hósdagur 19. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
15
tíðindi
Leygardagin 28. oktober
2006 kl. 16.00 letur stór
og annarleiðis framsýning
upp í Listaskálanum. Tá er
tað listafólkabólkurin THE
PROVINCIALISTS,
ið
fyllir húsið við málningum,
installatiónum, video og
skulpturum
Í bólkinum eru Ane
Lan, Noreg, Astri Luihn,
Føroyar, Madeleine Park,
Svøríki og Þórdís Alda
Sigurðardóttir, Ísland.
Á framsýningini er video
list, har Ane Lan ger gjøld
ur burtur úr tí eyðkenda
og tilgjørda norska tjóð
skaparliga atburðinum og
okkara fordómum. Ógvuliga
stuttligt og tankavekjandi
(og kanska ikki heilt ólíkur
tí føroyska við hvørt).
Astri Luihn sker langar
frisur í linoleum í sínum
eyðkenda og originala fram
setingarhátti. Hon tekur
støðu í okkara mytum og
náttúru á einum spennandi
myndamóti: her og har, fjar
og nær.
Madeleine Park er eitt
listafólk, har listasøvn
ini uttanlands seta ávar
ingarplakatir
uttanfyri,
tá hon sýnir fram. Ert tú
sart og tolir ikki elskandi
listarligar
framsetingar
og eitt listafólk, ið nemur
við okkara seksualitet í
myndum og orðum, skalt
tú ikki koma. Ein ferð inn
í hennara glashús er tó væl
verd at fara, um tú torir.
Þórdís Alda Sigurðar
dóttir hevur eina velduga
skulpturella
installatión,
har hon viðger tað at hoyra
til onkustaðni, tað at koma
úr einum staði á fold.
Vit fáa eisini køkur, ið
Madeleine Park hevur gjørt
serstakar myndir á.
Við framsýningini THE
PROVINCIALISTS, vilja
vit eisini varpa ljós á hug
myndir um útjaðaran og
geva íblástur til kjak um
uppfatanir av útjaðaranum
og tað at búgva og virka
har. Á øllum økjum. Fram
sýningin
umfatar
eina
nøgd av listarligum fram
setingarhættum frá máln
ingum og standmyndum
til installatión og video.
Samanumtikið er at siga um
verkini, at tey eru úrslit av
sínum staðbundna uppruna
og
endurspegla
okkurt
av honum onkursvegna.
Henda list og hesi listafólk
kunna væl fáa heitir sum
eksotisk og original, og
tað reisir aftur spurningin
um, hvønn týdning hetta
hevur fyri listina, og hvussu
listafólkini møta útsagnum
um at vera eksotisk.
Hvat merkir hugtakið
provinsielt? Hvør ásetur at
onkur ella okkurt er provin
sielt, og hvat merkir tað,
at onkur ella okkurt ikki
er tað? Hvussu verða slík
hugtøk brúkt, og hvørja
ávirkan hevur hetta á sam
tíðar norðurlendska lista
heimin?
Provinsialisma verður ofta
nýtt til at gera gjøldur burtur
úr teimum ella tí, tað verður
sagt um. Mótsetningurin til
provinsielt er urbant, og
fólk, ið ikki meta seg sjálv
sum urban, brúka ongantíð
hugtakið provinsielt. Av
sonnum sigur hugtakið
meira um tey, ið brúka tað,
enn um tey, tað er meint
at siga nakað um. Hetta
spei kemur skilligari fram,
tá vit varnast, at tey ið
brúka hugtakið, einamest
gera tað fyri at vísa,
hvussu urban tey eru sjálv
og so nógv verðugari enn
bygdafrellini.
