hósdagur 19. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
11
Mytan um at Føroya
eru einsamallar
Øtandi verður mangan sagt,
at umheimurin ógvast yvir,
at Føroyar og føroyingar
enn ikki hava góðtikið
homosexuellan samlívshátt,
sokallaðan partnarskap,
adoptiónsmøguleikar fyri
homosexuell v.m. Tosað
verður, sum um vit eru einasta
tjóð og fólk í heiminum,
undantikin tey muslimsku,
sum ikki hava gjørt tað ónor
mala normalt.
Havi júst verið á vitjan í
Korea. Fregnaðist um støð
una har, um mong sokallað
homosexuell
vóru,
og
hvussu lóggávan á tí økinum
var. Undrandi hugdu tey at
mær, spurdu, hvat eg meinti
og gjørdu púra greitt, at
mentan teirra als ikki opn
aði fyri góðkennan av slík
um ónormaliteti.
Óneyðugt man vera hjá
mær at nevna, at heims
samfelagið so gott sum
einmælt hevur gjørt av at
velja persónliga trúgvandi
mann úr júst hesari mentan
til aðalskivara Sameindu
Tjóða! So her er talan um
enn eina ógrundaða mytu,
sum enntá Amnesty Inter
national,
Føroya
deild,
roynir at breiða út!
Nei, Føroyar eru alt ann
að enn einsamallar við hugs
anum sínum á hesum øki.
Fordómar og tollindi
Millum vandamiklastu
fíggindar, fólkaræðið hev
ur, eru fordómar. Hetta
at læsa seg fastan í eina
uppfatan og nokta at lata
seg veg- ella rættleiða.
Hyggur tú ígjøgnum tað,
ið skrivað verður til frama
fyri homosexualitet, tykist
alt knívskarpt, antin skalt
tú góðkenna hesa villu, ella
hatar tú hesi og ert bæði so
og so. Og tollyndið, sum jú er
ein onnur fortreyt fyri fólka
ræðinum, er avmonterað í
hesum kjaki.
Longu fyri 2-3 árum síð
ani kom nýggj definitión
av tollyndi á marknaðin,
sá hana sjálvur fyrstu ferð
í sambandi við ófantaligan
sang hjá bólkinum 200. Nú
ljóðaði brádliga, at tú nýtist
ikki at vísa tollyndi móti
slíkum, sum ikki sjálvi vísa
tollyndi. Enn ein lumma
filosofi og ein beinleiðis
blankokekkur at forfylgja
øðrvísi hugsandi, og ein sig
andi mótsøgn til orð Hans
ara, sum biður okkum elska
enntá fíggindar okkara.
Fyristilla tær tað lóg
loysið, ið verður, um slík
definitión verður galdandi,
at tú bert skal verða góður
við/vísa virðing fyri ella
elska hann ella hana, ið vísir
sama afturímóti- øll hini
hevur tú fullan rætt at hata/
forfylgja ella vanvirða?
Lat okkum virða hvønn
annan, og vera opin fyri
broytingum. Loyva tollynd
inum framat, og vísa frá
okkum allan ágang á næsta
okkara, uttan mun til frá
brigdi. Tá verða Føroyar
kendar- sum fyrimynd fyri
tí góða.
Støða løgmans
At lesa viðmerkingar løg
mans í bløðunum herfyri
vaktu í mær minnir um
ótespulig skúlaár á Tvøroyri,
sum næmingur og seinni
sum vikarur, tá forfylging
av trúgvandi var dagligur
kostur teirra næminga,
hvørs foreldur ikki hoyrdu
til “røttu” trúarlæruna.
Gott at løgmaður talar móti
forfylging av annarleiðis
hugsandi, men hann eigur
at varða seg móti at gera seg
sekan í júst hesum sama.
At skriva um týdningin av
tolsemi, men í somu grein
at gera tað mótsatta, hongur
ikki saman.
Hví atkvoddu 20
tingmenn nei?
Eg ivist ikki í, at tú longu
hevur svarað omanfyrisetta
spurningi við svarinum:
Orsøkinar vóru væl fleiri!
Nettupp. Men lesur tú við
merkingar í fjølmiðlunum,
so var tað vegna eina ella
aðra mystiska, løgna og ikki
minst konservativa bíbliu
uppfatan, at úrslitið gjørdist
tað, tað varð!
Og hendan sjálvgjørda
fatanin verður so brúkt til at
manipulera og jagstra hesar,
sum á fult demokratiskan
hátt atkvøddu á Løgtingi
og feldu eitt uppskot frá
tveimum tingfólkum. Mið
víst verður so fólkaræðið og
Bíblian, orð Guds, traðkað
undir fótum og virðingin
viknar. Bert er at vóna, at
politikkarin er uppgávu
sína verdur, ikki støkkur
undan og letur útlitini
fyri løtuvinningi vinna á
tí ábyrgd, hann tók á seg,
dagin tá Føroya fólk leit
honum ábyrgdina av leiðslu
landsins í hendur.
