Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 202 - 19. oktober 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Tað krevur nógva tíð og orku at venja eitt lið í bestu deildini, og eg haldi ikki, at eg eri klárur til at verða venjari hjá einum liði í Formuladeildini. Rúni Nolsøe, fyrrverandi AB-venjari Klæmint gjørt avtalu við B36 Liðformaðurin hjá B36, Klæmint Matras, heldur fram í felagnum næsta kappingarár. Klæmint og B36 hava júst gjørt nýggja avtalu fyri næsta ár, og i B36 fegnast tey um, at drúgvi verjuspælarin heldur fram. - Klæmint er av­gjørt ein av teimum spæl­ ar­unum, sum hoyrir til grundstuðlarnar á lið­num. Og tí eru vit fegin um, at hann hevur valt at leingja sátt­ málan. Spurningurin var, um hann eitt skifti varð noyddur at flyta til Danmarkar, men tann spurningurin er nú loystur, so hann spælir eisini í B36 í 2007 sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn. Holst vil halda fram í Lyngby Christian Lamhauge Holst hevur staðið seg væl á liðnum hjá Lyngby, sum liggur í toppinum í donsku 1. deild. Hendan støðan er millum annað orsaka av málunum, sum Holst hevur skotið fyri liðið. Síðsta vikuskiftið skoraði Holst bæði mál­ ini, tá ið liðið vann á Fremad Amager. Holst, sum hevur spælt tveir landsdystir fyri Føroyar, ætlar sær at halda fram í Lyngby, hóast sáttmálin við felagið gongur út við árslok. - Eg vóni, at vit kunnu semjast um ein nýggj­an sáttmála, tí eg vil allar­ helst halda fram í Lyngby, sigur Holst við heim­ asíðuna hjá felag­num. Chelsea vann stórdystin Í gjárkvøldið spældu Chelsea og Bracelona í Champions League, og tað gjørdist enska felagið, sum vann stórdystin í London. Eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Didier Drogba beint eftir hálvleikssteðgin. - Chelsea hevði uppi­ borið at vinna. Chelsea hevur eitt framúr gott lið, og tað er trupult at spæla ímóti teimum, tá ið teir koma á odda, segði Barcelona-venjarin, Frank Rijkaard, eftir dystin. - Eg haldi ikki, at eg eri klárur at verða venjari hjá einum liði í Formuladeildini, sigur Rúni Nolsøe, sum gevst sum venjari hjá AB. Argjamenn missa eisini liðformannin og toppskjúttan Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Rúni Nolsøe hevur í ár staðið á odda fyri AB-liðnum, sum vann seg úr 1. deild og upp í Formuladeildina, men tað verður ikki Rúni, sum fer at venja liðið næsta kappingarár. - Eg havi hugsað um støð­ una, og nú AB vildi hava eitt svar frá mær, havi eg sagt teimum, at eg haldi ikki fram sum venjari hjá teimum, sigur Rúni Nolsøe. - Tað krevur nógva tíð og orku at venja eitt lið í bestu deildini, og eg haldi ikki, at eg eri klárur til at verða venjari hjá einum liði í Formuladeildini. Ætl­anin var, at eg skulu trappa eitt sindur niður frá fótbóltinum, tá ið eg gavst at spæla í HB, men tað havi ikki rættiliga kunnað seinasta árið, sigur hann. Stuðulsspælarar burtur Rúni hevur ikki gjørt av, hvat hann ætlar sær við fótbóltinum næsta ár. - Eg taki tað heilt ró­liga beint nú, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður næsta ár. Okkurt verð­ ur helst, tí eg havi fram­ vegis hug at verða við í fótbóltinum, men eg veit ikki rættiliga, hvat tað verð­ ur, sigur hann. AB er nú farið at leita eftir nýggjum venjara til næsta kappingarár, og liðið skal eisini hava nýggjan lið­ formann, tí Allan Mørkøre skiftir til B36 næsta kapp­ ingarár. Allan spældi í ár í álopinum hjá AB, og hann var toppskjútti. Mjølnir fekk sín fyrsta sigur í meistaradeidini hjá monnum, tá teir vunnu í Sørvági í gjár. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein dystur í meistaradeildini hjá monnum var á skránni í gjár, tá SÍ tók ímóti Mjølnir. Bæði liðini høvdu tapt teirra fyrsta dyst, og tí hevði tað stóran týdning fyr báðar partar at vinna dystin í Sørvági í gjár. SÍ betri frá byrjan SÍ fekk betru byrjanina í dystinum. Fyrsta settið gjørdist sera spennandi, og liðini fylgdust allan vegin uppá 27-27. SÍ hevði tó havt munin, og Mjølnir hevði ongan settbólt havt hetta settið. Dysturin endaði eisini við sigri til sørvingar, sum vunnu 29-27. Í øðrum settið kom SÍ ongantíð ordiliga fyri seg, og Mjølnir vann hetta settið trygt, 16-25. Í triðja settið var aftur vent í holuni, tí aftur hesaferð hevði SÍ munin. Teir førdu næstan alt settið og vunnu at enda 25-21. Nú stóð illa til hjá Mjølnir, sum seinasta viku­skiftið vann sær sætið í steypafinaluni, tá teir vunnu FK-kappingina í Havn. Teir vóru týðiliga skakaðir av ágangandi sørvingunum, og teir høvdu serliga ringt at leika seg framvið væl­leikandi verjuni hjá SÍ, sum ferð aftaná ferð bjargaði góðum smashum frá Mjøl­nir álopinum. Mjølnir royndist betur Eftir triðja sett var týðiligt, at leikararnir hjá Mjølnir høvdu sæð, hvønn veg tað ber. Teir tóku seg veruliga saman, og eftir hetta var ongantíð nakar ivi, hvat var betra liðið. Mjølnir vann aftur fjórða settið, 16-25. Tað sást á øllum brøgdum, at Mjølnir hevði størri bit í álopspartinum, og nógv bendi á, at sigurin fór at enda í Klaksvík. Fimta settið hevði júst somu gongd sum fjórða. Mjølnir streyk avstað, og eisini hetta settið vunnu teir trygt. Úrslitið var 8-15, og sostatt hevði Mjølnir fingið sín fyrsta sigur í ár. Nú er Mjølnir komið í gongd, og teir fara heilt víst at leika við um medaljurnar í ár. Hjá SÍ sær minni gott út. Teir eru heilt góðir í verjupartinum, men í álops­ partinum haltar. Um teir skulu gera sær vónir um medaljur, so skulu teir skjótt hava nøkur stig á talvuna. Rúni Nolsøe gevst sum venjari í AB Mjølnir fekk fyrsta sigur Rúni Nolsøe var spælandi venjari hjá AB, sum flutti úr 1. deild og upp í Formuladeildina, men hann heldur ikki fram sum venjari í felagnum