fríggjadagur 20. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 203 - 20. oktober 2006
tíðindi
Boða ikki frá
Grønlendskir veiðimenn halda ikki skylduna um at boða frá, hvørja ferð
teir hava skotið ein hval ella eina ísbjørn, men mist fongin. Lógin sigur
annars, at teir skulu boða myndugleikunum frá, tá teir hava sært eitt djór,
men í seinastuni er tað hent minst tólv ferðir, at lógin er brotin, sigur
grønlendaska útvarpið. Landsstýrið minnir nú veiðimenninar á lógina og
sigur samstundis, at brot fáa ávirkan á kvotubýtið næsta ár.
Svartkjafturin er væl
fyri, men veiðitrýstið
er alt ov høgt, sigur
ICES í nýggjasta
tilmæli sínum.
Felagsskapurin mælir
til, at fiskiskapurin
verður minkaður
munandi
Svartkjaftur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Svartkjafturin er væl fyri,
men veiðutrýstið alt ov
stórt.
Tað sigur altjóða hav
rannsóknarstovnurin,
ICES.
Hann
hevur
akkurát
nú
almannakunngjørt
sínar nýggjastu meting
ar av støðuni hjá svart
kjaftastovninum. Og ICES
hevur eisini gjørt síni til
mæli um fiskiskapin næsta
ár.
ICES sigur, at stovnurin
er so væl fyri, at hann er
fult førur fyri at framleiða
góða tilgongd.
- Men veiðitrýstið er tó alt
ov høgt, og stovnurin verður
ikki troyttur burðardygt.
Rannsóknarstovnurin sig
ur, at seinastu tíggju árini
hevur
tilgongdin
verið
størri enn áður. Men nú eru
ábendingar um, at 2005-
árgangurin er minni aftur.
Í 2005 var heildarveiðan
eftir svartkjafti næstan tvær
milliónir tons.
Strandalondini samtyktu
fyri nógvum árum síðani
at seta eina langtíðar ætl
an í verk fyri, hvussu
fiskiskapurin eftir svart
kjafti skuldi stýrast í sam
svari við tilmælini hjá
ICES.
Men tað hevur verið trup
ult at fingið semju um,
nær og hvussu hon skal
setast í verk. Í 2005 fekst
tó semja í lag, har mest
loyvda veiðan er hægri enn
tað, sum ætlanin annars
leggur upp til. Men so skal
mest loyvda veiða minka
100.000 tons um árið, til
veiðutrýstið er komið niður
á eitt hóskandi støði.
ICES fagnast um, at ein
avtala er gjørd, men metir
ikki, at avtalan ímillum
strandalondini um at minka
mest
loyvdu
veiðuna
100.000 tons í mun til, er
burðardygg.
Ístaðin mælir ICES til, at
veiðan næsta ár í mesta lagi
verður 980.000 tons. Men
eftir avtaluni, sum nú er,
verður mest loyvda veiðan
næsta ár heili 1,9 milliónir
tons ella meiri enn eina
millión tons meiri enn ICES
heldur vera ráðiligt.
Annita og
Finnur í
sjálvdrátti
Tríggir javnaðart
ingmenn og ein
fólkafloksmaður
bjóðaðu sær
at vera við í
uppskotinum um
at verja samkynd,
men tað vildi
Tjóðveldisflokkurin
ikki
Samkynd
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Fleiri vildu upp í part.
Men í seinasta enda stóðu
bert Finnur Helmsdal og
Annita á Fríðriksmørk
sum avsendarar av upp
skotinum um at »skoyta
kynsliga orientering« í
mannamunsgreinina
í
revsilógini.
John
Johannesen,
Kristian
Magnussen,
Andias Petersen úr Javn
aðarflokkinum og Poul
Michelsen úr Fólka
flokkinum bjóðaðu seg
fram at vera við fyri at fáa
eitt breiðari grundarlag
undir
uppskotinum,
men tað hevði ongan
áhuga. John Johannesen
rør nú upp undir, at
Tjóðveldisflokkurin mis
nýtir málið til egnan
fyrimun.
- Allarhelst vil Tjóð
veldisflokkurin
koyra
hetta málið solo fyri at
fáa uppmerksomheit held
ur enn so góðar sømdir
fyri tey samkyndu sum
gjørligt,
sigur
John
Johannesen.
Tað var annars ætlanin,
at sjey av átta tingfólkum
frá Tjóðveldisflokkinum
skuld
standa
sum
avsendarar, men hetta
bleiv av ongum, tí Páll
á Reynatúgvu ikki vildi
vera við.
- Atlantic Navigator
í Klaksvík er ikki
einasta svartkjafta
skip, sum liggur fyri
fiskaloysi. Tað gera øll
onnur svartkjaftaskip
eisini, tí tey drepa ikki
livandi
Svartkjaftur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Svartkjaftaskipini
drepa
ikki livandi.
Atlantic Navigator er ikki
einasta svartkjaftaskipið,
sum liggur bundið fyri fiska
loysi. Tað gera øll onnur
svartkjaftaskip eisini.
Hesar einastu vikurnar
hevur púra onki verið at
fáa.
Men hetta er ikki óvan
ligt, sigur Atli Hansen í
Norðragøtu, sum er kendur
reiðari á nótaskipum.
