hósdagur 19. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 202 - 19. oktober 2006
tíðindi
– Løgfrøðingur
hevur staðfest, at
sum støðan er nú, er
tað ólógligt at geva
fiskimonnum betri
sømdir í ALS
ALS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Soleiðis sum lógin á ALS er í
løtuni, er tað ólógligt at geva
fiskimonnum betri sømdir í
arbeiðsloysisskipanini.
Tað staðfestir ein løgfrøði
lig niðurstøða, sigur nevnd
arformaðurin í ALS, Alfred
Petersen.
Tað hevur mangan verið
frammi, at fiskimenn hava
alt ov vánaligar sømdir í
arbeiðsloysisskipanini.
Tað seinasta, sum er hent
í hesum sambandi, er, at
Løgtingið samtykti í vár at
heita á Landsstýrismannin
í vinnumálum, Bjarna Djur
holm, um at virka fyri at
finna eina loysn, so at virka
fyri, at finna eina loysn upp
á trupulleikarnar hjá fiski
monnum, so at teir kunnu
fáa útgjald frá ALS, tá skip
teirra liggur.
– Men hetta ber ikki til,
soleiðis sum støðan er nú, tí
tað er í stríð við lógina, sigur
nevndarformaðurin í ALS.
Niðurstøðan er greið
Hann sigur, at í sambandi við
samtyktina í Løgtinginum í
vár, varð løgfrøðingurin hjá
ALS biðin um at gera eina
løgfrøðiliga niðurstøðu í
málinum.
– Og niðurstøðan hjá hon
um er púra greið: Soleiðis
sum lógin í ALS er nú, er ikki
heimild til at gera eina skipan,
sum gevur fiskimonnum betri
sømdir í ALS, sigur Alfred
Petersen.
Hann vísir á, at sum er, eru
fiskimenn í ALS sum er og
fáa útgjald úr skipanini, tá ið
teir verða uppsagdir og eru
tøkir á arbeiðsmarknaðinum
og sostatt eisini kunnu átaka
sær eitthvørt arbeiði, sum
ALS ávísir teimum.
Men sum lógin er orðað
nú, ber ikki til at gera eina
serliga skipan fyri fiskimenn,
sum ger, at teir eisini kunnu
fáa útgjald, tá ið skipið hjá
teimum av onkrari orsøk
verður lagt í eina tíð.
Í hesum sambandi verður
eisini víst á, at tá ið ein
serlig skipan skuldi gerast
fyri fiskafólk á landi, mátti
lógarbroyting til.
Og tað sama er galdandi,
skal ein serlig skipan gerast
fyri fiskimenn, staðfestir løg
frøðingurin hjá ALS.
Alfred Petersen sigur, at
stýrið fyri ALS hevur tikið
niðurstøðuna hjá løgfrøð
inginum til eftirtektar og
hevur sent svarið víðari til
Vinnumálaráðið.
Ólógligt at geva
fiskimonnum betri
sømdir í ALS
Fiskimenn
og ALS
Tað hevur mangan verið
frammi, at fiskimenn
hava ov vánaligar sømdir í
Arbeiðsloysisskipanini.
Víst hevur serliga verið
á, at tá ið skip liggja ávísar
tíðir, fáa fiskimenn ikki
eitt oyra úr ALS, hóast teir
onga inntøku hava
Vanligastu orsøkirnar til,
at skip liggja, er, at tey eru
á beding og til eftirlit, men
tað kann eisini vera at tey
verða løgd fyri fiskaloysi.
Undir hesum umstøðum
fáa fiskimenn onki frá
ALS, hóast teir ganga fyri
onki í langa tíð.
Fyri at fáa útgjald úr
ALS, skal fiskimaður verða
beinleiðis uppsagdur og
hann skal eisini vera tøkur
á arbeiðsmarknaðinum og
sostatt eisini til reiðar at
átaka sær eitt hvørt arbeiði,
sum ALS ávísir honum.
Tað hevur frammi at fiski
menn hava alt ov vánaligar
umstøður í ALS, tí hildið
verður, at tað er órímiligt, at
teir ikki kunnu fáa útgjald
úr skipanini, tá ið teir eru
noyddir at ganga í landi í
langa tíð av tí at skipið liggur
av einhvørjari orsøk.
Seinastu royndina at
bøta um umstøðurnar hjá
fiskimonnum í ALS, gjørdi
Kári P. Højgaard, løgtings
maður, tá ið hann í vár legði
uppskot fyri Løgtingið.
Í uppskotinum vildi
hann hava Løgtingið at
heita á landsstýrismannin í
vinnumálum um at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at broyta lógina um ALS, so
at fiskimenn eisini kundi fáa
útgjald úr skipanini, tá ið teir
onga inntøku høvdu av tí at
skip teirra liggur í eina tíð.
Men meirilutin í løgting
inum vildi ikki heita á Lands
stýrismannin um at leggja
uppskot fyri tingið um at
beinleiðis at broyta lógina.
