Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 19. oktober 2006 29 Sjúrður Johannesen arbeiðir fyri Bláa Kross við verkætlan, sum skal byrgja fyri, at børn enda í rúsevnistrupulleikum. Hann hevði sjálvur fordómar móti Bláa Krossi, áðrenn hann byrjaði í starvi, men hann gjørdist bilsin av høga fakliga støðinum. - Kristna grundarlagið er ein styrki hjá felagsskapinum, og hevur eisini givið mær nakað persónliga, sigur Sjúrður FYRIBYRGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Blái krossur er farin í holt við eina nýggja verkætlan, sum kallast “Børn í vanda” – “tilvitað foreldur”. Sjúrður Johannesen er settur í starv hjá Blákross, og hann stendur fyri hesari verkætlanini, sum Tórhild Bjarkhamar, ið er í farloyvi, sera hegnisliga hev­ ur lagt lunnar undir, leggur Sjúrður dent á. Verkætlanin er eitt norskt konsept, sum Blái Krossur í Føroyum hevur tikið til sín. Tey byrjaðu uppá hetta her í einum norskum viðgerðarstovni, og úrslitini hava verið góð. Verkætlanin snýr seg um, at fólk skulu læra ígjøgnum skeið, har ið Sjúrður Jo­hannesen undirvísir. Tey granska í fyribyrging, og hvussu børnini kunnu hald­ ast burtur frá rúsevnum. Eis­ini gera tey vart við týdn­ingin av, at foreldur og onnur vaksin verða tilvitað um, hvat tað ger við børn, tá vit vaksnu nýta ella eru ávirkað av rúsevnum. Sløkt eldar Sjúrður Johannesen hevur drúgvar royndir innan yrkið. Hann hevur arbeitt sum sosial­ráðgevi hjá Tórshavnar Kommunu. - Eg havi 16 ára royndir við at sløkkja eldar. Tað vil siga, at eg havi tikið hond um fólk, sum longu eru komin í trupulleikar. Í hesum starv­ inum skal eg fyribyrgja, at eldur kemur í lívið hjá fólki, sigur Sjúrður. Hann fegnast um hetta tiltakið hjá Bláa Krossi. Blái Krossur ger hetta í samstarv við kommunur. Sum nú er hava teir samstarv við Klaks­ víkar Kommunu og tær tríggjar stóru kommununar í Vágoynni - Tað er flott, at kommunur taka stig til fyribyrgjandi arbeiði. Eg eri vísur í, at tað fer at løna seg aftur. Tað er sera framsíggið av teimum. Eg rokni við, at aðrar komm­ un­ur eisini koma uppí hesa verkætlan. Í Klaksvík hevur Sjúrður havt sera góð upplivilsir við verkætlanini. Borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen er sera positivur og klárur til at samstarva. Fær góða sjálvbodna hjálp Í Vágum er eitt stórt arbeiðs­ øki hjá Sjúrða. Allar tríggjar stóru bygdirnar í Vágum eru við í samstarvinum. Sjúrður hevur foreldrafundir, har ið tey tosað um, hvussu børn­ ini verða vard best. Tey hava stovnað tveir arbeiðs­ bólkar, sum eru við í verk­ ætlanini. Tað eru 8 fólk í hvørjum bólki. Øll hava onkrar førleikar, sum eru við­komandi, tá ið arbeitt verð­ur við børnum. Har eru lærarar, heilsufrøðingar, peda­gogar, ítróttarvenjarar, andaligir leiðarar, politikarar og onnur. Soleiðis umboða øll eitt øki í arbeiðinum við teimum ungu. - Hendan verkætlanin hevði ikki borið seg uttan alla sjálv­ bodnu hjálpina, sum vit fáa. Tað er heilt fantastiskt, sum tey ganga uppí