Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 202 - 19. oktober 2006 tíðindi FLOGVANLUKKA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Enn vita vit einki við vissu, men sakkunnleikin er komin til ta fyribilsniðurstøðu, at spoylararnir á veingjunum á flogfarinum ikki fóru upp. Vit vita enn einki um, hví so var, men út frá hesum seta vit fokus á spoylararnar. Soleiðis sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog eft­ ir at norska havarínevndin hev­ur boðað frá, at orsøkin til vanlukkuna á Stord var, at spoylararnir ikki fóru upp soleiðis, sum teir eiga. Magni Arge sigur, at At­lants­flog ger alt sum ger­ ast kann til tess at hjálpa havarínevndini. Men hann legg­ur samstundis dent á, at talan er um eina fyri­bils­ grein­ing, og at ikki ber til at døma út frá hesum. Í Degi og Viku týs­kvøld­ ið segði Johan í Niðr­i­stovu, flogovasti hjá At­lants­ flog, at tey hava upp­liv­að trupulleikan við spoyl­ar­u­ num tvær ella tríggjar ferðir áð­ur, uttan at tað hevur ført til nakra vanlukku. Men tær ferð­irnar hevur flogbreytin ver­ið nóg long til at flogfar­ ið kortini steðgar, ella hevur flog­skip­­arin havt stundir til at tikið støðu til at fara upp­ aft­ur, sigur Magni Arge. Hann leggur dent á, at hann ikki er serkønur í slíkum tekn­isk­um spurningum, men at sum hann skilir tað, so kunnu spoylararnir ikki fara upp, fyrr enn hjólini hava fingið rættuligt festi í flogbreytina – og at tað tí ikki hevur verið ein tøkn­i­lig­ ur trupulleiki – men held­ur, at flogfarið ikki rættuliga hevur sett seg. Kunnu vit sum brúkarar nú stóla uppá, at hini flog­før­ ini hjá Atlantsflog eru nóg trygg at flúgva við, og hava tit eftirhugt spoylararnar í teimum? – Vit liva upp til øll krøv, sum myndugleikarnir og fram­leið­arin seta okkum. Vit fylgja eisini øllum for­ skrift­um í samband við eft­ ir­lit o. s. fr. Eitt óhapp sum hetta er sera, sera óheppið, og vit mugu finna orsøkina. Vit eru sera hart rakt, men vit hava onga orsøk til at halda, at vantandi við­lík­a­ hald ella prosedurur hava verið orsøkin. Vit seta nú fok­us á spoylararnar og eft­ir­kanna allar operativar mann­a­gongdir saman við fram­leið­aranum, sigur Magni Arge. Hvørji ítøkilig stig eru longu tikin? – Vit flúgva ikki upp á Stord. Vit gjøgnumganga allar prosedurur. Vit fara ígjøngum alt tað tekniska við­víkjandi spoylarunum sam­­an við framleiðaranum og eft­irkanna all­ar for­skrift­ ir, sig­ur Magni Arge og vísir á, at felagið fer at int­en­si­ver­a all­an inn­­sats við­ víkj­andi trygd­ini. Hóast nógv hevur verið at hoyrt um trupulleikar við flogførum hjá Atlantsflog seinastu tíðina, so leggur stjórin dent á, at felagið ikki dylir nakað sum helst. Mánakvøldið vóru trup­ ul­leikar við før­oy­a­flog­far­ i­num, sum skuldi fara úr Kastr­up. – Tað er rætt, at eitt tól í flúgvarinum ikki fungeraði sum tað skuldi mánakvøld­ ið. Tað var seint, vit høvdu havt nógvar og drúgvar seink­­ing­ar um vikuskiftið av mjørka, og tað bar ikki til at fáa tað umvælt alt fyri eitt tað kvøldið. Tí valdi flog­skip­arin at fáa ferð­a­ fólk­­ini á hotel, og flogfarið fór avstað í øllum góðum morgunin eftir, sigur Magni Arge. – Hetta er júst eitt dømi um, at vit taka tingini í allar størsta álvara. Tað er tað sama við flapslendingunum í Bergen. Tá vit fáa slíkar trup­­ul­­leikar, so siga for­ skrift­irnar, at vit skulu trygd­ ar­lenda á einum longum vølli – hetta hevur als einki við neyðlending at gera, sigur Magni Arge, sum held­ur, at hesar hendingar fingu ekstremt stóra umtalu í fjølmiðlunum. – Men vit halda alla tíðina fast upp á prosedururnar! Í norskum miðlunum hev­ur nógv verið at hoyrt um, at arbeiðsfólkið hjá Aker ikki vilja nýta flogvøllin á Stord. Í gjárkvøldið frætt­ist, at Aker hevur tikið av­gerð um ikki at flúgva upp á Stord. Flogskipararnir kunnu halda fram Sleppa flogskipararar, sum hava verið fyri slíkum havaríi, har fólk hava látið