hósdagur 19. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 202 - 19. oktober 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Pinochet
minnist ikki
Fyrrverandi kilski eina
ræðisharrin
Augusto
Pinochet vil vera við,
at hann dugir ikki at
minnast,
at
fangar
vóru fyri ágangi í Villa
Grimaldi-fongslinum
tey árini, hann ráddi
fyri borgum í Kili. Í
einum brævi til rættin
skrivar Pinochet, at
hann
minnist
einki
slíkt, og skuldi tað kort
ini verið satt, so hev
ur hann í øllum førum
ikki ábyrgdina, skrivar
hann. Tann 90 ára gamli
fyrrverandi einaræðis
harrin er skuldsettur
fyri 59 tilburðir um
burturflyting og píning.
Kunnu fáa
deyðadóm
Tveir amerikanskir her
menn, sum eru ákærdir
fyri at hava myrt eina
14 ára gamla gentu
og familju hennara í
mars í ár, kunnu fáa
deyðarevsing,
verða
teir funnir sekir. Teir
báðir eru eisini ákærdir
fyri at hava neyðtikið ta
14 ára gomlu gentuna,
áðrenn teir skutu hana.
Seks aðrir amerikanskir
hermenn eru ákærdir í
sama máli, men teir
kunnu ikki fáa deyða
revsing. Í einum øðrum
føri eru fýra hermenn
ákærdir fyri at hava
myrt tríggjar irakar.
Stjóru bilin
Borgarstjórin í New
York, Michael Bloom
berg, iðrar seg um,
at hann í gjár gjørdi
av at læna einum av
sínum hjálparmonnum
borgarstjórabilin til eini
ørindi. Mitt í einari gøtu
leyp ein kvinna út á
vegin, steðgaði bilinum
og vildi hava pengar
frá hjálparmanninum.
Hann segði nei, men
áðrenn hann varnaðist
nakað, fekk hann eitt
slag í høvdið og bleiv
skumpaður út úr bilin
um. Nakrar tímar seinni
fann løgreglan Lexus-
bilin hjá Bloomberg,
men tjóvurin var ikki
at síggja.
– Eg minnist einki til, at nakar bleiv
píndur í mínari forsetatíð
(Augusto Pinochet)
USA ætlar sær at
nokta fíggindaliga
sinnaðum londum
atgongd til rúmdina,
og USA fer ikki at
skriva undir nakran
sáttmála, sum skerjir
landsins rásarúm í
rúmdini
Tað er í stuttum niðurstøðan
í einum nýggjum skjali um
amerikanska politikkin í
rúmdini. Skjalið, sum ber
heitið ”National Space
Policy”, varð lagt út á
heimasíðurnar hjá mynd
ugleikunum fyri nøkrum
døgum síðani, uttan at
nakar bleiv kunnaður um
tað. Tí hevur eingin givið
sær far um innihaldið, fyrr
enn blaðið The Washington
Post viðgjørdi tað í gjár.
Munur á skjølum
Sambært blaðnum held
ur Bush-umsitingin uppá,
at skjalið er bara ein dag
førd útgáva av tí rúmdar
skjalinum, sum Bill Clinton
kunngjørdi í 1996, og at
ætlanin er ikki at gera
rúmdina til eitt hernaðarøki.
Men
The
Washington
Post vísir á, at munur er á
teimum báðum skjølunum.
Í fyrsta lagi leggur tað
nýggja skjalið nógv størri
dent á trygdarpolitisk viður
skifti í rúmdini. Fýra av
teimum seks pørtunum
snúgva seg um trygd. Í skjal
inum hjá Clinton-stjórnini
vóru tveir av fimm pørtum
um trygdarviðurskifti.
Í øðrum lagi legði skjalið
hjá Clinton-stjórnini dent
á, at USA eigur at fylgja
altjóða
sáttmálum
um
rúmdina, tá tað snýr seg
um
trygdarspurningar.
Tað nýggja skjalið sigur
beint
tvørturímóti,
at
USA fer at seta seg upp
ímóti øllum tiltøkum, sum
kunnu avmarka landsins
møguleikar at brúka rúmd
ina.
Í triðja lagi segði tað fyrra
skjalið, at USA skuldi halda
altjóða sáttmálar, sjálvt
um tað kundi koma upp
á tal at forða fíggindaliga
sinnaðum kreftum at brúka
rúmdina. Í tí nýggja stendur,
at USA metir rúmdina
hava stóran týdning fryri
landsins áhugamál og er til
reiðar at forða fíggindaliga
sinnaðum kreftum at brúka
rúmdina ímóti landsins
áhugamálum.
