hósdagur 19. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 202 - 19. oktober 2006
Sosialurin hevur hitt
varaborgarstjóran
og formannin í
teknisku nevnd í Nes
Kommunu. Talan er
um Súna í Hjøllum.
Prátið snýr seg um
Høganesverkætlanina,
undirsjóvartunnil
og kommunusaman
leggingar
HØGANES
VERKÆTLANIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Íbúðarverkætlanin á Høganesi
skal geva pláss fyri 850 fleiri
íbúgvum í Nes Kommunu.
Hetta er stórur vøkstur hjá
einari kommunu. Økið er
183.000 fermetrar tilsamans,
og ætlanin er at svimjihøll,
skúli og ítróttarháskúli skal
vera á økinum umframt
barnagarður.
Nógvar útstykkingar
Súni í Hjøllum er formaður
í teknisku deild í Nes
Kommunu. Hann er eisini
varaborgarstjóri. Hann er
sum vera man spentur uppá
verkætlanina.
– Nú fer tað at taka eitt hálvt
ár at broyta býarætlanina.
Síðani skulu vit finna útav,
hvussu vit skulu ognartaka
økið. Tað er torført at siga,
nær arbeiðið kann byrja. Tað
avhongur eisini av, hvussu
stórur áhugi verður fyri
at keypa har. Men tað eru
longu nógv, sum hava sýnt
verkætlanini áhuga, og vit
eru øll spent uppá tað, sigur
hann.
Nes Kommuna hevur
gjørt nógvar útstykkingar
seinastu tíðina. 49 stykkir á
Nesi eru øll umbiðin, og tað
standa 100 fólk á bíðilista.
Teir ætla eisini at stykkja út
á Nesi eftir niðara vegi út
móti prestagarðinum. Borg
arstjórin Símin Johannesen
segði á fundinum týsdagin,
at tað ringja fólk hvønn
dag og skriva seg upp.
Súni í Hjøllum hevur eina
hugsan um, hví so nógv hava
áhuga fyri at byggja í Nes
Kommunu.
– Tað eru nógv fólk úr
Suðurstreymoy, sum standa á
bíðilista. Ætlaði undirsjóvar
tunnilin spælir heilt vist inn.
Ein segði við meg ein dagin,
at Nes Kommuna verður
miðdepilin í Føroyum, tá ið
undirsjóvartunnilin kemur, og
tað er nakað um tað. Tað verða
einans tíggju minuttir at koyra
til Havnar, um tú arbeiðir har.
Samstundis kanst tú búgva í
náttúruvøkrum umhvørvi við
útsýni til Toftavatn. Eg rokni
við, at tað eru hesi útlit, sum
gera tað so áhugavert at flyta
her til, heldur hann.
– Eisini er tað stórur prís
munur á grundstykkjum
her í mun til í Havn. Vit
kunnu vænta, at tað verður
eitt sindur dýrari at byggja
her, men tað verður kortini
bíligari enn at byggja í Havn,
sigur Súni.
Umhvørvið varðveitast
Náttúran og umhvørvið
kring Toftavatn upptók arki
tektarnar nógv. Súni greiðir
frá, at teir vilja varðveita tað
vakra náttúruumhvørvið:
– Arkitektarnir hava ikki
lagt nakrar greiðar byggilinjur,
tí at teir vilja, at bygningarnir
skulu fella inn í landslagið.
Vit leggja okkum eisini eftir
at varðveita náttúruna og tey
gomlu staðarnøvnini, sigur
hann.
Nógvir av bygningunum
verða møguliga nýttir til
skúla, barnagarð og tílíkt.
–
Nútíðarmenniskja
krevur góðar fasilitetir. Tí
mugu vit hava góðar skúlar
og barnagarðar. Ambi
tiónsstøðið hjá tí vanliga
føroyinginum er vaksið sera
nógv seinastu árini, og vit
vilja fegin bjóða fólki tað,
sum tey krevja, sigur Súni.