lív, aftur at flúgva, ella hvussu eru prosedururnar? – Eg vil vurdera, at tað sleppa teir. Teir skulu sjálvandi venjast uppaftur, men eg gangi út frá, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá teimum at sleppa at flúgva aftur, um teir altso sjálvir ynskja tað, sigur Magni Arge. Tað mest umráðandi er at finna – Eg vakni hvønn morgun og vóni, at hetta bara var ein óndur dreymur, men tað er tað ikki – hetta er tann beiski ver­­uleikin, men eg kenni stóran ugga í, at familjan hjá Guðr­un hevur havt so stórt yv­irskot til at hugsa um okkum í sorgini. Tey hava eggjað okkum til at halda á og ikki missa mótið, tí Guðrun var so glað fyri sítt arbeiðspláss. Tí kenna vit í felagnum tað sum eitt kall, at øll – frá ovast til niðast – standa saman og stríða okkum gjøgn­um hetta ódnarveðrið og tryggja felagnum eina góða framtíð, sigur Magni Arge Tað sum hendi nú hevur absolutt onki at gera við okkara frágreiðing fyrr í ár. Atlantic Airways livir upp til øll statslig trygdarkrøv, og hóast flogfelagið framvegis er undir herdum eftirliti so hevur SLV álit á Atlantsflog FLÚGVING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Statens Luftfartsvæsen krev­ur, at flogfeløgini, teir hava eftirlit við liva upp til øll altjóða trygdarkrøv. Tað ger Atlantic Airways eis­ini, og virka teir undir somu treytum sum stór al­tjóða flogfeløg sum Luft­ hansa, Air France, SAS og fleiri onnur. Tað slær kunningarstjórin hjá Stat­ ens Luftfartsvæsen, Tor­ ben Anker, fast fyri Sos­i­al­ inum. – Tað eru somu reglur gald­andi fyri allar partar, sig­ur Torben Anker. Kunningarstjórin sigur eis­ini, at síðani Atlantsflog rættaði upp á tey frávik, sum Statens Luftfartsvæsen vísti á í frágreiðing síni, so livir Atlantsflog upp til øll stats­lig trygdarkrøv. – Vit hava tó framvegis eitt hert eftirlit við Atlantic Airways og tað fara vit at hava eina tíð framyvir, sigur Torben Anker, sum ikki kann seta dato á, nær teir gevast við hesum og ein­ans hava vanligt eftirlit við flogfelagnum. – Men í samband við hert eftirlit eiga vit at hava í huga, at tað als ikki er ó­vanligt, at flogfeløg eru undir slíkum, tí vit trygdin er so ófatiliga umráðandi, sig­ur Torben Anker og vísir á, at Mærsk Air og Ster­ling Airways eisini vóru undir herdum eftirliti, tá hesi løgdu saman, fyri at tryggja sær at alt við trygdini kom í rætt lag. Seinastu vikuna hava søg­ ur­nar verið mangar í norsku bløð­unum, um standin hjá Atlantic Airways. Bæði navn­givin og ónavngivin fólk hava greitt frá sínum upplivingum og royndum við Atlantic Airways. Hetta gera vit kunn­ing­ ar­stjór­an hjá Statens Luft­ farts­væ­s­en vart við, og spyrja hann um hann fram­ vegis hevur álit á Atlantic Air­ways eftir hesar søg­ur­ nar. – Vit kunnu ikki fara at grunda okkara eftirlit á útsagnir í norskum bløðum um Atlantic Airways. Tað ber als ikki til. Vanligt er, at fólk, sum eru ónøgd, klaga um tað, men tað er altso ikki støðan í hesum málinum. Vit hava ongar klagur fingið úr Noreg um Atlantic Airways, hvørki frá norskum myndugleikum ella frá ferðafólki har, vísir kunningarstjórin í Statens Luftfartsvæsen, Torben Anker, á. Atlantic uppfyllir til øll statslig trygdarkrøv Gevast við at flúgva til Stord VG veit í morgun at siga, at starvsfólkini hjá Aker Kværner hava gjørt felagnum greitt, at tey ikki ynskja at flúgva á Stord meira í teimum flogførum, sum nú verða brúkt til flúgvingina. – Okkara limir hava sagt, at tey ikki ynskja at lenda á Stord meiri, og tað hava vit tikið til eftirtektar, sigur Leif Egil Thorsen, álitisfólk hjá Aker Kværner Elektro, við NRK. Kunningarstjórin hjá Aker Kværner, Torbjørn Andersen, sigur, at avgerðin um at gevast við at flúgva til og frá Stord í verandi flogtypum, varð tikin umgangandi eftir vanlukkuna. Dagligi leiðarin á Stord flogvøllinum, Jan Morten Myklebust, harmast um avgerðina og heldur, at hetta kann geva flogvøllinum fíggjarligar trupulleikar.