Samanumtikið:
Kjakið um viðurskifti teirra,
ið velja at liva lív sítt sum
homosexuell:
... byggir ikki á hagtøl, ið
halda.
...er mangan óreiðiligt og
merkt av fordómum.
...tolsemi hevur lítið og einki
rúm í hesum kjaki.
... nøkur fjølmiðlafólk
fremja beinleiðis øsing í
staðin fyri at hjálpa til við
at loysa trupulleikan.
... løgreglufólk røkja ikki
uppgávur sínar- og blanda
seg beinleiðis í politikk.
... lítil áhugu tykist vera at
finna tey, ið happa og
forfylgja homosexuell.
... orsøkin til hesa happing
og forfylging er ikki at
finna hjá politikkarum
ella í ávísari lóg.
... tú svíkur hesi bundnu,
um tú gevur eftir fyri
víðgongdum bólkum og
normaliserar tað ónor
mala.
... uppáhaldini um viðføddan
eginleika er ógrundað.
... at siga at tey, ið hava
Bíbilsku hugsanina um
homosexualitet, sjálvi
stríðast við slíkar tráanir, er
vánalig lummafilosofi.
... tey, ið velja at liva eitt lív
sum homosexuell, liva
eitt vandamikið og neyð
arsligt lív.
... vendir tú tær til Skaparan,
verður tú fyrigivin og loyst
ur frá trældómi tínum.
... at liva sum homosexuellur
hevur einki við sjúku at
gera, men er eitt val- ein
lívsstílur.
... orð Guds boðar ongastaðir,
at homosexuellur livi
háttur er verri enn onnur
misbrot og syndir.
... Bíblian ger greitt, at
sum mann og kvinnu/
kall og konu skapti Gud
menniskjað
... Bíbilska uppgáva menn
iskjans er: at nørast og
fylla jørðina.
Keldur: Bíblian
NOVA- rapporten, levevilkår
& livskvalitet blandt lesbiske
kvinner og homofile
menn, 1999
Homofile og
selvmordsforebygging, dec. 2002,
LLH & Kirkens SOS
Roman Homosexuality, Craig
A Williams, Oxford Univ.
Press,1999
Homofili og Kristen Tro, - et
felleskirkeligt ressursblad,
Okt.2003
Straight & Narrow, Thomas
E.Schmidt, Downers Grow, IVP
Norsk homoforskning,
M.Bransæter m.fl.,
Universitetsforlaget 2002
Nova rapporten, en
evaluering, Sigurd Skirbekk,
sosiologiprofessor, 2000
År 2000´s Falne Guder og den nye
verdensordning, Aril Edvardsen,
Logos 1999
Journal of sex research, 2002
Tíðarritið Nature, dec. 92
www.homofili.com www.
exodus-international.org
Samheitaorðabókini, forlagið
Stiðin, 2000
Donsk- føroysk orðabók-
Johannes av Skarði og Jóhan H.
W. Poulsen, ískoytið 1977
Journal of the American Medical
Accosiation, 1998
Robert Spitzer, psykiatari,
www.newdirection.ca
Merton Strommen, kirken og
homosexualitet, Luther forlag
2001.
Jenis av
Rana
Mánadagin 2. oktober í ár
hevði Útvarpið, í sambandi
við tíðindasendingina, eina
samrøðu við ein politist.
Evnið var tann ótrygga støð
an hjá teimum samkyndu.
Sum sendingin var løgd upp,
og soleiðis sum samrøðan
við polititænastumannin var
redigerað inn í sendingina,
var boðskapurin greiður:
“Politiið kann væl verja
fólkið móti ágangi, uttan
so at tey eru samkynd.
Skulu samkynd kunna
verjast á jøvnum føti við
aðrar føroyingar, má ein
nýggj lóggava til, sum er
serlig fyri samkynd.”
Seinni bar ein annar
politistur sama boðskap
fram í Sjónvarpinum. Eg
havi ilt við at góðtaka, at
tað nakrastaðni í lógini
stendur, at samkynd ikki
kunnu verjast móti ágangi.
So má tað vera tí lógin
sigur, at eingin kann verjast.
Og tað er helst trupulleikin:
Føroyiskt lógarsmíð kundi
gott havt hægri raðfesting.
Tað er ikki nokk, at tað
ikki er loyvt at buka fólk,
tú mást ikki sleppa at háða
nakran, uttan at verða
revsaður. Longu meðan eg
var óviti, hevði tað í Noregi
avleiðingar, um tú háðaði
ella hótti annað fólk. Eg
kann ikki hugsa mær, at tað
er avtikið, sjálvt um tað er
afturi í fimtiárunum.
Men fyri at koma til
núverandi støðu í Føroyum,
so siga bæði lógin og løg
frøðisliga siðvenjan, at øll
eru líka fyri lógini. Hví skal
so lógin ikki vera líka fyri
øll? Um vit gera serlógir
fyri ymiskar bólkar, endar
tað lætt við, at aðrir bólkar
verða funnar at standa
uttanfyri, tí teir eru ikki at
finna í lógini.
