hósdagur 19. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
9
tíðindi
Stutt sagt
Summi starvsfólk hjá Aker
hava eisini havt hvassan kri
tikk mótvegis Atlantsflog
og róð framundir, at Aker
eigur at siga sáttmálan við
Atlantsflog upp.
– Tað er væl skiljandi, at
ein ólukka loypir ótta á fólk,
og tí er tað ein uppgáva hjá
okkum at sannføra fólk, um
at tað framvegis er trygt at
flúgva við okkum. Formelt
er hetta álit staðfest hjá eft
irlitsmyndugleikanum, men
reelt er tað bert viðskifta
fólkini, sum koma umborð
á flogførini, sum staðfesta
hetta álit, sigur Magni
Arge.
Hann vísir eisini á, at í
Noregi hevur umtalan av
felagnum nærmast ment
seg til eina hetz, har alt
møguligt verður rørt í ein
pott og brúkt til at sáða
misálit.
– Aker má sjálvsagt fyri
halda seg til bæði sakkunn
leikan og ótta ella øsing mill
um tey, sum skulu flúgva
við flogførunum. Aker og
Atlantsflog arbeiða saman
um at sissa fólk. Flúgvingin
fyri Aker minkar í vetur og
fellur burtur út á várið, tá
Snøhvitt og Ormen Lange
verkætlaninar eru at enda
komnar.
– Enn hava vit ikki fingið
nakran nýggjan sáttmála,
men vit gera sjálvandi alt
fyri at finna aðrar rutur
úti í heimi, tí hetta er sera
umráðandi fyri felagið, sig
ur Magni Arge.
Hvussu hevur vanlukkan
ávirkað Atlantsflog innan
hýsis? Og hvørja hjálp
hava starvsfólkini fingið.
Hvørja tilbúgvingarætlan
hevur felagið?
Hendan vanlukkan hev
ur sjálvandi merkt øll
starvsfólkini hjá Atlants
flog. Magni Arge sigur, at
ein partur av tilbúgvingar
ætlanini í hesum føri var at
taka hond um starvsfólkini,
upplýsa tey um, hvat
hendi og bjóða teimum
kreppuhjálp, ið høvdu tørv
á tí.
– Vit høvdu eisini eina
minningarløtu í hangari
num, tá kistan við Guðrun
kom heim, og vit hava eis
ini verið á Stord saman við
familjuni hjá Guðrun, sigur
hann.
Magni Arge sigur, at hann
sjálvur var staddur í Noreg
teir fyrstu dagarnar, men
hann hevur skilt, at tey,
ið stóðu fyri tilbúgvingini
heima hava gjørt eitt dygd
argott arbeiði.
Hava tit merkt nakað
til, at ferðafólk hava vent
tykkum bakið?
– Nei, tað hava vit als
ikki. Tvørturímóti hava vit
kent stuðul og stóra sam
kenslu frá Føroya fólki,
sum vit eru sera takksom
fyri.
– Hvussu hevur tú havt
tað persónliga eftir vanlukk
una?
– Mín persónur er ikki so
áhugaverdur í hesum. Eg
eri ikki tann, sum havi mist
mest, so tað er ikki synd í
mær, men tað hevur verið
ótrúliga hart. Eg vakni
hvønn morgun og vóni, at
hetta bara var ein óndur
dreymur, men tað er tað
ikki – hetta er tann beiski
veruleikin, sigur Magni
Arge.
– Men eg kenni stóran
ugga í, at familjan hjá Guðr
un hevur havt so stórt yvir-
skot til at hugsa um okkum
í sorgini. Tey hava eggjað
okkum til at halda á og ikki
missa mótið, tí Guðrun var
so glað fyri sítt arbeiðspláss.
Tí kenna vit í felagnum tað
sum eitt kall, at øll – frá
ovast til niðast – standa
saman og stríða okkum
gjøgnum hetta ódnarveðrið
og tryggja felagnum eina
góða framtíð, sigur Magni
Arge.
Norsku
fjølmiðlarnir
hava ikki verið so mjúkir
við Atlantsflog, hvat sigur
tú til tað?
– Hetta er tað, sum
vit mugu liva við í hesi
modernaðu verðini, har alt
skal endavendast, hóast tú
stórliga kann ivast í, hvønn
týdning tað hevur fyri tað,
sum er hent, sigur Magni
Arge, sum er sera hamur
um viðferðina, sum før
oyska felagið hevur fingið
í norsku miðlunum.
– Men tað mest umráð
andi er at staðfesta, hvør
orsøkin til vanlukkuna var,
so vit kunnu tryggja okk
um, at ein slík vanlukka
ikki hendir aftur. Vit renna
ikki undan ábyrgdini, men
nú hava vit brúk fyri einum
andarhaldi, so vit fáa frið at
arbeiða við hesum málinum,
sigur Magni Arge.
- Vit hava handfarið
málið við Hans
Hansen rætt.
Spurningurin mill
um operatør og
myndugl eikan er
avgerandi. Á SLV
staðfestu tey avgerð
ina um at siga leið
aran úr starvi við
nøgd semi
Atlantsflog
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í gjár kom fram, at Hans
Hansen, flogovasti hjá
Atlantsflog varð koyrdur
úr starvi eftir at felagið
fekk átalu frá Statens
Luftfartsvæsen. Vit hava
spurt Magna Arge, stjóra
í Atlantsflog, hví einki
hevur verið at frætt um
hetta:
– Vit mettu, at talan var
um eitt starvsfólkamál,
sum ikki var alment. Slík
mál eru altíð eym. Hans
Hansen hevur gjørt eitt
sera stórt arbeiði fyri
Atlantsflog øll árini, sigur
Magni Arge.