tað. Tey eru sera engagerað, sigur Sjúrð­ ur. Ætlanin hjá teimum er ikki einans at hava foreldrafundir og fyrilestrar. - Vit ætla eisini at skipa fyri størri tiltøkum. Til døm­is er hugskotið um virkis­hús í Vágum sprott­ið úr arbeiðinum hjá virkis­ bólkinum. Vit ímynda okk­ um eitt virkishús, har ið tey ungu kunnu ferðast trygt í einum royk – og rúsfríum umhvørvi. Í Klaksvík hava vit ætlanir um at fáa náttarravnavirksemi upp at standa, tá tørvurin uttan iva er til staðar. Eitt tílíkt umhvørvi kann vera eitt gott alternativ til tað umhvørvið, sum nógv av teimum ungu ferðast í nú. Tað er skjótt, at tey enda í rúsevnismisnýtslu. Trýstið er jú stórt. Okkara uppgáva er at gera foreldur varug við trupulleikan, tí at tað eru tey, sum veruliga kunnu gera nakað við trupul­ leikan, sigur Sjúrður. - Eisini eru ætlanir bæði í Klaksvík og Vágum at skipa fyri stórum felagstiltøkum fyri børn og ung við jaligum innihaldið, so sum tónleiki, dansi, ítrótti við meira. Ein­ asta avmarking vit seta, er at umhvørvið er rúsfrítt, sigur Sjúrður. Blái Krossur stovnar nýggja útbúgving Verkætlanin “Børn í vanda” – “tilvitað foreldur” hevur gjørt trý ára avtalu við kommunurnar. Tað er løgd ein fíggjarætlan, sum greitt sigur, hvussu nógv hvør skal gjalda. Kommunurnar gjalda fyri fyrilestrarnar, sum Sjúrður heldur. Annars verður hann løntur av Bláa Krossi. Nevndarlimirnir í arbeiðs­­bólk­unum fáa nevndar­løn. - Tað krevjast pengar til eina slíka verkætlan. Nevnd­ ar­limirnir fáa løn, og eg fái løn. Nú á døgum mugu fólk fáa løn, um tey skulu ganga uppí eina verkætlan, sigur Sjúrður. Hann fegnast um, at tað eru so nógv, sum vilja gera ein mun. Tað er tó tørvur á útbúnum fólki, vísir hann á. - Vit hava tørv á eini út­búgving innan tað sosiala fyribyrgjandi økið. Blái Krossur arbeiðir við einum skeiðsdepli. Vit fara at kalla hann “Skeiðsdepilin Bláni”. Hetta hugskotið er sprottið burturúr tørvinum. Tað er fleiri fólk, sum hava vent sær til okkum við fyrispurningi um frálæru innan hetta økið. Vit vóna, at hann skjótt verð­ur klárar. Møguliga um ársskiftið. Tíðindaskriv um skeiðsdepilin kemur í næst­ um, sigur Sjúrður. Aðrar verkætlanir Afturat hesum verkætlanum við fyribyrging og skeiðsdepli arbeiðir Sjúrður Johannesen eisini sum ráðgevi hjá fyri­ tøkum. Hann hevur verið við til at orða og endurskoða rúsdrekkapolitikk hjá fleiri fyritøkum. Hann hevur eisini eina fjórða verkætlan, sum kallast “Tuba”. Tann verkætlanin ger stuðlandi arbeiði hjá børnum hjá foreldrum, sum hava verið misnýtarar. - Vit hjálpa børnum at mis­­nýtara­foreldrum, tá ið tey sjálvi gerast foreldur. Tað vísir seg soleiðis, at tey mangan fáa stórar trupul­ leikar, tá ið tey gerast for­ eldur, orsakað av teirra upp­ vøkstri. Sjúrður er sjálvur sera spent­ur uppá arbeiðið hjá sær. - Eg havi arbeitt í Danmark, og eg havi nógvar royndir. Hetta er veruliga ein spenn­ andi heimur hjá Bláa Krossi. Eg eri als ikki uppvaksin í Heimamissiónini, sum Blái Krossur í