Nýtt mál
- Innihaldið í tí nýggja
”National Space Policy”
vísir, at USA er til reiðar at
ganga egnar leiðir í rúmdini
og serliga á tí hernaðarliga
økinum, skrivar Therese
Hitchers á heimasíðuni hjá
tí óhefta stovninum Center
for Defence Information,
har hon er stjóri.
Hon
heldur,
at
tað
ágangandi orðalagið í tí
nýggja skjalinum gloppar
dyrnar fyri at brúka rúmd
arvápn til at beina fyri
fylgisveinum, ið kunnu
metast at hava fíggindaliga
sinnað áhugamál. Bush-
stjórnin avsannar fyri The
Washington Post, at hon
hevur ætlanir um at menna
nýggj rúmdarvápn, men
minni enn so øll hava álit á
hesum, skrivar blaðið.
- Politikkurin hjá Bill
Clinton gloppaði dyrnar
fyri rúmdarvápnum, men
stjórnin gjørdi ongantíð
nakað við tað. Politikkurin
hjá Bush fer longri enn so,
sigur trygdarserfrøðingurin
Michael
Krepon
á
stovninum
Henry
L.
Stimson Center við The
Washington Post.
Kina er við
Fyri trimum vikum síðani
skrivaði tíðarritið Defence
News, at kinesarar hava
ment eitt nýtt laservápn,
sum kann gera amerikonskar
njósnarafylgisveinar nyttu
leysar við at gera teir
blindar, sum tikið varð til.
Sambært tíðarritinum hava
kinesararnir longu brúkt
hetta vápnið fleiri ferðir,
tá amerikanskir njósnara
fylgisveinar hava verið
uppi yvir kinesiskum øki.
Amerikanarar
hava
umhugsað at fáa sær tilsvar
andi vápn, og eygleiðarar
siga við The Washington
Post, at tað er einki at ivast
í, at USA er í ferð við at
menna vápn, sum kunnu
brúkast úti í rúmdini.
USA brúkar rúmdartøkni
í sínari krígsførslu í dag og
er langt framman fyri øll
onnur lond á tí økinum. Tað
er helst eisini orsøkin til, at
amerikanska stjórnin hevur
sett seg upp ímóti ætlanum
hjá ST at orða ein nýggjan
sáttmála um, hvussu rúmdin
kann brúkast til hernaðarlig
endamál,
skrivar
The
Washinton Post.
Týska løgreglan leitar
eftir einum seks ára
gomlum drongi, sum
hvarv, tá mamma
hansara doyði í einari
ferðsluvanlukku
Mamman, sum var 41
ára gomul, doyði, tá bilur
hennara fór út av vegnum
í Vogelberg í landslutinum
Hessen
fyrramorgunin.
Løgreglan sigur, at bilurin
hevði ov nógva ferð, og
løgreglan heldur, at kvinnan
koyrdi útav við vilja fyri at
taka lívið av sær.
Tá løgreglan stutt eftir
vanlukkuna kunnaði næstr
ingarnar hjá kvinnuni um
vanlukkuna, fekk hon at
vita, at kvinnan átti ein seks
ára gamlan son. Tað vísti
seg, at hann var ikki við
hús, og enn hevur eingin
borið eyga við hann.
- Tað er ikki óhugsandi, at
mamman hevur tikið sonin
við sær í deyðan, skrivaði
løgreglan í Hessen í einum
tíðindaskrivi í gjár.
Løgreglan veit ikki, um
tann seks ára gamli Marvin
var í bilinum saman við
mammuni, ella um hon
hevði biðið okkurt vinfólk
hava hann. Hann var í
hvussu er ikki í bilinum,
tá løgreglan kom fram á
vrakið, og tí verður hildið,
at hann kanska slapp liv
andi frá vanlukkuni, og at
hann er vilstur í skóginum,
skrivar blaðið Die Welt.
Í gjár vórðu meiri enn
300 fólk sett at leita eftir
dronginum, men hóast tey
høvdu bæði tyrlur og ser
vandar hundar at hjálpa
sær, sóu tey einki til
drongin. Í morgun skuldu
kavarar fara at leita í áum
og vøtnum nærhendis van
lukkustaðnum.
USA vil hava eftirlit við rúmdini
Seks ára gamal drongur sporleyst horvin
Tekningin vísir, hvussu ein
fylgisveinur við laservápnum kann
skjóta eina langtberandi rakett
niður, so skjótt hon er skotin út.