hósdagur 19. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
25
Nýligani hevði Jenis av
Rana eitt langt lesarabræv í
bløðunum, har hann umrøddi
nøkur viðurskifti í samband
við tey samkyndu og teirra
støðu í samfelagnum. Vit
vilja í hesum sambandi
loyva okkum at seta nakrar
spurningar við tað, sum
hann frammførdi.
Sodoma og tey samkyndu
Jenis er ikki einsamallur
millum kristnar føroyingar,
tá tað kemur til at tríva
í tí Gamla Testamentligu
søguna um Sodoma og
Gomorra og hví hesir býir
bliva lagdir í oyði. Nær
um øll fortelja søguna á
tann hátt, at Sodoma og
Gomorra blivu lagdir í oyði
vegna tey samkyndu, og
at hetta onkursvegna eigur
at tæna okkum sum eina
ávaring um, hvat vit ikki
mugu gera. Hetta er skeivt
av fleiri orsøkum. Fyri tað
fyrsta, so eru bíbliusøgur
ikki egnaðar sum leiðbein
ing til, hvussu okkara sam
felag eigur at síggja út. Høv
uðsorsøkin til, at hetta er
skeivt er tó tann, at bíblian
ikki við einum einasta
orðið nevnir nakað um, at
Sodoma og Gomorra blivu
lagdar í oyði vegna tey
samkyndu. Í 1. Mósebók
stendur bara nakað um, at
synd teirra var ovurtung.
Hvør syndin er fáa vit
onki at vita um við at lesa
1. Mósebók. Tað fáa vit
hinvegin nakað at vita um,
í Ezekiel kapitul 16 vers
49-50, har skriva stendur
“Hetta var misbrot Sodoma,
systur tínar: Hugmóð; ov
mikið av breyði og tryggan
frið høvdu hon og døtur
hennara;
men
hinum
arma og fátæka rætti hon
ikki hondina; tær vórðu
hástórar og gjørdu tað,
ið viðurstyggiligt var fyri
ásjón Míni, og Eg beindi
tær burt, táið Eg sá tað”.
Tað vil siga, at stórlæti
og ein manglandi vilji til at
hjálpa neyðstøddum var tað,
sum legði Sodoma í oyði.
Vit høvdu væntað, at Jenis
og aðrir frammstandandi
kristnir føroyingar, kendu
bíbliuna so mikið væl,
at tað ikki burdi verið
neyðugt at fortalt teimum
hetta, men eftirsum at tað
frammhaldandi
verður
ført fram, at Sodoma og
Gomorra blivu lagdar í
oyði vegna tey samkyndu
– hvat ikki er annað enn
ein loddrøtt lygn – so vóna
vit nú, at hesin feilur verður
tikin til eftirtektar, soleiðis
at vit ikki síggja tílíkt
frammført aftur í almenna
føroyska rúminum.
Náttúrligt ella normalt
Jenis brúkar eitt sindur av
krúti uppá at frammstilla tey
samkyndu sum havandi ein
lívsstíl, ið ikki samsvarar við
náttúruna ella er ónormalur.
Vit hava ein varhuga av, at
hann á hendan hátt roynir
at gera okkum øllum greitt,
at samkyndur lívsstílur
ikki er nakað, vit eiga
at geva innivist í okkara
samfelag. Hetta er eisini
nokkso løgið upp á nógvar
ymskar mátar. Fyri tað
fyrsta, so ER samkyndur
lívsstílur náttúrligur. Fleiri
kanningar eru gjørdar, sum
vísa, at fleiri djórasløg
hava pør, sum liva í einum
samkyndum parforholdi. T.
d. hava pingvinsteggjar í
djóragarðum í bæði New
York og Bremerhaven livað
í samkyndum parforholdi.
So samkynd parforhold
eru náttúrlig. Ikki tí, tað
spælir absolut ongan leiklut
fyri okkara lógarverk, um
nakað er náttúrligt ella
ei. Tann menniskjasligi
moralurin fyriheldur seg
ikki til, hvat náttúran ger.
Vit menniskju hevja okkum
onkursvegna upp um tað,
sum hendur í náttúruni,
og skapa okkum virðir, ið
liggja fjart frá tí, sum er
at finna í náttúruni. T. d.
er neyðtøka púra náttúrlig.
