Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 202 - 19. oktober 2006 ] KÍ tryggar sær spælarar Mikukvøldið skrivaðu tríggir av spælarunum hjá KÍ undir nýggjar avtalur við felagið. Meinhardt Joensen, Heðin á Lakjuni og Paul Clapson halda allir fram í KÍ næsta kappingarár. Meinhardt hevur í ár spælt væl í KÍ-málinum, og hann er komin á landsliðið. Heðin á Lakjuni er ein av royndu spælarunum hjá KÍ, og hann telist eisini millum mest vinnandi spælaranar í Føroyum seinnu árini. Paul Clapson er bretskur álopsspælari, og hann er toppskjútti hjá KÍ higartil til í ár. Fleiri av hinum spælarunum hjá felagnum eru eisini við at gera nýggjar sáttmálar, sigur KÍ í tíðindaskrivi. U-17 landsliðið skal spæla sín fyrsta dyst í EM-undankapping í kvøld. Venjarin, Pætur S. Clementsen, vónar, at liðið megnar at fáa okkurt gott úrslit í Norðurírlandi, men hann ásannar, at hetta ikki verður nøkur løtt uppgáva. FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Føroyska U-17 landsliðið var í summar til NM-kapp­­ ing, sum var hildin í Før­ oyum. Ta ferðina megnaðu teir at vinna ein dyst ímóti Íslandi, og sjálvt um teir endaðu niðast í sínum bólki, so vóru teir bert eitt stig frá at koma víðari úr bólkinum. Hetta bleiv mett at vera eitt framúr gott úrslit frá okkara ungu landsliðsleikarum. Í kvøld skal U-17 lands­ liðið aftur í eldin. Nú stend­ur EM-undankapping fyri framman, og leikarar, venjarar og leiðarar eru farin til Norðurírlands, har kapp­ingin er. Her er lands­ liðið í bólki saman við Sveis, Kypros og vertunum úr Norðurírlandi. Skulu leika á Windsor Park Fyrsti dysturin er á skránni kl. 17.30 í kvøld, tá føroyska landsliðið skal leika ímóti Sveis. Pætur S. Clementsen, venjari hjá U-17 landsliðnum, sigur, at dysturin í kvøld kann gerast rættiliga trupul. - Sveis hevur vanliga sera sterk ungdómslandslið, og tí kann dysturin í kvøld gerast rættiliga trupul. Vit ætla tó at gera okkara besta, og kanska vit so fara at røkka einum góðum úrsliti. Næsti dysturin verður leygar­kvøldið, tá vertirnir úr Norðurírlandi standa fyri framman. Tað serliga við hesum dystinum er, at før­oyska landsliðið skal leika á norðurírska tjóðar­ vøllinum, Windsor Park, og hetta verður helst eitt stórt upplivilsi fyri dreingirnar. Síðsti dysturin verður týs­dagin, tá Føroyar skulu leika ímóti Kypros. - Vit ætla okkum stig Føroyski venjarin, Pætur S. Clementsen, hevur góð­ ar vónir til føroyska lands­ liðið. Hann væntar tríggjar torførar dystir, men sigur seg vóna, at føroyska liðið kann taka okkurt av hinum liðunum á bóli. - Dysturin móti Sveis verð­ur strævin. Teir eru góð­ir, og her skulu vit ikki vænta okkum tað heilt stóra. Vit ætla tó at gera okk­ara besta. - Í hinum báðum dystun­ um hava eg tó góðar vónir um at fáa stig. Bæði Norðurírland og Kypros eiga at hava betri ung lið enn vit, men við eitt sindur av hepni og vilja frá leikarunum, so haldi eg heilt víst, at vit kunnu taka okkurt av hesum báðum liðun­um á bóli, sigur Pætur S. Clementsen at enda úr Norðurírlandi. Ongantíð áður hava Føroyar verið mettar so lágt á styrkislistanum hjá FIFA sum nú. Føroyar duttu 11 pláss í síðsta mánaði og detta seks pláss afturat á nýggjasta listanum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyar nærkast við stórum fetum botninum í altjóða fótbólti. Hvønn mánað ger altjóða fótbóltssambandið FIFA upp, hvussu sterk heimsins fótbóltstjóðir eru, og sein­ astu mánaðirnar hevur tað gingið ein veg hjá Føroyum – skeivan veg. Føroyar vóru í sínum besta tíðarskeiði millum 120 tey bestu londini í heiminum, men nógv er broytt síðani tá. Føroyar eru nummar 186 á nýggjasta listanum hjá FIFA, og tað eru seks pláss verri í seinasta mánaði, sum annars var lægsta støða hjá Føroyum nakrantíð. Onnur rýma frá Føroyum 205 lond eru á listanum, og nú hava Føroyar bert Luksemborg og San Marino aftanfyri seg av teimum europeisku londunum. Før­ oyar plagdi annars at verða mett sum sterkasta pinku­ tjóðin í Europa. Nú eru Andorra, Liktin­ stein og Malta væl framman fyri Føroyar. Andorra er nummar 164, Liktinstein 161, og Malta hevur vunnið seg heil tupp á 111. pláss á listanum. Sterk lið í okkara bólki Ovast á listanum er Brasil, men so koma tvey av lond­ unum, sum eru við í sam­ an EM-bólki sum Føroyar. Heimsmeistararnir úr Italia eru nummar 2 á listanum, og Frakland er nummar 3. Næstu londini eru Argentina, Ongland, Týskland, Holland, Kekkia, Portugal og Spania. Fremsta norðurlandið er Svøríki, sum er nummar 16. Danmark er seks pláss á seinasta listanum og er nú nummar 22 í heiminum. Noreg er eisini farið aftur á listanum, og landið er nú nummar 51. Finland er nummar 56, og Ísland er nummar 95. Allan til B36 Leygardagin boðaði leiðslan í B36 frá, at Kurt er nýggjur venjari hjá liðnum, og í morgunsendingini hjá Útvarpinum í morgun segði Kurt sjálvur, at Allan skal hjálpa honum í venjarstavinum. - Men eg vil hava hann at spæla eisini, segði Kurt. Kurt Mørkøre ætlar sær ikki at spæla sjálvur. Hann verður bara venjari, og hann kemur til Føroya hálvan januar. - B36 skal spæla meira álopssinað næsta ár, og liðið skal skora meira mál enn í ár, segði Kurt við Útvarpið. Føroyar í fríum falli á FIFA-lista U-17 ætlar sær stig í Norðurírlandi - Bæði Norðurírland og Kypros eiga at hava betri ung lið enn vit, men við eitt sindur av hepni og vilja frá leikarunum, so haldi eg heilt víst, at vit kunnu taka okkurt av hesum báðum liðunum á bóli, sigur Pætur S. Clementsen, venjari hjá U17 Mynd: Álvur Haraldsen Føroyar detta støðugt niður eftir styrkislistanum hjá FIFA, og Føroyar hava nú stuttan veg niður á botn