hósdagur 19. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
7
tíðindi
Nýggja vatnleiðing
Landsverk er í ferð við at gera landsvegin út til Oyrar av
nýggjum, og tí hevur Sunda kommuna valt at brúka hetta
høvið til at leggja nýggja vatnleiðing til bygdina. Talan er
um teinin frá bátahylinum á Oyrarbakka og út til Oyrar
ella umleið ein kilometur. Menn hjá kommununi gera
arbeiðið, sum kostar umleið 300.000 krónur. Í sambandi
við vegagerðina leggja menn hjá Landsverki eisini nýggjan
kaðal til gøtuljósini suðureftir.
Guds bankamaður í Miðlahúsinum
Í morgin klokkan 20 kemur George El Khoury at hava fyrilestur í Miðlahúsinum.
George er vorðin kendur sum “Guds bankamaður”. Hann er føddur og uppvaksin hjá
fátækari familju í Libanon. Hann stríddi seg fram í lívinum og endaði við at gerast
ríkur og kendur bankamaður, eftir at hann hevði ment eina nýggja lánsskipan.
Hann broytti sítt lív í marglæti, tá ið hann gjørdist kristin. Nú ferðast hann runt
og greiðir frá um lív sítt og trúgv sína. Hann er goftur aftur við konu sínari, sum
hann rýmdi frá fyri nógvum árum síðani. Tey bæði reka eina kirkju og eina kristiliga
sjónvarpsrás í heimlandinum Libanon.
Børn skulu í skúla
sum seks ára gomul
og tey skulu eisini
hava fleiri tímar enn
1. flokkur hevur í
dag. Tað eru nøkur
av teimum 45 tilmæl
unum, sum PISA-
arbeiðsbólkurin er
komin við í álitunum,
sum varð handað í dag
PISA-TILMÆLI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
13. juli í ár varð ein arbeiðs
bólkur settur, sum skuldi
koma við einum uppskotið
um, hvussu vit fáa broytt og
bøtt um vánaligu úrslitini
sum PISA-kanningin vísti.
Í dag varð uppskotið, um
at styrkja fakliga førleikan
hjá næmingunum og at
menna fólkaskúlan, handað
landsstýrismanninum í menta
málum, Jógvani á Lakjuni.
Tað var Olaus Jespersen,
formaður í bólkinum, sum
greiddi frá uppskotinum.
Hann legði fyri við at vísa á,
hvat PISA kanningin vísti.
Førleikin í lesing, náttúru/
tøkni og støddfrøði var ov
vánaligur, men næmingarnir
trívast í skúlunum og lesa
eisini fleiri avísir enn
aðrastaðni.
6 ára gomul í skúla
Jógvan á Lakjuni greiddi
frá, at arbeiðsbólkurin er
settur saman av so nógvum
ymiskum, fyri at fáa so nógv
ar ymsar vinklar á málið sum
gjørligt.
Eisini hava fólk uttan
fyri arbeiðsbólkin verið við
á fundum. Millum annað
ein næmingur, umboð fyri
pedagogarnar og eisini
útlendskir serfrøðingar.
Uppskotið er eisini merkt
av tí, at tað eru nógv fólk,
sum hava stungið høvdini
saman, tí tað eru onki
minni enn 45 tilmæli, sum
ein samdur arbeiðsbólkur er
komin við.
Millum mest kollveltandi
tilmælini var skúlaaldurin
skal lækkast frá sjey ár til
seks ár.
– Vit síggja næstan alla
aðrastaðni, at børn fara í
skúla sum seks ára gomul,
og tí er tað væl natúrligt, at
vit eisini lækka skúlaaldurin
her heima, sigur Jógvan á
Lakjuni, sum tekur undir
við hesum tilmælinum frá
bólkinum.
Bólkurin mælir til, at
skúlaaldurin verður lækkaður
frá 2008, men hetta dugdi
landsstýrismaðurin ikki at
ímynda sær, um tað lat seg
gera ella ikki.
Ein onnur broyting sum
bólkurin mælir til er, at
hækka tímatalið hjá teimum
fyrstu flokkunum, t.v.s. 1.-3.
flokk. Í dag hava næmingar í
1. flokki umleið 18 tímar um
vikuna, men verður tilmæli
fylgt, so skal 1. flokkur hava
25 tímar um vikuna.
Í samband við at skúla
aldurin verður lægri, er
ætlanin eisini, at skiftið frá
barnagarði til skúla verður
samskipað betri. Í dag eru
barnagarðar og skúlar, sum
hava eitt ávíst samstarv, men
hetta skal nú formaliserast,
soleiðis at vit fáa eitt slag
av innslúsingarskipan frá
barnagarði til skúla, og báðir
partar eru fyrireikaðir upp á,
hvat tað er teir møta.
Eisini verður mælt til, at
dagstovnaøkið verður lagt
undir mentamálaráðið.
10 ára
undirvísingarskyldu
At skúlaldurin lækkar
merkir ikki, at næmingurin
sleppur upp aftur yngri úr
skúlanum enn hann ger í
dag. Undirvísingarskyldan
verður tíggju ár, og til tey
sum tá ikki eru klár at fara
víðari á ein miðnámsskúla,
má eitt annað tilboð finnast
til, varð sagt á fundinum.
Fyri at hækka støði hjá
næmingunum og at øll skulu
virka undir somu treytum, er
ætlanin at gera landsroyndir
fyri allar næmingar. Lands
royndirnar koma aftrat
fráfaringarroyndunum, og
skulu geva næmingum, lær
arum, foreldrum og myndug
leikum upplýsing um fakliga
støði, trivna, arbeiðslag og
annað í skúlunum.
Soleiðis ljóða nøkur av
tilmælunum, sum arbeiðs
bólkurin er komin við, og
fleiri teirra kunnu síggjas
aðrastaðni á síðuni.
Tilmæli hjá bólkinum er hetta:
• Dagstovnaøkið verður lagt undir Mentamálaráðið
• Skiftið frá barnagarð til skúla verður samskipað betri
• Børn fara í 1. flokk tá tey eru seks ára gomul
• Fleiri tímar eiga at verða settir av til føroyskt á
tímatalvuni fyrstu árini í skúlanum
• Hvønn dag eiga allir næmingar at lesa 20 minuttir í
skúlanum. Næmingar í 1. og 2.floggi eiga somuleiðis at
skriva hvønn dag í 20 minuttir.
• Skipað fyri lesiskeiðum, lesidøgum, ella –vikum, har
innihaldið er tillagað eftir, hvørjum lesistigi næmingurin
er á.
• Skipað verður fyri ráðlegging í lesing um hvønn ein
staka næming við støði í kanningum og eygleiðingum,
ið serlærarin/lærarin í føroyskum hevur gjørt.
• Skipað verður fyri almennum lesiátaki.
• Økt játtan til bókaútgávu.
• Nútímans telduútgerð í skúlanum.
• Seta í verk full eftirmetingarskipan, sum umfatar
næmingaeftirmeting, landsroyndir, støðuroyndir.
• Seta í verk kanningar av undirvísingini.
FAKTA
Tilmæli frá PISA-arbeiðsbólki:
Lækkið skúlaaldurin
og hækkið tímatalið
Olaus Jespersen, formaður í bólkinum, greiddi frá uppskotinum
Mynd: Jens Kristian Vang