manna munni verður tengdur at. Soleiðis havi eg ikki havt nakað samband við Bláa Kross. Men eg trívist væl, sigur hann. Hevði fordómar Blái Krossur er ein kristi­ ligur felagsskapur, og ein hevur kanska hug at hugsa, at fólk sum starvast har eru einans eldri fólk, sum eru uppvaksin í einum kristi­ ligum umhvørvi. Mangan verður Blái Krossur kanska mettur sum eitt sindur “turr­ ur”, men hetta er als ikki fatanin hjá Sjúrða, sum kom í starv sum ein “uttan­ veltaður”. Hann hevði tó sjálvur nógvar fordómar, tá ið hann byrjaði. - Tá ið eg valdi at starvast hjá Bláa Krossi var tað einans út frá teimum fakligu avbjóðingunum. Eg var sjálv­ur fullur í fordómum yvirfyri Bláa Krossi, og eg metti ikki, at fakliga støðið var serliga høgt. Eg helt, at tað vóru einans gamlir konservativir menn, sum vóru virknir í Bláa Krossi. Eg varð spurdur av Jaspuri Langgaard, aðalskrivara í Bláa Krossi, og eg ivaðist. Hann bað meg koma við á eina ráðstevnu í London fyri Blá Kross felagsskapir. Tá varð eg sannførdur um, at eg skuldi taka starvið. Eg havi nógvar royndir innan yrkið, og eg gjørdist bilsin yvir, at fakliga støðið er so høgt í altjóða Bláa Krossi. Avbjóðingin er stór, slær Sjúrður fast. Kristiliga grundarlagið ein styrki Sjúrður metir ikki, at tað er ein veikleiki, at Blái Krossur eisini hevur eina kristiliga endamálsorðing. - Eg meti tað vera eina styrki, at vit kunnu við anda­ ligum virðum minka um mis­nýtsluna. Eg eri sjálvur vorðin rættiliga spent­ur uppá ta andaligu síð­una av Bláa Krossi eisini. Starvs­ fólkini hava andakt hvønn morgun, og tað er ein sera góð og gevandi stund, sum vit hava saman. Eg eri mest­ sum vorðin bundin at hesum andaktunum. Tað er ein styrki í arbeiðinum at hava eitt slíkt grundarlag. - Tað er týdningarmikið, at vit fáa tann kristiliga boð­ skapin hjá Bláa Krossi út, við at vit tosa á sama støðið sum onnur. Vit mugu ikki tosa niður á fólk. Vit vilja gera fólk varug við teirra val og avleiðingarnar av teimum, sigur Sjúrður. Sjúrður sigur tó, at hann er tann sami sum áður. - Eg eri ikki broyttur sum persónur. Eg havi bara fingið eina andaliga dimen­ sión lagda afturat, og hendan styrkir meg í trúnni á, at tað, ið eg geri, er rætt, vísir Sjúrður á. Hann leggur dent á, at hjálpin frá kommununum er alt avger­andi í verkætlanini “Børn í vanda” – tilvitað for­eldur”. Hann vónar, at sam­starvið framvegis fer at rigga væl, og at møguliga fleiri komm­unur koma uppí sam­starvið. At enda sigur Sjúrður, at hann fegnast um 0 loysnina innan rúsevni sum Finnur Helmsdal og Jenis á Rana hava lagt uppskot um á tingið. - Hatta uppskotið er fyri­ byrging, ið vil nakað og gevur okkum, ið stríðast á økinum, amboð at arbeiða við, sigur Sjúrður. Byrgja fyri at børn gerast misnýtarar 45 ára gamli Sjúrður Johannesen úr Havn starvast hjá Bláa Krossi. Hann hevur drúgvar royndir innan sosiala økið, men hann er bergtikin av fakliga støðinum hjá Bláa Krossi. - Avbjóðingarnar eru sera stórar, sigur hann. tíðindi