Mentafólk
í
norður
lendsku høvuðsstøðunum
hava lyndi til at meta alt
uttan fyri høvuðsstaðirnar
í
heimlandinum
sum
útjaðari og seg sjálv sum
partar av altjóða ment
anarumhvørvinum í heim
sins miðdeplum sum Berlin,
New York, London og
Milano. Hetta er umráðandi
hjá sjálvuppgjørdum tykjar
um í býunum, men tað fær
vissuliga ein láturligan
dám, tá hesi somu rokna
sínar egnu smábýir sum
Stockholm, Oslo og Keyp
mannahavn millum heim
sins metropolar.
Vit hava valt heitið THE
PROVINCIALISTS fyri at
undirstrika, at vit medvitið
hava valt at liva og virka
í okkara egnu londum
Noreg, Íslandi og Føroyum.
Vit kenna ongar áneyðir at
styðja okkum til uppgjørdar
útsagnir um at vera betri og
fínari, og halda til her í
útjaðarunum, tí her kunna
vit dyrka okkara egna listar
liga mál.
THE PROVINCIALISTS
hevur frumsýning í Føroy
um, men síðani fer fram
sýningin víðari út í heim.
Fyrst til Ísland og Noreg,
síðani
til
New
York,
Chicago, Slovenia og Rom
m.a.
Inger Lena Gaasemyr,
ið er norskur listfrøðingur,
búsitandi í Chicago, sam
skipar tiltakið og letur fram
sýningina upp.
2. Seminar
Sama dag, sum framsýningin
letur upp, klokkan 10-
15, verður seminar í Ova
stovu í Nóatúni á Fróð
skaparsetrinum.
THE PROVINCIALISTS
setir fram spurningin, hvat
provinsialisma er, og vil
geva íblástur til kjak um
hugtakið. Vit bjóða tí til
seminar á Fróðskaparsetri
Føroya,
har
innbodnir
røðarar og luttakarar frá
NIFCA varpa ljós á evnið
úr søguligum og sam
tíðarligum sjónarhorni. Har
verða framløgur og kjak
um at skapa list og vera
listafólk í altjóða høpi.
Hvat hevur tað at siga fyri
verkini, at listafólkini búgva
og virka í útjaðarum? Er
skapandi megin annarleiðis
í útjaðara enn í miðdepli.
Hvør veitir eitt slíkt heiti?
Ber tað til at venda teimum
við? Og hví verða tey brúkt
við hvørt? Røðarar verða
Bente
Scavenius,
DK,
Baldur Hafstað, ÍS, Inger
Lena Gaasemyr, N, Malan
Marnersdóttir og Eyðun
Andreassen, FØ.
Orðstýrarar eru:
Leygardagin 28, oktober:
Carl J. Jensen
Sunnudagin 29. oktober:
Oddfríður M. Rasmussen
Seminarið verður leygar
dagin 28. oktober kl. 10
– 15 og sunnudagin 29.
oktober kl. 10 – 16.
Framsýningin er opin
frá 28.10 til 18.12, týsdag
til sunnudag kl. 14 – 16.
Mánadag er stongt, siga
Listasavn Føroya og Fróð
skaparsetur Føroya í tíðinda
skrivi.
Modernaður
tónleikur úr Noregi
vitjar í Føroyum
Norska Trioin Poing er á konsertferð í Føroyum,
við sínum modernaða tónleiki, ið byggir á teirra
áhuga í alskyns tónleikasløgum, í kvøld spælir
trioin í Miðlahúsinum í morgin í Gøtukirkju.
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í kvøld kl. 21 leggur miðlahúsið í Vágsbotni pall til
Norsku trioina Poing, og fríggjakvøldið kl. 20 verður
konsert við henni í Gøtu kirkju. Teir tríggir spæla fyri
tað mesta modernaðan tónleik.
Poing er samansett av Rolf-Erik Nystrøm, saksofon,
Frode Haltli, harmoniku og Håkon Thelin, kontrabass,
og er sambært fyrireikarunum ein tann mest virkni
tónleikabólkurini í Norður Evropa.