Neyðugt er, at vit fáa
eina lóg, sum bannar allan
ágang móti fólki. Har má
ikki verða tilskilað, hvør
er vardur, tí øll skulu vera
vard. Eingin serlóg má
vera, sum skapar iva um,
hvørt onkur er undantikin,
tí einki undantak má vera.
Tingmaður segði í Útvarp
inum, at tey samkyndu mugu
fáa innivist í revsilógini.
Tað hava tey! Har sum
onnur hava innivist, har eru
tey eisini við. Trupulleikin
er, at eingin í samfelagnum
er vardur móti niðurgering
(tvs: sum eg veit um). Sum
er, fær politiið einki gjørt
- verður sagt - uttan so,
at fólk fremja kropsligan
ágang. Lógin má krevja, at
allur ágangur verður revs
aður, antin tað eru orð ella
kropsmál sum verða nýtt.
Tað føroyska lógarverkið
er hálvgjørt. Eg havi fleiri
ferðir uppdagað, at forboð
eru lýst við lóg, uttan at
nakrar
avleiðingar
eru
nevndar. Er nakar bilsin av,
at ein átta ára gomul lóg um
endurgjald til sjúklingar ikki
kann brúkast til nakað?
Nýggja arvalóg!
Kjakið um tey samkyndu
hevur nomið við fleiri evn
ir, sum vit eiga at tosa ordi
liga ígjøgnum. Hava t. d.
kvinnur og menn rætt til
sína egnu ogn? Kann eg
gera av, hvør skal arva meg,
um eg ikki eigi børn? Tá ið
lógin sigur, hvussu nógv
børnini hava krav uppá, tá
má eg kunna býta alt hitt til
hvønn eg vil. Kann eg tað?
Øll skulu hava fullan
rætt at gera arvasemju, um
børnini harvið ikki missa
sín lógarfesta part. Eg
haldi hinvegin ikki, at tað
bert eru samkynd, ið skulu
hava tann rættin. Tað eigur
at vera ein mannarættur,
men mær vitandi er spurn
ingurin bert tikin upp í sam
band við kjakið um, hvørt
samkynd skulu hava rætt
at gera arvasemju. Og tað
skulu tey sjálvandi, eins og
onnur.
Sig heldur sum er!
Tað verður ofta endurtikið,
at vit mugu laga okkum
til altjóða samfelagið. Vit
mugu gerast demokratisk.
Eg dugi ikki at síggja ann
að enn, at vit eru demo
kratisk. Demokrati er, at
fólk velja síni umboð til
“parlamentið”, og meiri
lutin har er fólksins og land
sins vilji. Soleiðis er í øllum
londum, sum verða kallað
“demokratisk”.
Trupul
leikin er bert, at vit ikki
halda tað sama sum Fogh
& Auken ella tílík fólk. Tá
ið meirilutin í Føroyum
heldur, at fosturtøkan ikki
skal vera heilt frí og uttan
avmarkingar,
so
gevur
tað Naser Khader rætt at
niðurgera føroyska fólkið
heilt opið. Í hansara verð er
demokrati tað sama sum at
vera samdur við honum. Og
tað er eisini galdandi fyri
donsku pressuni og sjálv
andi eisini fyri tað almenna
Danmark. Men tað er einki
argument móti okkum.
Latið okkum tí bert siga
bart út, hvat málið snýr seg
um. Vit skulu ikki longur
sleppa at halda uppá, at bert
hjúnarband er hjúnarband,
men at eisini nakað heilt
annað skal javnmetast við
tí. Har sum hendan fatanin
er vorðin lóg, hevur kirkjan
ikki longur rætt til at halda
upp á Bíbliunnar læru ella
sína egnu. Trúarfrælsið er
avtikið. Ringast er skilið
í Canada og Svøríki. Tú
hevur rætt til at prædika eld
og svávul. Tú kanst enntá
tosa um synd, uttan tann
eina, sum ein serlóg er fyri:
Homoseksualitet. Hetta er
tann lógin, sum tað er so
umráðandi at fáa í gildi í
Føroyum.
Og nú má eg siga sum er:
Eg ivist í, at tey samkyndu
sum heild standa aftan fyri
ta herferð móti kirkjuni,
sum lógarbroytingin hevur
verið nýtt til. Sjálvandi ber
tað ikki til at gera eina tílíka
kanning, men eg kenni ikki
tey samkyndu aftur í teirri
øsing, sum pressan hevur
staðið aftanfyri. Var eg
sjálvur samkyndur, hevði
eg givið pressuni skyldina
fyri teir trupulleikar, sum
hon hevði skaffað mær.
Nakað heilt annað: Nú
so long tíð er liðin, síðani
vit blakaðu hin ómøguliga
landsstýrismannin fyri borð,
hví eru útlendingamálini
ikki loyst??? Tað stendur
pressuni frítt at svara!!!
Sig heldur sum er – eisini tingmenn!
Thorbjørn
Brochs
Homosexualitetur- viðmerking í trimum pørtum (3)
viðmerkingar