– Hans Hansen var far
in frá sum flogskipari
fyri aldur, og eitt genera
tiónsskifti var á veg – og
tað valdu vit at gjøgnum
føra við hetta høvi, sigur
Magni Arge.
Stjórin í Atlantsflogi
heldur, at felagið hevur
handfarið málið rætt.
Spurningurin um álit mill
um operatør og myndug
leika er heilt avgerandi.
- Vit kundu farið í eitt
kjak við myndugleikan
um málið, men í semju
við
fráfarna
ovastan
valdu vit ikki at gera tað,
men heldur gjøgnumføra
ættarliðsskiftið umgang
andi, so álitið var hildið
intakt. Tað hevði verið
ein løgin takk at givið
fráfarna ovastanum, sum
síðani byrjan hevur ver
ið ein hornasteinur í
felagnum, um vit almann
akunngjørdu hesa sak.
Hon var avgreidd uttan
drál, so felagið varðveitti
síni góðu viðurskifti við
myndugleikan,
sigur
Magni Arge.
Eftirfylgjandi
kann
hann staðfesta, at um tey
høvdu sagt hetta tá, so
var miðlastormurin ikki
so stórur um hetta málið
í dag.
Hans Hansen hevur enn
ávíst tilknýti til felagið –
eitt nú verður hann brúkt
ur sum »ferjuflogskipari«
– tað er at flúgva flogfør
uttan ferðafólk.
Í Statens Luftfartsvæsen
sigur kunningarstjórin,
Torben Anker soleiðis.
– SLV hevur eftirlit
við flogfeløgum í danska
kongaríkinum, og tað var
undir einum av hesum
eftirlitum, at vit gjørdust
varug við nøkur frábrigdi
ella avvik í trygdini hjá
flogfelagnum, greiðir Tor
ben Anker frá.
– Hetta gjørdu vit síð
ani eina frágreiðing um,
har vit vístu á nøkur ting,
sum máttu fáast í rætt
lag.
Hans Hansen boðaði
seinni frá, at nú vóru hesi
tingini rættað, men tað
vísti seg ikki at vera rætt.
– Tá tað er soleiðis,
at flogovastin sigur seg
hava rættað nøkur ting, ið
hann hevur fingið álagt,
men ikki hevur gjørt tað
at líka væl, so kunnu vit
ikki hava álit á honum, og
tað boðaðu vit leiðsluni
hjá Atlantic Airways frá,
sigur Torben Anker.
– Vit staðfestu so við
stórum
nøgdsemi,
at
Atlantic Airways handl
aði beinanvegin og tók
fylgjurnar av hesum.
Merkir tað, at flogovast
in leyg fyri Statens Luft
fartsvæsen?
– Nei tað merkir tað
ikki neyðturviliga. Tað
kann eins væl merkja,
at flogovastin ikki hevði
stýr upp á ella hevði tam
arhald á sínum øki, sigur
Torben Anker.
Hann sigur eisini, at
støðan hjá Atlantic Air
ways við, at flogovastin
varð koyrdur frá, er eitt
gott dømi um, at skipanin
riggar sum hon skal, har
tann við evstu ábyrgdini
mátti bøta fyri, at trygdin
var í lagi.
a orsøkina
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog:
Høvdu kanska sloppið
undan miðlastorminum
- Eg havi ongantíð fingið nakað uppkrav, so eg havi ikki
verið varin við trupulleikan, sigur Høgni Hoydal, nú danska
Ekstrablaðið skrivar, at føroyska fólkatingsumboðið ikki hevur
rindað sjónvarpsgjald.
Undir yvirskriftini “Danske politikere licens-snydere” ber danska
Ekstrablaðið í dag tíðindi um, at annað føroyska fólkatingsumboðið,
Høgni Hoydal, ið hevur leiguíbúð í Keypmannahavn, ikki hevur
rindað sjónvarpsgjald.
- Eg havi ongantíð fingið nakað uppkrav, so eg havi ikki verið
varin við trupulleikan. Eg havi eitt sjónvarp í leiguíbúðini og eitt
á skrivstovuni á Christiansborg, sigur Høgni Hoydal, ið nú lovar at rinda
sjónvarpsgjald eins og aðrir danskir sjónvarpshyggjarar.
Høgni Hoydal hevur annars ikki nógv til yvirs fyri danska Ekstrablaðnum.
- Hetta er ikki meir enn ein roynd at skriva skandalujournalistik, sigur Høgni
Hoydal.
Greinin kemur í kjalarvørrinum av gøluni í Svøríki, har fleiri ráðharrar
noyddust at fara frá, eftir at tað kom fram, at teir ikki høvdu rindað
sjónvarpsgjald.
Umframt Høgna Hoydal verður skrivað, at bæði grønlendsku umboðini, Lars
Emil Johansen og Kuupik Kleist, heldur ikki hava rindað.
Høgni Hoydal rindar ikki sjónvarpsgjald
– Hetta er tað, sum vit
mugu liva við í hesi modern
aðu verðini, har alt skal
endavendast, hóast tú stórliga
kann ivast í, hvønn týdning
tað hevur fyri tað, sum er
hent, sigur Magni Arge, sum
er sera hamur um viðferðina,
sum føroyska felagið hevur
fingið í norsku miðlunum