Ístaðin samtykti Løg
tingið eina bleytari orðing
sum segði, at heitt varð á
Landstýrismannin í vinnu
málum, Bjarna Djurholm,
um at virka fyri at finna eina
loysn upp á trupulleikarnar
hjá fiskimonnum, so at teir
kunnu fáa útgjald frá ALS,
tá skip teirra liggur.
Men sum tað sæst á øðrum
greinum her á síðuni, letur tað
seg ikki gera uttan víðari.
Skulu fiskimenn hava
betri sømdir í ALS,
má tað umhugsast
sera gjølla og tað hava
vit ikki arbeiðsorku
til beint nú, sigur
Bjarni Djurholm
ALS og fiskimenn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fyribils verður onki gjørt
fyri at geva fiskimonnum
betri umstøður í ALS.
Tað staðfestir Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Hann hevur merkt sær
niðurstøðuna hjá ALS um,
at skulu fiskimenn hava ser
liga sømdir í skipanini, krevst
lógarbroyting.
– Og tað hava vit ikki
arbeiðsorku í Vinnumálaráðn
um til at fara undir í løtuni,
sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tá ið Vinnu
málaráðið fekk niðurstøðuna
frá ALS, varð longu ein
listi gjørdur yvir tey mál,
sum ætlanin er at gremja í
næstum.
Og Bjarni Djurholm
sigur, at tann listin verður
framvegis raðfestir og av
tí, at svarið frá ALS ikki
var komið, tá ið listin var
gjørdur, er spurningurin um
ALS og fiskimenn ikki á list
anum.
Og listin verður ikki broytt
ur, tí so má okkurt av málunum
leggjast á hyllina av teimum,
sum vit frammanundan høvdu
sett okkum fyri at fremja,
sigur hann.
– Hetta er heilt einfalt ein
spurningur um arbeiðsorku,
leggur hann afturat.
Tí verður tað ikki fyrrenn
í hvussu so er eftir jól, at
spurningurin um fiskimenn
og ALS kann takastr til
viðgerðar.
Og Bjarni Djurholm ásann
ar, at hetta er ikki eitt mál,
sum er einfalt at loysa.
Tvørturímóti er talan um
eitt sera prinsipielt mál, tí
skulu fiskimenn hava serliga
skipan, kann henda, at eisini
aðrir bólkar fara at krevja
sersømdir.
Men eftir hansara fatan,
er politiskur vilji til at taka
umstøðurnar hjá fiskimonnum
í ALS til viðgerðar.
- Í hvussu so er, er vilji til
at broyta viðurskiftini lutvíst,
men eg ivist í, at vilji er til
at gera so stórar broytingar,
sum nøkur hava hug til.
– Spurningurin, hvørjar
avleiðingar tað fer at fáa,
verður støðan hjá fiskimonn
um broytt. Tað er eitt mál,
sum kann skapa fordømi, so
at eisini aðrir bólkar fara at
krevja serligar sømdir og tí
skulu broytingar umhugsast
sera gjølla, sigur Bjarni Djur
holm.
Tað var eisini orsøkin til,
at Løgtingið í vár ikki vildi
heita á landsstýrismannin um
at broyta lógina, men einans
vildi heita á hann um at virka
fyri at finna eina loysn.
Gera onki við fiskimenn og ALS enn
Vilja politikarar hava, at fiskimenn skulu fáa betri sømdir í
ALS, er bara eitt at gera og tað er at fáa Løgtingið at broyta
lógina
– Fiskimenn mugu bíða
eftir betri sømdum í ALS, tí
arbeiðsorkan í Vinnumála
ráðnum røkkur ikki til, sigur
Bjarni Djurholm
Aftur bókakafé
Tær væl umtóktu bókakaféirnar á Hafnia Lounge byrja ú
aftur. Tann fyrsta í hesum umfari verður mikudagin 25.
oktober . Tá fer Elin Mortensen at hugleiða um bókina
„Ung undir krígnum“, og Unn í Dali fer at lesa úr egnum
yrkingum. Bókadeild Føroya Lærarafelags verður eisini á
bókakaféini mikudagin, og har fer eitt umboð fyri deildina
at greiða frá virkseminum. Tað eru Kunningarstovan og
Hotel Hafnia, ið skipa fyri.
Minnast Mikkjal
Í morgin, 20. oktober, eru 50 ár liðin, síðani skaldið Mikkjal
á Ryggi doyði, og í tí sambandi skipar Vága Dansifelag fyri
kvøldsetu í annaðkvøld kl. 20. Kvøldsetan verður í Beitinum
í Miðvági, har Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp. Á
kvøldsetuni verður ymiskt hjá skaldinum lisið upp, nakrir
av sangum hansara verða sungnir, og farið verður eisini
upp á gólv. Ein ljósmyndarøð frá einari láttraferð er eisini
á skránni.