týsdagur 16. januar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 16. januar 2001
23
22
Nr. 10 - 16. januar 2001
En hin størsta
orsøkin til góða
føroyska málverja-
avrikið var sambært
málverjanum
sjálvum, at hann
hesaferð hugsaði
meira um egnar
dygdir enn tær hjá
mótstøðumonnunum
LANDSDYSTIR
Jakup Mørk
Ein av stóru føroysku trup-
ulleikunum í dystunum
móti Rumenia var, at tað
hjá málverjum okkara tók
heldur langa tíð, áðrenn teir
veruliga komu inn í dystin.
Tá tosaðu vit eftir dystirnar
við Jóhan Danielsen, og
hann helt eina orsøk til
hetta vera, at virðingin fyri
mótstøðuni var alt ov stór.
Fríggja- og leygardagin
var hetta tó eingin trupul-
leiki longur. Jens Skipa-
gøta, sum byrjaði í málin-
um fríggjadagin, legði fyri
við fleiri góðum bjarging-
um, og virðing fyri mót-
støðuni tóktist í øllum før-
um at vera nakað, sum hann
so slettis ikki hevði hugsað
um.
Spurdur, um hetta var
nakað, sum málverjarnir
høvdu arbeitt serstakt við í
vikuni, svarar málverjin, at
tað var tað sum so ikki,
men hinvegin var hetta
kanska nakað, sum teir
hugsaðu um, hvør í sínum
lag.
– Undan hesum dystun-
um royndi eg bara at hugsa
um, hvussu mítt spæl
skuldi vera, um so var, at eg
slapp á vøllin. Hjá einum
málverja ræður jú fyrst og
fremst um at plasera seg
rætt í mun til verjuna, og
ikki hugsa alt ov nógv
mótstøðuna. Tí royndi eg
bara at gloyma alt um hinar,
og yvirhøvur at verða so
arrogantur sum møguligt tá
dysturin fór ígongd.
– Tað skal tó leggjast
afturat, at eg ikki haldi, at
skotini hjá sveisarunum
vóru eins góð, sum tey hjá
rumenum. Tey vóru kanska
líka hørð, men neyvleikin
var ikki hin sami, og yvir-
høvur haldi, at spælið hjá
Sveis hóskaði okkum betri
enn tað hjá Rumenia.
Tryggari men ikki
tryggur
Spurdur, um hann nú eftir
hesar dystirnar kendi seg
tryggari í landsliðshóp-
inum, segði Jens, at tað
gjørdi hann sjálvandi.
– At tú sleppur at standa
tveir slíkar dystir á tamb
gevur sjálvandi sjálvsálit,
og vónin um at vera við
næstu ferð er sjálvandi
størri nú, enn hon var fyri
einari viku síðani.
– Tað hevur tó eisini al-
stóran týdning fyri avrikið,
at tú sum málverji sleppur
at byrja ein dyst í málinum.
Sum oftast er tað sera
trupult at verða tveittur inn
miðskeiðis í dystinum. Tá
er man kaldur oh ikki nóg
hugsavnaður og tí kann tað
skjótt
gerast
ógvuliga
frustrerandi í málinum.
Hetta
var
kanska
ein
avgerandi fortreyt fyri, at
tað gekst mær somikið væl,
men eg eri heldur ikki í iva
um, at Jóhan hevði gjørt tað
eins væl, um tað var hann,
sum byrjaði dystirnar, so
tryggur í málinum eri eg als
ikki, sigur Jens Skipagøta
at enda.
Seinasti møguleikin
hjá VB at halda fast í
oddaliðnum var
sunnudagin, tá
Stjørnan vitjaði, og
hesaferð lótu tær í
Vági ikki møguleikan
fara framvið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá tosað hevur verið um
kvinnuhondbóltin í vetur,
hava tað einamest verið
VÍF og Stjørnan, sum hava
verið havd á lofti. Higartil
hava tey skúgvað øll onnur
lið til viks í FM-stríðnum,
men eisini bara higartil.
VB hevur alla tíðina ver-
ið mett sum trið sterkasta
liðið í kappingini, men eftir
tvey tap fyri VÍF, eins og
tap á útivølli fyri Stjørnuni,
var meira ella minni líkt til,
at tær eisini máttu taka til
takkar við at verða triðbest.