– Vit hugsa okkum, at ein
møgulig framhaldsdeild fyri
allan Skálafjørðin kundi
ligið á Høganesi, tá ið undir
sjóvartunnilin kemur. Eisini
verður stutt ímillum stud
entaskúlan á Kambsdali og í
Havn, og ein kundi møguliga
bygt ein stóran miðnámsskúla
á Høganesi ístaðin. Men
hetta liggur langt frammi í
tíðini, og einki kann sigast
fyri vist. Eisini haldi eg tað
vera upplagt, at innandura
fótbóltsvøllurin verður bygd
ur á Svangaskarði, tí at øll
hava stutt at koyra hartil, sigur
Súni.
Kapping millum
kommunur
Súni viðurkennir eisini, at
tað er komin ein stór kapping
millum kommununar síðani
samanleggingarnar eru byrj
aðar.
– Tað er stór kapping um
íbúgvarnar í kommunum.
Øll gera langtíðarætlanir og
eru sera miðvís, og við tí er
kappingin heilt vist økt. Fólk
eru vorðin sera fleksibul og
dynamisk. Tey verða ikki
búgvandi í einari kommuna
alt lívið fyri ein og hvønn
prís longur. Eldri fólk selja
húsini, sum eru vorðin ov
stór og keypa eina eldraíbúð
í staðin. Fólk binda seg eisini
í skuld alt lívið og keypa so
íbúð uppá frívirðið. Hetta var
ikki gamalt í Føroyum, men
nógv er broytt. Modernaða
tíðin er sanniliga komin til
Føroya, sigur hann.
Nógv verður tosað um
samanlegging av komm
unum í Eysturoynni. Súni
sjálvur heldur ikki, at tíðin
er búgvin til at tosa um sam
anlegging fyri Nes Komm
unu.
– Tað eru sjálvandi ymiskar
meiningar um hetta í bygda
ráðnum, men eg sjálvur
haldi ikki, at vit nýtast at
tosa um hetta júst nú. Tú
óttast altíð, at størri parturin
í samanleggingini fær allar
nýbyggingar og íløgur. Hetta
er eisini bygt á søguligar
royndir. Fólk mugu mýkjast
við tíðini, áðrenn tað aftur
kann gerast viðkomandi fyri
okkum. Tó samstarva vit við
Runavík um millum annað
barnaverndina, og eg haldi
eisini, at tað hevði borið til
at útbygt samstarvið uttan at
lagt kommununar saman.
Nes og Sjóvar
kommuna
leggja saman
Alt avhongur nógv av undir
sjóvartunnilinum, og hann
kann eisini broyta prátið
um kommunsamanlegging.
Spurdur um eina møguliga
samanlegging við Sjóvar
Kommuna, tá ið undirsjóv
artunnilin kemur, er Súni
meira positivur:
– Tað kundi eisini verið
ein møguleiki. Tá verður tað
stutt ímillum bygdirnar. So
kunnu vit eisini virka sum
ein mótpólur móti nýggju
stórkommununi í Runavík.
Møguleikarnir eru opnir.
– Alt avhongur rættiliga
nógv av undirsjóvartunnil
inum, og vit eru rættiliga
tryggir í, at hann fer at
koma. Væntandi verður
hann veruleiki í 2012.
Møguliga verður hann eitt
ár seinkaður, um okkurt
óvæntað hendir, men neyvan
meira enn tað. Eg havi skilt,
at umsókn verður send í
november, og komandi vár
fyriliggur væntandi ein
játtan. Kommununar kring
fjørðin hava valt umboð í
tunnilsnevndina, og vit fylgja
sjálvandi væl við gongdini,
sigur Súni í Hjøllum.
Súni í Hjøllum:
– Toftir verður miðdepilin í Føroyum
Súni í Hjøllum situr saman við borgarstjóranum Símini Johannesen. Súni situr vinstrumegin.
Myndin er tikin á bygdaráðsfundi í gjár
Mynd: Heini S. Kristiansen
Modellmynd yvir
verkætlanina á
Høganesi