflokkinum og í
fjølmiðlunum, at sandoyar
tingmaðurin hevði broytt
støðu, men hesum vil hann
ikki kennast við.
- Eg havi ongantíð sagt,
at eg havi broytt støðu.
Seinast atkvøddi eg ímóti,
og tað standi eg framvegis
við, men latið okkum nú
síggja. Uppskotið er ikki
viðgjørt enn, og tí kann eg
ikki siga, hvør mín endaliga
avgerð verður, sigur Páll
á Reynatúgvu, ið ásannar,
at hansara atkvøða kann
gerast tann avgerandi, um
uppskotið verður viðtikið
ella fellur.
Lobbyvirksemið longu byrjað
Málið um samkynd: Tey sjey blivu tvey
Umhugsa limaskap
Sunda kommuna er limur í Føroya Kommunufelag, men
herfyri fekk kommunan fyrispurning frá Kommunu
samskipan Føroya, um hon vil verða limur har ístaðin fyri.
Bygdaráðið hevur ikki tikið støðu enn. Heðin Zachariassen,
borgarstjóri, sigur, at tað eru fyrimunir og vansar við at
skifta felag. Í FK kunnu bygdaráðslimir vera stýrislimir,
men í KSF manna borgarstjórarnir stýrið. Sjálvur heldur
hann tað fyrra vera tað betra.
Mótmæla hvalaveiði
Nýsælendingar eru alt annað enn fegnir um, at íslendingar
hava gjørt av at fara undir vinnuliga stórhvalaveiði aftur.
Chris Carter, ráðharri í umhvørvisvernd, segði í gjár, at
nýsælendska stjórnin fer at senda íslendsku stjórnini eitt
mótmæli, og at hon fer at vísa á, at fleiri hvalasløg eru
í vanda fyri at verða týnd. Umhvørvisfelagsskapir í Ný
Sælandi mótmæla eisini íslendsku avgerðini og siga, at
einki rímiligt grundarlag er undir henni.
- Eg havi ongantíð sagt, at
eg havi broytt støðu. Seinast
atkvøddi eg ímóti, og tað
standi eg framvegis við,
men latið okkum nú síggja,
sigur Páll á Reynatúgvu,
ið ikki vildi vera millum
uppskotsstillararnar um at
broyta revsilógina
- Tú kanst ikki kalla hetta lobbyvirksemi. Virksemið liggur á einum hægri stað, og eg seti mítt álit á, at løgtingsmenn taka atlit til,
hvat Bíblian sigur og atkvøða ímóti, sigur Jenis av Rana, ið sipar til, at biðið verður í samkomum um, at uppskotið um at broyta
revsilógina verður vrakað