- Veruleikin er, at hesi
seinastu árini hava verið
heilt óvanlig við tað, at
svartkjaftur hevur verið at
fáa alt árið.
- Veruleikin er sostatt at
nú er svartkjafturin aftur
farin at líkjast sær sjálvum.
Tað gamla er, at svartkjaftur
er at fáa tað mesta av fyrra
hálvári og at onki er at fáa
seinna hálvár.
Og tað er hetta mynstrið,
sum so spakuliga var
farið at hómast fyri einum
tveimum árum síðani, men
sum var uppaftur týðiligari
í fjør og sum hevur sligið
heilt ígjøgnum í ár.
Atli Hansen sigur, at
hesi seinastu árini hevur
verið rættiliga nógv til av
svartkjafti og í so máta
hava hesi seinastu árini
verið heilt óvanlig.
Fiskifrøðingar
siga,
at tá hevur hann hug at
breiða seg og tí hevur eisini
nógvur svartjaftur verið at
fáa undir Íslandi.
- Men í ár hevur onki
verið at fáa undir Íslandi
hesa seinastu tíðina heldur.
Atli Hansen metir, at
hetta er tekin um, at svart
kjafturin aftur er farin at
minka.
- Tað sær út til, at vit hava
havt ein ella tveir góðar
árgangir í fiskiskapinum,
men nú eru teir farnir at
ganga undan. Samstundis
er metingin, at árgangirnir,
sum nú er á veg í fiskiskapin
eru meiri vánaligir.
Hann sigur, at í ár er
føroyska kvotan 525.000
tons. Men tá ið vit hava
handlað aftur og fram við
kvotum, eru 338.000 eftir,
sum føroysk skip kunnu
fiska. Ein leyðslig meting
sigur, at føroysk skip hava
fiskað eini 300.000 tons í
ár, so tað er á einari leið.
Hinvegin hava íslending
ar eina kvotu upp á 320.000
tons í ár, men so vítt Atli
Hansen veit, eru teir ikki
nær í námind av tí.
Annars hava hini lond
ini fiska sínar kvotur, so
tilsamans er veiðan ikki
langt frá tveimum milli
ónum tonsum aftur í ár.
Hann sigur, at tað gamla
er, at fram ímóti ársloki
kann nakað vera at fáa aftur,
men tað verður ikki fyrrenn
eftir nýggjár, í januar ella
februar, at tann heilt stóri
fiskiskapurin verður aftur
og so er svartkjaftur at fáa
til seinast á mai.
Og Atli Hansen heldur, at
hetta er tað, sum vit skulu
læra okkum at liva við í
longdini.
Hesa tíðina ongin svart
kjaftur hevur verið, hava
skipini annars fiskað sild
og makrel.
Manningin á Atlantic
Navigator fýlist á, at
tey fáa onki at vita og
ósemja er um lønina
hjá manningini. Men
reiðarin vil onki siga
Atlantic
Navigator
Áki Bertholdsen
- Eg havi onki at siga.
Hanus Hansen, reiðari
á Atlantic Navigator, er
stuttorðaður, tá ið vit biðja
hann um eina viðmerking
til støðuna hjá landsins
størsta fiskiskipi.
Reiðarin hevur annars
verið burturstaddur í vikuni
og hevði játtað at greiða frá
støðuna í dag, men nú hevur
hann broytt meining og ger
greitt, at hann hevur ongar
viðmerkingar yvirhøvur.
Atlantic Navigator hevur
annars ligið við bryggju
í tríggjar vikur. Og tað
er greitt, at orsøkin til at
hann liggur, er, at ongin
svartkjaftur er at fáa og
seinasta túrin teir gjørdu,
drógu teir at kalla svart.
Men í Sosialinum í gjár
fýltist fleiri av manningini
á, at tey fingu als onki at
vita yvirhøvur um støðuna
og tað hildu tey vera
ørkymlandi.
Tey vístu á, at talan er um
eitt stórt arbeiðspláss við
heili 110 fólkum og tí hildu
tey, at tað var átaluvert, at
tey als onga kunning fingu
frá reiðaranum um støðuna
og um, hvørji útlitini eru.
Samstundis sleppa tey
ikki í ALS, tí tey eru ikki
uppsøgd og summi av teim
um, sum hava hús og heim
at svara fyri, eru við at
koma í fíggjarliga neyð av
støðuni.
Samstundis kundu vit
í Sosialinum í gjár eisini
greiða
frá,
at
ósemja
er eisini um lønina hjá
manningini. Bæði Skipara-
og Navigatørfelagið og
Maskinmeistarafelagið
vístu á, at tey vildu hava
samráðingar um lønina hjá
manningini. Men tey vístu
samstundis á, at tað gekk
strilti við samráðingunum
og tískil var onki hent á
økinum.
Fiskimannafelagið hevði
hinvegin eina avtalu undir
landi, men drálaði við at
skriva undir, tí hendan
avtalan skuldi samansjóðast
við avtalurnar hjá yvirmonn
unum.
Størsta fiskskip í landinum,
Atlantic Navigator, hevur
ligið í tríggjar vikur fyri
fiskaloysi, men reiðarin,
Hanus Hansen, vil ikki siga
eitt orð um støðuna
Fiska eina millión tons ov nógv
Svartkjafturin líkist aftur sær sjálvum
Hanus Hansen hevur onki at siga