Sjálvar hava tær í Vági tó
ongantíð mist trúnna, og tá
Stjørnan vitjaði sunnudag-
in, sýndu tær eisini í verki,
at tað væl kann vera, at tær
hóast alt fara at seta kílar í,
nú endaspælið er um at fara
ígongd.
Simona spældi við
Stjørnan var annars á
pappírinum styrkt, við tað
at Simona Dziugyte í evstu
løtu fekk spæliloyvið út-
flýggja til dystin. Spurning-
urin er tó, um hetta yvir-
høvur
styrkti
um
hjá
Stjørnuni, ella um alt
stríðið við at fáa spælilovyi
ikki heldur órógvaði meira
enn gott var undan dystin-
um.
Um tað var hetta, ella um
onnur viðurskifti gjørdu
seg galdandi, verður ver-
andi óvist, men sum skilst á
øllum brøgdum, so var VB
tað ágrýtnari liðið frá byrj-
an av dystinum.
Við sterkum verjuspælið
órógvaðu tær alla tíðina
stjørnuálopini, og sluppu
klaksvíkingarnir framvið,
tók Guðrun í Lágabø sær av
fleiri
stjørnuskotum.
Í
álopspartinum dúvaði VB
hesa løtuna nógv upp á tær
báðar útlendsku, og spaku-
liga fór VB at toga frá
Stjørnuni. Nógv mál var tó
ongantíð talan um hesa
fyrstu løtuna, men hinvegin
førdi leiðslan við sær, at
VB-genturnar bara styrkt-
ust í trúnni um, at tað væl
kundi lata seg gera at basa
meistarunum.
Mansvardu tríggjar
Við styrktum sjálvsálitið
komu VB-kvinnurnar so-
leiðis út til seinna hálvleik,
og tað var eisini skjótt, at
tær fóru at draga frá Stjør-
nuni.
Hálvleiksmunurin á tvey
mál varð øktur upp í sjey, tá
hálvrunnið var, og tað var
eisini greitt, at okkurt heilt
serligt skuldi til, um Stjørn-
an skuldi vinna hetta inn-
aftur. Fyrsta royndin hjá
gestunum var at mansverja
Andreu Lütz, og tá hetta
ikki
tóktist
at
hjálpa
stórvegis, varð eisini farið
út eftir Reginu Radó og
Gurið Mortensen seinastu
løtuna.
Úr Vági skilst, at hetta
viðførdi eitt sera fjálturs-
stungið VB-avrik seinastu
løtuna, og tað eydnaðist
eisini Stjørnuni at skora
fýra mál á rað. At tað ikki
gjørdist til fleiri mál var í
stóran mun Guðrun í
Lágabø at takka, og tá VB
so aftur fekk nøkur kontra
mál burtur úr bjarginum
hennara, var alt í roynd og
veru avgjørt.
Hetta var ikki nøkur
avgerð
Eftir dystin spurdu vit
venjaran hjá Stjørnuni,
Rógva Nielsen, um tapið
hevði við sær, at Stjørnan
misti eitt avgerandi fet í
FM-stríðnum, men hann
var tó ikki av teirr áskoðan.
– Skulu vit vinna FM,
skulu vit framvegis vinna
báðar dystirnar móti VÍF,
so í so máta broytir hetta
einki hjá okkum. Væl
kundu vit á pappírinum
klára okkum við einum
javnleiki og einum sigri,
um vit vunnu hendan
dystin, men vit fara so á
vøllin fyri at spæla upp á
javnleik í hondbólti, sigur
venjarin.
Hann leggur afturat, at
umframt dystirnar millum
VÍF og Stjørnuna, so ivast
hann ikki í, at dystirnir í
Vági verða avgerandi fyri
gullmerkini hetta kapp-
ingarárið.