Tað er bara at hyggja
eftir levnaðinum í einum
høsnagarði fyri at fáa vissu
um tað. At drepa síni egnu
fyri síðan at eta tey er eisini
púra náttúrligt. Allíkavæl
hava vit menniskju skapt
okkum lógir, sum ikki
loyva hesum, sjálvt um
hetta er púra náttúrligt. Vit
hava eisini dømi um lógir,
sum loyva tí, ið ikki eru
náttúrligt. T. d. er tað ikki
náttúrligt fyri menniskju
at koyra bil ella ganga í
kirkju, men allíkavæl hava
vit lógir sum loyva hesum.
Alt hetta vísur okkum bara
somikið, at tá tað kemur
til okkara lógarverk, so
spælir
náttúrligheit
og
normaliteturin ongan stór
vegis leiklut. Og tað eigur
tað so heldur ikki at gera í
hesum føri!
Guðs hús og tess fólk
Jenis undrast eisini á, at fjøl
miðlarnir brúka so nógva
orku upp á at frammstilla
tey kristnu í einum ringum
ljósi. Tað er eisini rætt,
sum hann sjálvur førur
fram, at tað eru ikki tey
kristnu,
sum
kropsliga
leypa á tey samkyndu, og
tað er allarhelst eisini rætt,
at samkynd ikki høvdu
verið rikin á dyr, um tey
stukku fótin innum í eini
føroyskari samkomu. Tað er
tó soleiðis, at vit í Føroyum
hava ein trupulleika, tá tað
kemur til at veita einum
minnilutabólki í okkara
samfelag verju, og tað er
her, at tey kristnu liggja
í buktini. Tað er nemliga
soleiðis, at tað fyrst og
fremst eru teir kristnu før
oyingarnir, sum ikki vilja
loysa hendan trupulleika,
og harvið óbeinleiðis eisini
eru við til at vælsigna, at
fólk verða niðurgjørd og
hótt vegna sína kynsligu
orientering.
Og
harvið
hevur Jenis so eisini svarið
til, hví fjølmiðlarnir velja
at varpa ljós á tann kristna
vongin í Føroyum.
Tað er tó onki at ivast
í, at ein hugburðsbroyting
millum vanliga føroyingin
hevði verið ynskilig, tá tað
kemur til tey samkyndu,
men tá tað kemur til at verja
tey samkyndu ígjøgnum
okkara lógarverk, so er ein
hugburðsbroyting neyðug,
hjá einum ávísum parti av
kristnum føroyingum.
§68
Jenis nevnir í forbífartinum
§68. Vit vita ikki reiðuliga
hví – hendan lógarparagraf
í Revsilógini snýr seg um
alternativar fongsulshættir –
og tað kann undra, at ein av
okkara egnu lógarsmiðum
ikki hevur størri skil fyri,
hvat okkara lógarverk sigur.
§68 hevur als onki við hetta
mál at gera.
Um vit ikki hava misskilt
okkurt, so vænta vit, at
Jenis meinar við §266b.
Hann gremur seg um, at
føroyska løgreglan hevur
úttalað seg alment um, at
tað ikki er nakað í lógini,
sum forðar fólki í at sita
eitt vanligt vikuskifti á
einum dansistað í Havn
og ígjøgnum fleiri tímar
niðurgera og útspilla ein
persón við eini annaðleiðis
kynsligari orientering, enn
tann hjá meirlutanum av
fólkinum í Føroyum. At
Jenis fær ilt í sálina av, at
løgreglan alment staðfestir
veruleikan í Føroyum kann
undra. Hetta er jú soleiðis!
Og um tað kemur hartil,
at tað byrjar at útvikla seg
eitt anarki í Føroyum, har
ljóshærd ella fólk við breki
fara at blíva forfylgd og
niðurgjørd við sama íðni,
sum tey samkyndu, so
eigur føroyska samfelagið
sjálvandi at umhugsa at
víðka lógina til eisini at
fevna um hesar bólkar. Enn
er tað tíbetur onki, ið røkist
fyri, at tað kemur so vítt.
Trupulleikin beint nú er
tann, at ávísir føroyingar
hava ein trupulleika av, at tað
finnast fólk við eini øðrvísi
kynsligari sannføring enn
meirlutin, og hetta má tað
gerast okkurt við. Akkurát
sum tað bleiv gjørt nakað
við trupulleikan, tá ein
meirluti av fólkinum hevði
ilt av, at tað funnust fólk
við eini aðrari rasu (jødar)
ella at tað funnust fólk
við einum øðrum húðarliti
(tey littu). Lógin blívur
broytt, so hvørt sum nýggir
trupulleikar stinga seg upp.
