Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 202 - 19. oktober 2006 tíðindi Tey 110 fólkini, sum manna klaks­ víkstrolaran, Atlantic Navigator, eru ørkymlað og frustrerað, tí nú hevur báturin ligið í tríggjar vikur, men tey fáa onki at vita frá reiðaranum Atlantic Navigator Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit eru ørkymlað og vit eru frustrerað. Tað er manningin á okkara størsta fiskiskipi, Atlantic Navigator, í Klaksvík, sum er farin at rassast. Atlantic Navigator hevur ligið við bryggju í tríggjar vikur, men enn frættist onki um, nær ætlanin er at loysa aftur. Og tað, sum ørkymlar manningina, er júst tað, at tey als onki fáa at vita. - Vit halda, at tað er vána­ligt, at vit als onga kunn­ing yvirhøvur frá frá reiðaranum, er tað stutta av tí langa av tí, sum fleiri av manningini siga við Sosialin. Tey siga, at tey hava roynt at spurt seg fyri, men ongin sigur nakað. Sostatt vita tey onki yvir­ høvur um, nær ætlanin er at loysa aftur, ella hvør ætl­ anin er við bátinum yvir­ høvur. - Tað er ógvuliga frustrer­ andi at ganga hendur í lumma so leingi og so ikki fáa nakað at vita, siga fleiri av manningini Tey siga, at er støðan tann, at reiðarin onki veit sjálvur, kundi hann í minsta lag sagt tað, tí so visti manningin í øllum førum tað. Tað, sum manningin held­ ur vera serliga keðiligt, er, at nú manningin gongur í fyri onki, gongur hon samstundis í ongamannalandi. - Vit eru ikki søgd upp, so vit fáa ikki eitt oyra úr ALS. Sostatt hava vit onki trygdarnet og tað eru mong, sum hava hús at svara fyri, sum eru við at koma í dýrastu neyð. Hjá fleiri av manningini er støðan eisini tann, at tey hava ikki verið í nøkrum felag og tí hava tey heldur ikki fingið so frægt sum minstuløn. - Hetta er eitt av landsins størstu arbeiðsplássum við 110 fólkum, sum bara verður lagt stilt, uttan nakra sum helst kunning til arbeiðsfólkið og tað halda vit er ósømilig viðferð av okkum, siga umboð fyri manningina. - Slíkt hevði ikki komið fyri seg nakra aðra staðni, halda tey. Og skiparin, Lion Peter­sen sigur heilt stutt, at hann veit heldur onki. Hann sigur ikki so nógv um støðuna, men hann viðgongur, at hann heldur, at tað er “beklagiligt” at tey onki fáa at vita. Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa fatur á reiðaranum, Hanusi Hansen, men hann er burturstaddur og hevur ikki verið at hitt. Manningin við Atlantic Navigator vil hava betri sømdir, men tað gongur strilti at semjast við reiðaran Atlantic Navigator Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Semja er ikki um, hvørja løn, manningin á Atlantic Navigator skal hava. Bæði Skipara- og Naviga­ tørfelagið og Maskin­ meist­arafelagið staðfesta, at tey eru ikki nøgd við lønina til manningina og tí verður roynt at fáa nýggjan sáttmála. Men bæði feløgini stað­ festa samstundis, at reið­ arin er heldur trekur at samráðast og tí eru tey ikki komin serliga langt. Eyðstein Djurhuus, for­­ maður í Skipara- og Navi­ ga­torfelag, sigur, at yvir­ menninir umborð á Atlantic Navigator gjørdi eina ser­ liga avtalu við reiðaran um at teir skuldu fáa fasta mánaðarløn. Annars er sáttmáli um hetta økið, men Skipara- og Navigatørfelagið góðtók, at yvirmenninir á Altantic Navigator gjørdi eina ser­ liga avtalu við reiðaran. Men Eyðstein Djurhuus sigur, at hendan avtalan er ikki skrivlig. Hon er bara munnlig og tað er ikki nøktandi og samstundis er hon ongantíð endurskoðað, síðani báturin kom. - Tí vilja vit hava eina betri avtalu við reiðaran, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum. Men tær samráðingarnar ganga onki serligt. Hann tað soleiðis, at part­ arnir hava hvør sína fatan av viðurskiftunum. - Vit hava tosað við reið­ aran um at fáa eina betri avtalu, men ásannast má, at hann er eitt sindur trekur at samráðast, sum hann orðar seg. Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur somuleiðis, at tey hava roynt at fáa eina avtalu við reiðaran. - Men tað hevur ikki ging­ið serliga væl, ásannar hann. Hann sigur, at tað er reið­arin, sum vil hava eina nýggja avtalu við Maskin­ meistarafelagið, men til ein nýggj avtala er fingin í lag, er tann gamla galdandi. Men Jógvan Nybo vil onki siga um, hvussu langt er ímillum partarnar. Hvørki Skipara- og Naviga­tørfelagnum hava tikið støðu til, hvat hendir um ætl­anin er at fara avstað, uttan at ein avtala er. Ætlar skipið at loysa, uttan at løna teimum eftir vanliga sáttmálanum á økin­ um og uttan at semja er um eina serliga avtalu, hava feløgini møguleika at nokta monnum at fara við. Men tann spurningin hava feløgini ikki tikið støðu til. - Vit hava roynt nú í eina tíð, men tað gongur strilti. Og einaferð kemur tað hartil, at ein avgerð skal takast, ásannar formað­ urin í Skipara- og Naviga­ torfelagnum. Fiskimannafelagið sigur, at ein serlig avtala varð gjørd fyri menninar við Atlantic Navigator, har prosentparturin hjá teimum lækkaði úr 40% niður í 31%. Tann avtalan var galdandi til 31. juli í ár. Síðani hava samráðingar verið um eina nýggja av­talu. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at ein nýggj avtala liggur á borðinum, sum báðir partar kunnu góðtaka. Men hon skal saman­sjóð­ ast við avtalurnar hjá hinum manningarfeløgunum og sum er, vil hann ikki siga nakað um avtaluna annars. Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa fatur á reiðaranum, Hanusi Hansen, men hann er burturstaddur og hevur ikki verið at hitt. Atlantic Navigator: Ósemja um lønirnar til manningina Ørkymlaðir av at ganga hendur í lumma Hendan myndiner tikin, tá ið Atlantic Navigator kom til Klaksvíkar. Manningin harmast um, at tey fáa ikki eitt orð at vita, hóast báturin hevur ligið í tríggjar vikur (savnsmynd) Atlantic Navigator hevur ligið við bryggju í tríggjar vikur. Manningar­ feløgini eru ósamd við manningina um lønina, men reiðarin er trekur at samráðast við, siga tey. Men tey staðfesta eisini, at tað er ikki orsøkin til, at skipið liggur