– VB var liðið, sum vildi
vinna í dag, og spæla tær
soleiðis framyvir, er einki
at ivast í, at bæði vit og VÍF
fáa tað sera trupult móti
teimum. Í so máta kann tað
kanska vera ein fyrimunur,
at vit taptu hendan dystin, tí
nú er einki at ivast í, at
motivatiónin hjá VB er í
topp, sigur Rógvi Nielsen
at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 10(3),
Christina Holm 7, Andrea
Lütz 6, Gurið Mortensen 2,
Mary Krosslá 2, Sólrun
Krosslá 1
Stjørnan: Vesna Tomjek
6(3), Sólva Eystberg 4(2),
Annika Ljósstein 3, Bára
Skaale 3, Joan M. Joensen
3, Una Olsen 3, Anna
Kristina Samson 2, Simona
Dziugyte 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 6
Útvísingar: VB 4, Stjørnan
1
Dómarar úr H71: Petur S.
Dahl og Ragnar Simonsen
Hóast VB og Tjaldur
ikki hava avgreitt sína-
millum dystin í Vági, so
verður grundspælið nú
roknað sum liðugt spælt.
HSF hevur gjørt av, at
VB skal vinna dystin
uttan dyst (við málmun-
inum 0-0), tí Tjaldur ikki
møtti upp til dystin.
Úr HSF verður sagt, at
avboðið frá Tjaldri kom
ov seint, og tískil er í
stigatalvunum
her
í
blaðnum roknað við, at
øll liðini í bestu deildini
hava leikt 12 dystir.
jm
Uttan dyst
VB-Stjørnan 30-25 (13-11)
VB hongur í toppinum
Stjørnan mátti taka til takkar við ósigri suðuri í Vági, og nú er
VB so smátt fara blandað seg upp í oddin
Virðingin burtur
Jens Skipagøta stóð tveir branddystir um vikuskiftið, men
hetta rakk so ikki til stig hjá føroyska liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Nú kappingin er
komin í helvt liggja
klaksvíkingar einsa-
mallir á odda. Teir
vunnu sannførandi á
vestmenningum,
meðan havnarmenn
vunnu sín fyrsta dyst
í ár ímóti
kollfirðingum.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í Klaksvík vóru vestmenn-
ingar á vitjan sunnudagin
og úrslitið gjørdist ein
tryggur
3-1
sigur
til
heimaliðið.
Rani Nolseø og John
Rødgaard hava mangan
sitið nógvar góðar og
drúgvar tímar og stríðst
ímóti hvørjum øðrum, men
hesaferð vardi talvið bert
fjúrtan leikir. Rani sum
hevði svarta fólkið, leikti
væl og útjavnði stutt inni í
talvinum, og tá John býtti
frúnnar og bjóðaði javnleik
tók Rani av hesum tilboði.
Steintór hevur higartil
havt góð úrslit á klaksvíks-
liðnum, men uppgávan
ímóti formsterka Torbjørn
Thomsen er ikki ein av
teimum løttu. Skjótt varð
farið úr ástøðuni, og eftir at
báðir høvdu roynt ymsar
snildir uttan úrslit, samdust
teir um javnleik. Torbjørn
hevði annars vunnið øll síni
talv undan hesum umfari.
Tummas M. Anthonius-
sen hevur verið álitið hjá
klaksvíkingum í ár, og
hesaferð lat hann sínar
kynstir ganga útyvir John
Jacobsen.
John
trýsti
Tummas í byrjanini, men
var ov bráður við róki sín-
um,
og
hetta
revsaði
Tummas og niðurspældi
hareftir John.
Á fjórða borði vann
Ingolf Gaard á Petur Høj-
gaard. Petur stóð betur,
men Ingolf vardi seg væl og
bíðaði til røttu løtuna at
leypa hvøkk á, og eftir hetta
telvaði hann sannførandi og
mátaði at enda Petur.
3-1 og leiin sær út til at
vera sett hjá teimum har
norðuri, meðan spurning-
urin er um vestmenningar
kunnu fóta sær. Teir hava
havt tvey ivasom úrslit á
rað, og nærkast nú av álvara
botninum.
Flóvin við hjá Havnini
Leiðslan í Havnar Telving-
arfelag hevur ivaleyst ikki
sæð aðrar møguleikar enn
at styrkja um liðið, sum lá
niðast
undan
dystinum
ímóti kollfirðingum. Boð
vórðu send eftir útisetanum
og føroyameistarnum Flóv-
in Tór Næs, sum óvæntað
ikki fekk stórmeistara
ímóti sær. Yvir av honum
sat ístaðin tann ungi Hans
Kristian Simonsen.