Alt slag av tónleiki hevur teirra áhuga, heilt frá
klassiskum til rokk og fólkatónleik. Teir eru eyðkendir
fyri arbeiða seg djúpt inn í ymisk sløg av tónleiki, ið
teir geva sín egna stíl. Teir hava m.a. arbeitt saman
við Dubliners og Arlo Guthri úr Runrig, umframt at
teir hava spælt saman við symfoni orkestrum ymsta
staðni í heiminum. Eisini hava teir arbeitt við etniskum
tónleiki saman við tónleikarum úr Afrika, Persia og
Samalandi. Í arbeiðinum við at skapa modernaðan
tónleik, brýtur Poing fegin mærk fyri sampæl og fyri
tolking av samtíðartónleiki. Trioin arbeiðir tætt saman
við tónaskøldum í skapanarstøðuni, og teir eru ikki
bangnir fyri truplum partiturum. Trioin hevur sum mál
at røkka eina størri áskoðarafjøld enn tað etableraða
umhvørvið innan klassiskan tónleik. Poing arbeiðir
nógv við improvisatiónum og ofta blandar trioin akkust
isk ljóðføri við elektronisk ljóðføri og forritan.
MØTI
Felagsskapurin Women´s
Aglow er ein tvørkirkjuligur,
heimsumfatandi
felags
skapur.
Aglowmøti eru vanliga
eina ferð um mánaðin, har
allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Fyri at gera tað hugnaligt
byrja vit við einum drekka
munni og onkrum góðum
afturvið, hetta gevur ein
góðan møguleika hjá kvinn
unum at práta saman. Hesu
ferð kemur Birgit Thomsen
at leiða sangin og Elin
Tausen talar.
Tað, sum er áhugavert
við Aglow, er, at kvinnur
úr kirkjum, samkomum,
og kvinnur, ið ikki hava
nakað andaligt heim, kunnu
vera saman um Guds
Orð, hugna sær, stuðla og
hjálpa hvørji aðrari. Aftan
á drekkamunnin lovsyngja
vit Harranum saman við
lovsongsbólkinum. Hetta er
ein sera gevandi løta.
Síðani verða antin 2
vitnisburðar, har kvinnur
greiða frá, hvat Harrin
hevur gjørt í teirra lívi, ella
verður undirvísing í Guds
Orði.
At enda verður møguleiki
at koma til forbøn, har ávísir
forbiðjarar vegleiða og
biðja fyri hesum kvinnum.
Í Føroyum eru í alt 6
Aglow-bólkar. Bólkar eru
í: Norðoyggjum, Esyturoy,
Vágum,
Havn,
Sandoy
og Suðuroy. Yvir hesum
bólkum er ein landsleiðsla
við Elisabeth Joensen í
Sørvági sum formanni.
Endamál okkara er:
at lovsyngja Gudi, at
tilbiðja og dýrdargera
Hann á øllum økjum í
lívi okkara
at vinna sálir fyri Krist
us, serliga tey, sum ilt
er at náa við vanligari
evangelisering
at luta evangelium Jesu
Krists við trúgvandi
um allan heim. Hetta
umfatar bæði Jesus sum
Frelsara, sum Hann,
ið doypir í Heilaga
Andanum, Hann, sum
loysir og grøðir
at virka fyri andaligum
einleika millum trúgv
andi
at fostra felagsskap mill
um kvinnur
at eggja hvørja einstaka
kvinnu til at gerast virk
in í hennara lokalu sam
komu/kirkju
at hjálpa kvinnum at
finna teirra ávísa leiklut
og pláss samsvarandi
skriftini
THE PROVINCIALISTS
í Listaskálanum
Aglow í Havn: Í Miðla
húsinum leygarkvøldið
Nevndin í Aglow í Havn: Aftara rað frá vinstru: Ester Mohr, Lív
Jacobsen formaður, Elly Djurhuus skrivari.
Fremra rað frá vinstru: Litzy Lamhauge, Essemia Vang