Í løtuni er trupulleikin fólk
við eini aðrari kynsligari
sannføring, og tí eigur
lógin at broytast. Um tað
eina ferð í frammtíðini fer
at stinga seg ein trupulleiki
upp, tá tað kemur til fólk
við eini aðrari hárfarvu enn
meirlutin, so kunnu vit tosa
um tann trupulleikan til tað
tíð.
Umheimurin og meirlutin
Jenis hevur verið ein túr í
Korea, og har fann hann
útav, at í Korea høvdu tey
heldur ongar lógir, sum
góvu teimum homosexuellu
nøkur rættindi vegna sína
kynsligur orientering. Vit
kunnu upplýsa Jenis um,
at tað reint faktiskt eru tey
fægstu lond í heiminum, ið
hava nakra tílíka lóggávu,
og tískil átti tað ikki at
undra hann so nógv, at
Korea onga tílíka lóggávu
hevur. Tó, tey lond, ið hava
lógir sum geva samkyndu
rættindi, eru øll at rokna
millum tey fremstu í heim
inum. Tað eru lond, sum
vit í Føroyum dáma væl at
samanbera okkum við, og
alt gott um tað. Men... um
vit ætla okkum at teljast
millum heimsins fremstu
tjóðir í 2015, so hava vit
brúk fyri at broyta okkara
lóggávu soleiðis, at allir
minnilutabólkar í Føroyum
hava nøktandi rættindi. Vit
kunnu ikki hava tað sitandi
á okkum, at fólk mugu
rýma av landinum vegna
manglandi rættartrygd.
Jenis vísir eisini á, at
tað finnast nøkur nýggjari
tøl, sum siga nakað um,
hvussu stórur brotpartur av
fólkatalinum er samkyndur.
Hesi tøl eru nokk meira
eftirfarandi enn tað vanliga
talið – 10% – sum ofta
verður tikið fram. Tó, tað
spælir als ongan leiklut fyri
hesi lógarbroyting. Okkara
lógarverk eigur at verja
allar minnilutar, óðansæð
um teir telja 10% ella 1%
av fólkatalinum.
Fordómar og tollyndi
Jenis vísur okkum øll á
vandan við fordómum og
eini manglandi kritiskari
rannsakan av egnari støðu
takan. Orðarætt skrivar
hann: “Millum vandamikl
astu fíggindar, fólkaræðið
hevur, eru fordómar. Hetta
at læsa seg fastan í eina
uppfatan og nokta at lata
seg veg- ella rættleiða”.
Vit vita ikki heilt, um
hetta at læsa seg fastan í eini
uppfatan er vandamikið fyri
sjálvt fólkaræðið, men tað
er í øllum førum drepandi
fyri eitthvørt kjak. Tá tað
kemur til hetta at læsa seg
fastan, og ikki vilja lata seg
rættleiða, óðansæð hvussu
hart leikar á, so er tað
nettupp Jenis og hansara lið
av kristnum politikarum,
sum í Føroyum hava læst
seg so rimmarfastar í, at
fólk ikki skulu verjast
í lógini vegna kynsliga
orientering! Hetta hava
teir(!) valt at gjørt, sjálvt
um eitthvørt argument hjá
teimum fyri ikki at gera
hesa
lógarbroyting,
er
blivið afturvíst, og sjálvt
um tað finnast nógvar góðar
grundgevingar fyri, at gera
hesa lógarbroyting. Nøkur
dømi um tey óbrúkiligu
argument, sum tann kristni
vongurin hevur frammsett:
Serlóg: Onki kundi verið
meira skeivt. Teksturin í
lógarbroytingini
leggur
upp til, at fólk blíva vard
vegna sína ‘kynsligu orien
tering’, og eftirsum kynslig
orientering
dekkar
ein
stóran part av fólkinum í
okkara samfelag, so kann
tað ikki kallast nøkur
serlóg. Í viðmerkingunum
blivu tey samkyndu nevnd,
men viðmerkingarnar til
lógina eru ikki sjálv lógin,
Jenis! Tað burdi tú og aðrir
lógarsmiðir
í
Føroyum
vita.
Skeivt við serlógum: Onki
kundi verið meira skeivt.