Eitt sindur óheppið fyri
kappingina at kollfirðingar
bert nýta sínar stórmeist-
arar av og á. Tað ger nevn-
liga kappingina eitt sindur
misvísandi at teir t.d ímóti
Sandavági hava GM Henrik
Danielsen og ímóti Havnini
ongan GM´ara. Trupulleik-
in er, at ein aldrin veit hvør
situr á fyrsta borði og tí
verður eingin møguleiki hjá
einstøkum at fyrireika seg.
Stórmeistari ella ei, Hans
Kristian tók uppgávu sína
av álvara og fekk eina betri
støðu við svarta fólkinum í
miðspælinum. Flóvin bjóð-
aði Hans Kristian javnleik,
sum hesin tók av. Tað vísti
seg at Hans Kristian átti at
leikt víðari, har hann hevði
kunnað ognað sær finnu og
við røttum spæli fingið
avgerandi fyrimun, ella í
minsta lagi kláran fyrimun.
Helst var tað virðing sum
lat seg ávirka. Eitt gott
úrslit hjá Hans Kristiani.
Herluf Hansen hevði
einki stig fingið undan
talvinum ímóti Bernhard
Thomsen, men sunnudagin
fall eydnan í hansara lut.
Herluf fekk ræðið yvir c-
linjuna og skjótt fekk hann
avgerandi fyrimun og vann
talvið.
Á triðja borði offraði Pól
Martin Hansen kvalitet og
fekk heilt gott spæl, men
Olaf Berg vardi seg væl og
fekk ognað sær javnleikin.
Andrias
Ziska
hevur
verið nógv við í ár, og
sunnudagin vann eisini sítt
talv ímóti Grettir Djurhuus
í eyðkendum stíli. Hann
offraði frúgv fyri rók, bisp
og riddara og trýsti spaku-
liga Grettir niður, til hann
at enda gavst.
Ein ómetaliga kærkomin
3-1 sigur hjá havnarmonn-
um, tann fyrsti í hesari
liðkapping. Kollfirðingar
duttu hinvegin niður á eitt
triðja pláss.
Hvalvíkingar fylgja
væl við
Sandavágsmenn fingu ótrú-
ligt úrslit í seinastu viku í
Vestmanna við 2-2 úrslitin-
um, og fóru tí við fitt av
sjálvsáliti til dystin ímóti
hvalvíkingum. Men teir úr
sundalagnum løgdu ikki
petti í og vunnu heili 3-1 og
hava lagt seg á eitt annað
pláss.
Martin Brekká vann enn
einferð, hesaferð ímóti
Bernhard Augustinussen.
Gutti Petersen sum fekk
javnleik ímóti John Rød-
gaard í farnu viku, megnaði
eisini hesuferð at yvirraska.
Finnbjørn
Zachariassen
kláraði ikki at koppa Gutta,
og javnleikur bleiv úrslit
teirra.
Á triðja borði vann
Sámal Christiansen á Hera
Christoffersen,
meðan
Sonni Nielsen og Bergur
Magnussen leiktu javnt.
Tapið viðførdi at teir úr
Sandavági nú eru aftastir í
røðini, men fá stig eru tó
upp til teir næstu.
Støðan:
Klaksvík 12,5
Hvalvík 11,5
Kollafjørð 10,5
Havnin 9,5
Vestmanna 8,5
Sandavágur 7,5
Havnarmenn hálaðu seg
vekk frá botninum, og eru í
roynd og veru ikki langt frá
toppinum. Klaksvíkingar
eru komnir í ein góðan
stima, har øll fara borðini
fáa nógv stig til hølvdar, og
tað sama kann nærum sig-
ast um hvalvíkingar.
Sætta umfar sum verður
leikt komandi leygardag,
verða
hesir
dystir:
Kollafjørður – Klaksvík,
Vestmanna – Hvalvík og
Sandavági – Havnin.
Minni gott
Fjórða umfar í donsku
liðkappingini var telvað um
vikuskifti, og føroyska liðið
í Keypmannahavn sum
framanundan lá einsamalt á
odda í triðju deild, má nú
deila
fyrsta
pláss
við
Ballerup.
