Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 19. oktober 2006 13 Kistan við Óla Frits Hansen av Húsum fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi hósdagin kl. 16 til Sam. Jarðarferðin verður úr Húsar kirkju fríggjadagin kl. 13.30. Sálmabókin verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Óla, kunnu lata Húsa kirkju ein gávu; konta í Føroya Banka og Norðoyar Sparikassa. Í samband við jarðarferðina siglir Sam av Klaksvík kl. 12. Kistan við Poul Eli Hansen fer frá Lands­sjúkra­ húskapellinum fríggjadagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Kollfjarðar kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Poul Eli, kunnu lata Føroya felag móti krabbameini ein gávu; konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Fríggjadagin 20. oktober fyllir Lars Djurhuus í Porkeri 60 ár. Lars er sonur Charlottu og Gudmund Djurhuus í Porkeri. Gudmund andaðist í 2003. Lars er giftur við Annu, fødd Thom­ sen. Hon er dóttir Fridu og Andrew Thomsen í Porkeri og eiga tey 5 børn, Gudmundur, Andrass, Charlottu, Eyð­fríð og Hallur. Tey eiga eisini 3 abbabørn. Eftir at hava tikið realprógv, fór Lars til skips við abbabeiggjanum, Johan í Gjørðum, við Suðurland. Lars dámdi væl sjólívið og var eisini í nøkur ár við Petur á Gørðunum, har Andrias Mikkelsen, maður Bette, ið er mostur Lars, var skipari. Í 1966 fór Lars á læraraskúla, har hann tók prógv í 1971, og hevur hann síðani tá verið lærari við Vágs skúla øll árini, undantikið 1974, tá ið hann var á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum, og í 1975 tá ið hann var hann vikarur við Adventatistaskúlan. Lars hevur verið skrivari hjá Porkeris kommunu síðan 1976, og hevur hann sostatt røkt hetta arbeiðið í 30 ár. Lars er í umsjónarráðnum hjá Suður­ oyar Sparikassa, har hann bleiv valdur í 1977, og hevur hann øll árini sitið sum formaður. Í frítíðini dámar Lars at fara á flot við báti sínum, og eisini fæst hann við seyð. Í samkomuni Betania í Porkeri hev­ ur Lars víst trúskap og er ein góður stuðul. Føðingardagin heldur Lars í heimi sínum frá kl. 19. Lars Djurhuus 60 ár 15. apríl 2006 vóru liðin 50 ár síðan hesi vóru kon­fir­ meraði í Funnings kirkju av Zacharis Brimnes presti. Dagurin byrjaði við guðs­ tænastu í Funnings kirkju, har Emil Olsen prestur præd­ ikaði. Eftir guðstænastuna lá leiðin ti Eiðis, har ein hugnaløta var á hotell­inum. Á myndini eru t.v.: Emil Olsen, prestur, Súsanna Ell­ ings­gaard, Eiði (f. Joensen av Oyrarbakka), Sniðálvur Jóanesarson, Voss, Noreg (úr Funningi), Zacharias Joen­sen, Tórshavn (av Norð­skála), Árni Joensen, Tórshavn (frá Gjógv), Sol­ veig Juul Joensen, Haldarsvík (f. Juul úr Funningi), Palma Wang, Kvívík (f. Sigurstein úr Funningi). Hesi vanta á myndini: Elinborg á Garðsendanum, Norðskáli (f.Petersen), Hilda McKay, Funningur, og Hilmar Johannesen, Tórs­ havn (frá Gjógv). Konfirmatión í Funningi í 1956: Konfirmantar hittust aftur Dagurin í morgin 20. oktober. Felicianus, deyður umleið ár 250. Foreldur hansara vóru kristin fólk í Forum Flamini í Italiu. Ungur kom hann til Róm og gjørdist erkadiakonur hjá pávanum. Pávin Viktor setti hann sum biskup í heimbygdini. Keisarin Decius læt hann taka av døgum. Hans Andrias Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1883, og Mikkjal á Ryggi doyði hendan dagin í 1956. Tøkk Hjartans tøkk øll tit sum fylgdu Jólsvein til gravar sunnudagin hin 15. oktober 2006. Tøkk til Jógvan Fríðriksson prest, til sangarar, berarar, starvsfólk á kirkjugarðinum, í Havnar kirkju og Gravarhjálpina. Tøkk øll tit, sum hjálptu til við ervinum, tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk familja og vinfólk, og tøkk øll starvsfólk á B6 á Landssjúkrahúsinum, tøkk til Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og tøkk fái tit, sum so trúliga vitjaðu hann, meðan hann var sjúkur. Vinarlig heilsan Erla, Heidi og Erland og familjur teirra