Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 202 - 19. oktober 2006 Í gjár undirritaði Bush forseti nýggju antiyvir­ gangslógina, sum amerikanska kongressin hevur samtykt. Orðaskiftið í amerikanska samfelagnum um hesa lógina hevur verið sera hart og hevur lógin elvt til djúpa spjaðing í USA. Orsøkin er sjálvsagt ikki, at fólk ikki vilja forða yvirgangi, men orsøkin er tann, at nýggja lógin loyvir myndugleikunum at nýta harðrendar avhoyringarhættir mótvegis fólki, sum eru undir illgruna um yvirgang. Hetta merkir so aftur, at tað frá í dag av er loyvt at nýta tortur í USA. Eisini sigur nýggja lógin, at yvirgangsmál í framtíðini skulu viðgerast og dømast av hernaðardómstólum. Hartil verður loyvt myndugleikum í framtíðini at hava loynifongsul til fólk undir illgruna fyri yvirgangsvirksemi. Lógin er eitt stórt humanitert afturstig. Loyvið at nýta tortur er tað sama sum at flyta samfelagið fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Torturur ella píning hoyrir til eina døkka fortíð við lítlari upplýsing, nakað, sum vit sambinda við forfylging av heksum ella kettarum og nakað, sum vanliga verður tengt at hugmyndini av einaræði og fascismu. Tey flestu hava havt ein varhuga av, at myndugleikar í einaræðislondum nýta píning til tess at fáa fangar at viðganga yvirgang ella at royna at fella ein einaræðisharra. Men, at píning, hernaðardómstól­ ar og loynifongsul skulu gerast partar av einum vesturlendskum fólkaræði er ódámligt og hetta hevði verið heilt óhugsandi fyri bert fáa árum síðan. Men hin 11. september ella nine eleven, sum henda hending vanliga nevnist, hevur broytt alt. Tað er so satt, sum tað er sagt, at tað er vanda­ mikið fyri fólkaræðið at verja fólkaræðið við ódemokratiskum tiltøkum. Amerikanska ávirk­ anin er sterk og nógv av tí, sum Bushstjórnin setir í verk breiðir seg til Bretlands og frá Bretlandi breiðir hetta seg til restina av Europa fyrst og fremst til Danmark, har stjórnarleiðarin sum kunnugt er mikil Bushfjeppari. Danska fólkatingið hevur antiyvirgangslóggávu til viðgerðar, sum í mongum líkist tí amerikonsku lóggávuni. Hetta er sera ódámligt, og vit kunnu bert vóna, at tingmenn megna at halda demokratisku gøtuna ruddiliga og reina. Í USA standa republikkanar til at tapa miðskeiðisvalini. Møguliga kann hetta elva til eina endurskoðan av hesi óhugnaligu og inhumanu lóggávu, sum loyvir FBI og CIA at nýta eina miðaldarliga framferð. Sosialurin Eitt humanitert afturstig Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Blaðið ”Skái” hevur tann 13. oktober eina grein ”Isola­tión bein leið til stagna­tión” skrivað av Sonne Smith. Eins og tað nógva hann hevur skrivað, yvirhøvur í nevnda blaði, er eisini hendan hansara grein verd at lesa. Fari tó at loyva mær at gera stutta viðmerking og rættleiðing til postu­latið ”Føroyar vórðu niður­ bundnar 6. oktober 1992”, tí tað er vónandi í gáloysni, at ein so villleiðandi postu­ lering verður sett upp á prent, nú løgmaður hevur verið á tænastuferð í USA. Nei, Føroyar vórðu ikki niðurbundnar 6. oktober 1992. Hendan dagin hendi tað, at hol fór á ein øðiligan samfelagssvull, og úr hon­ um floymdi gomul materia sum ein flóðalda inn í at kalla hvørt hús og heim í Føroyum. Føroyar vóru farnar fíggjarliga á heysin, og spurningurin fram um allar aðrar var, hvussu lands­­kassin: almenna um­ sit­ingin, heilsuverkið, al­manna­verkið, skúlaverkið v.m. kundi halda fram við lívsneyðugum funktiónum. Í tíðini 1989-1991 hevði landskassin rakstrarhall upp á 1.5 milliardir, og í 1992 var bruttokassaundirskotið 1.5 milliardir, altso 3 milli­ ardir upp á 4 ár. Í 1989-1991 var lands­ kassans uttanlands­skuld økt úr 374 milliónum til l.7 milliardir; bara í 1990 øktist skuldin við uml. 600 milliónum ogt í 1991 við 467 milliónum. Um lands­ kassin ikki skuldi gerast trotabúgv, var neyðugt at bjarga einum av teimum trimum bankunum, og sam­stundis at sleppa lands­kassanum úr teimum stóru lán­unum (1.7 mia.) serliga í Týsk­landi. Eisini var neyðugt at avtaka allar løgtingslógirnar - og tær vóru nógvar – viðvíkjandi løgtingsveðhaldum, sum høvdu kostað landskass­ anum ótaldar milliónir. Alt hetta og nógv annað neyðugt varð fingið frá hondum upp á rekord stutta tíð. So, Sonne, vit føroyingar vórðu ikki niðurbundnir, sum tú vilt vera við, men serkøn hjálp úr Danmark loysti okkum úr lemjandi niðurbinding og stórum ó­loyst­um vandamálum. Hend­­an hjálpin ella pro­cess­ in byrjaði 6. oktober 1992. Nú rekur aftur hart á kík­ inum – tey homosexuellu og viðhaldsfólk teirra legga nógv fyri at fáa legaliserað tað ónormala, ja so hart leggja tey út – at sjálvt løgtingsfólk bakka og møgu­liga geva skarvin yvir, tað er harmiligt at síggja, at so nógv fólkavald ábyrgdar­fólk broyta støðu í hesum fyri land okkara so týdningarmikla málið - síggi í bløðunum, hvørji hesi eru, og ivaleyst kemur hetta at fáa avleiðingar fyri hesi fólkavaldu til komandi val - men tað hevur ongan týðning fyri tær avleiðingar, sum okkara elskaða og av Gudi signaða land, kann fáa. Ætlaði ikki at nevna nøvn, men má takka Jenisi fyri tær skilagóðu og væl undirbygdu greinar, hann hevur skrivað um hetta álvarsmál – grundað út frá “Skriftini”, takki eisini øll­ um hinum løgtings­fólkum sum halda fast við tað sum Guds orð lærir. Sosialurin var so beina­ samur at nevna øll sum vóru fyri og tey sum vóru ímóti uppskotinum, og veljarin fer at leggja sær hetta í minni, tað skulu tit vera vís í. Ólýdni ímóti Gudi, hevur ongantíð borið signing við sær – minnist tí hetta – tit sum fólkavald eru - tí øll yvirvøld er sett av “Honum” sum øllum valdar. Mong minnast lagnu­ dagin – tá danska fólka­ tingið samtykti at gera tað ónor­mala, normalt – tá segð­ ist, at før­oyska fólka­tings­ umboðið – javnaðarmað­urin og presturin Jóhan Nielsen, sáli græt á røðarapallið fólkatingsins. Hann vildi vera Gudi trúgvur til tað seinasta. Eg ivist ikki í, at Føroya fólk bønar og biður eftir – at hetta ósømiliga upp­ skotið verður felt á Føroya Løgtingi og aldrin kemur aftur á tingborð. Øll sum kenna hvat Bíblian talar um hesi andstyggiligu viður­ skiftir – eiga at atkvøða ímóti. Gud letur Seg ikki spotta – minnist Sodomu og Gomorra. Kann henda, at Hann júst av hesum máli – eins og við Sodoma og Gomorra – vendir okkum bakið. “Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast Harran, og Harrin lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey sum óttast Harran og hugsa um navn Hansara. Og tann dag Eg útinni verk mítt – sigur Harrin Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum. Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí sum ikki tænir Honum”. Mal 3.16-18. Niðurbundin Heri Mohr Grát mítt elskaða land! Klaksvík Kári Kjelnæs