Føroyingarnir
møttu
botnlinum Saxo, men sera
óvæntað endaði dysturin
javnur 4-4. Úr Saxo komu
bert
sjey
mans,
sum
viðførdi at Eyðun Nolsøe
vann uttan dyst á triðja
borði. Saman við Eyðuni
vunnu Bogi Ziska, Terji
Petersen og Carl Eli Nolsøe
Samuelsen, meðan John
Arni Nilssen, Heini Olsen,
Heini Danielsen og Finn-
bjørn Vang máttu lúta.
Talvið hesa vikuna er talvið
hjá Terja.
Flóvin Tór Næs var í
Føroyum um vikuskifti og
telvaði tískil ikki við.
Eitt minni gott úrslit hjá
Talvfelagnum Føroyar, nú
trý umfør resta í.
John Arni hevur júst
luttikið í einari kapping í
Noreg, har hann fekk fimm
stig av níggju. Hetta var eitt
sindur
undir
væntaðu
skoruna og misti hann tískil
nøkur fá ratingstig.
Einkultúrslitini á
liðnum eftir fýra
umfør:
John Arni Nielsen
2 av 4
Heini Olsen
2 / 4
Flóvin T. Næs
2 / 2
Eyðun Nolsøe
2,5/4
Bogi Ziska
3 / 4
Heini Danielsen 2,5/4
Terji Petersen
1,5/3
Carl Eli N. Samuelsen
4 / 4
Finnbjørn Vang
2 / 3
Wijk aan Zee
Í næstu grein, sum verður í
leygardagsblaðnum verður
hugt nærri at krútsterku
kappingini,
Corus-Wijk
aan Zee, sum í løtuni
verður telvað í Hollandi.
Allir teir sterku luttaka, og
eftir tveimum umførum
liggur Kasparov á odda við
fullum stigatali, meðan
heimsmeistarnir Kramnik
og Anand liggja beint í høl-
unum. Meira um kapp-
ingina leygardagin.
Terji Petersen (2081) – Bjarne Henriksen (1670)
3.deild, Danmark
Viðmerkingar: Terji Petersen og Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
1.d4 Nf6 2.c4 g6 3.Nc3 d5 Danin telvar Grunfeld
byrjanina, sum eitt nú Kasparov oftani leikar 4.cxd5
Nxd5 5.e4 Nxc3 6.bxc3 Bg7 7.Bc4 c5 8.Be3 Nc6
9.Ne2 0-0 10.0-0 cxd4 11.cxd4 Bg4 12.f3 Na5
13.Bd5 [13.Bxf7+ Rxf7 14.fxg4 Rxf1+ 15.Kxf1 er
nógv telva_, og gevur eisini svørtum gott spæl fyri
finnuna.] 13...Bd7 14.Rb1 Qc8?! [14...a6 15.Bxb7
Ra7 16.Bd5 Bb5 og svartur fær finnuna aftur vid
røttum spæli.] 15.Qd2 Nc6 16.Rfc1 e5 17.dxe5
Bxe5 18.g3 Qc7 19.Bc5 Rfe8 20.f4 Bg7
21.Bd6 Qc8 [21...Qxd6?? 22.Bxf7+ og svartur
missur frunna.] 22.a3 Bf8 23.Be5!? Nxe5
[23...Bxa3? 24.Ba1! og hvitur vinnur vegna a1-h8
diagonalin.] 24.fxe5 [24.Rxc8?? Nf3+ 25.Kg2 Nxd2
og svartur vinnur] 24...Bc6? [24...Bc5+ 25.Kh1 Rb8
gevur svørtum moguleika at berjast vidari.] 25.Nd4
Qd8 26.Nxc6 bxc6 27.Rxc6 Bxa3 28.Rf6 Bc5+
29.Kh1 Rxe5 30.Rbf1 Rxe4 31.Rxf7 Kh8 32.Qh6
Qg8 33.Bxe4 og svartur gavst. 1-0
Talvið hesa
vikuna
Klaksvík á odda
Flóvin Tór Næs var komin heim til hetta umfarið, men noyddist at taka til takkar við javnleiki
á fyrsta borði