Nærum allar lógir í føroyska
lógarverkinum eru serlógir
galdandi fyri avmarkaðar
bólkar. T. d. hava vit eina
Útlendingalóg,
galdandi
bara fyri útlendingar, eina
lóg um vinnuligan fiskiskap,
galdandi bara fyri reiðarar,
og eina lóg um feitar lønir
til løgtingslimir, galdandi
bara fyri løgingslimir. Trý
dømi um serlógir, sum tað
tó ongin trupulleiki er at fáa
gjøgnumført í Løgtingum,
kanska serliga tann síðsta!
Samkynd longu vard:
Onki kundi verið meira
skeivt. Hetta hava vit eisini
fingið fleiri dømir um. Ein
prestur skrivaði eitt niðrandi
og spottandi lesarabræv,
sum tó ikki fekk fylgjur, tí
lógin ikki vardi tann bólk,
sum hann skrivaði um.
Um bólkurin hevði verið
ein annar, t. d. jødar ella
muslimar, so hevði pípan
havt eitt annað ljóð. Og ung
fólk, við øðrvísi kynsligari
sannføring, blíva forfylgd í
okkara náttarlívi við niður
gering og háðan, uttan at
tað, ífylgi løgregluni, kann
fáa nakrar fylgjur.
Tøma lógina: Onki kundi
verið meira skeivt. Um
lógin blívur tømd, so verjir
hon akkurát ongan. Ella
enn verri – hon fevnir alt ov
vítt. Tað finnast støður, har
háðan ella niðurgering av
fólkum verður told, m. a. tá
ein fortelur eina skemtiliga
søgu. Tað kundi verið ein
blondinu vittigheit, men
veruleikin er jú tann, at
hetta onkursvegna er at
niðurgera blondinur. Um
lógin blívur tømd, so at
tað bara fer at standa, at
‘ongin má niðurgerast,
háðast ella hóttast’, so vil
tað í princippinum merkja,
at tær flestu skemtiligu
søgur, okkum dámar at for
telja, koma at verða lógar
brot. Harvið verður lagt
upp til at innføra gummi-
paragrafir í okkara lógar
verk, og tílíkum hava vit
ikki brúk fyri í einum rættar
samfelag.
At lógin eigur at tøm
ast, orsaka av, at hon
allíkavæl ikki forðar fyri
diskriminering av t. d.
littum er eisini tápuligt.
At tað so er formaðurin í
rættarnevndini í Løgtingum,
sum frammsetur tílíkar
útsøgnir, ger tað heila bara
enn meira grátuligt. Hann,
av øllum, burdi vitað, at
okkara lógir ikki kunnu
forða fyri lógarbrotum,
men hinvegin eru har fyri
at gera brot á lógina revsi
verd. Vit hava t. d. eina
ferðslulóg, sum sigur, at
man ikki má koyra skjótari
enn eitt vist, men allíkavæl
tekur løgreglan nærum
hvørja viku onkran, sum
koyrir við ov nógvari ferð.
Skulu vit so eisini tøma
Ferðslulógina?
Fýra greið dømir um,
hvussu fastlæstir summir
av teimum kristnu føroysku
politikarunum eru, tá tað
kemur til hetta mál. Teir
hava ferð aftan á ferð fingið
at vita, at hesi argument eru
óbrúkilig, men allíkavæl
smæðast teir ikki við at
endurtaka tey, sum um, at
lygnin blívur sonn, jú oftari
hon verður endurtikin. Av
sonnum ein manglandi vilji
til at lata seg rættleiða!
So er bara at vóna, at
okkurt skilagott hendir í
hesum máli. Broytið lógina
soleiðis at fólk eisini blíva
vard vegna sína kynsligu
orientering! Og bara rólig...
fiskurin fer ikki at forsvinna
av føroysku grunnunum
orsaka av, at hendan lóg
blívur broytt. Hygg bara
eftir, hvussu tað er gingist
øðrum londum, sum hava
viðtikið slíkar lógir. Um
lond, so sum USA, Dan
mark,
Stóra
Bretland,
Niðurlond osv. eru revsað
av Várharra fyri at gera
tílíkar lógir, so kann tað
undra, at hesi somu lond í
dag teljast millum tey mest
frammkomnu og ríkastu
lond í heiminum.
Aftursvar til Jenis av Rana
Århus
Eivind Ortind
Simonsen
Ålborg
Birita Lamhauge
Jóansdóttir
viðmerkingar