Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 202 - 19. oktober 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tíðindaskriv Samkoman Kedron í Vág­um fer sunnudagin undir eitt annarleiðis barna­arbeiði í Sørvági. Sunnudagsskúlin verður fluttur úr Kedron yvir í Húsmøðrafelagshúsini,har byrjað verður kl. 11 sunnu­ dagin 22.oktober. Hetta slagið av sunnu­ dagsskúla er komið úr USA og Norra, verður kallað ”Promiceland”, Lyftisland á Føroyskum. Tímin verður býttur í fýra partar, byrjað verður við spæli t.d. fótbóltspæli, bob,hularingum, hoppi­ bandi, trambolin o.a. síðan verður ein kreativ søga søgd við sjónleiki, dukkuteatur, drama ella máling. Her verður boðskapurin úr orð­ tøkunum. So verður sangur, har vit eisini fara at royna okkum á ein øðrvísi hátt. Farið verður síðan í smærri bólkar, har eitt vaksi fólk fer at forklára boðskapin úr søguni til dagin í dag. Eisini er gott, at tey ungu vera aktiverað í barnaarbeiðnum sum hjálparar. Vit gleða okkum sera nógv at byrja og vóna og biða eftir at nógv fara at koma. Nú sunnudagin kl. 11 byrjar BØRN MØTAST í Húsmøðrafelagshúsinum. Borð Harrans verður í Kedron kl 11. kl 12-12.30 verður ábit, og Kl 12.30 byrjar familjumøti. Verið hjartaliga vælkomin. Samkoman Kedron: Annarleiðis barnaarbeiði 22. og 24. oktober fylla Mása og Gutti Kallsberg á Viðareiði 70 ár. Gutti er klaksvíkingur og Mása er ættað úr Vági. Sum ung vóru tey virkin ítróttarfólk, hann spældi við KÍ í mong ár, og hon spældi hondbólt við VB í fleiri ár. Tey vóru ung, tá tey fóru til Dan­markar at ganga í skúla. Í 1960 fluttu tey til Klaksvíkar og giftust í 1961. Tey eiga trý børn: Karin, sum býr í Vági, og Gunnar og Elsebeth, sum bæði búgva í Klaksvík. Barnabørnini eru 9 í tali. Í 1973 flutti familjan til Viðareiðis at búgva. Gutti arbeiddi hjá J.F. Kjølbro í 27 ár. Síðan fór hann til skips. Í 18 ár sigldi hann sum kokkur við tangabátinum Magn hjá Føroya Shell, til hann gavst fyri einum ári síðani. Mása hevur arbeitt í nógv ár á flaka­virkinum Kósini. Tey seinastu árini ar­beiddi hon á Norðfisk í Árnafirði til virkið har lat aftur. Føðingardagarnir verða hildnir hjá dóttrini í Klaksvík leygardagin 22. oktober. Vit ynskja teimum til­ lukku. Børnini Mása og Gutti Kallsberg 70 ár Mánadagin 16. okto­ ber læt fotohandilin PhotoCare í Dr. Jacob­ sensgøtu í Havn upp við nýggjum eigara Tað er Niels Jacob Heinesen í Havn, sum hevur keypt PhotoCare frá Sp/f Myndir v. Trónda Joensen. Niels Jákup yvirtók hand­ilin 26. september, og hev­ur hann síðan gjørt fleiri umvælingar og broytt handilin soleiðis, at hølini nú er rúmligari, ljósari og meira kundavinarlig, eins og vøruúrvali eisini er størri. Niels Jákup, sum bæði er útbúgvin fotohandlari og goymslumaður, hevur arbeitt innan hesi bæði øki í nógv ár. Hann lærdi til foto­ handlara í SMS-foto, og til goymslumann hjá P/f Auto Service. Hann hevur altíð havt ein dreym um at byrja við síni egnu fyritøku, og nú gjørdist hetta veruleiki við PhotoCare. PhotoCare er ein nútímans foto­handil við øllum tí sum har til hoyrir sum t.d. fram­kalling av myndum og myndaviðgerð við fram­ komnari útgerð. Niels Jacob keypt PhotoCare Niels Jacob Heinesen hevur keypt PhotoCare í Dr. Jacobsensgøtu í Havn Mynd: Birgir W. Høgnesen