fríggjadagur 20. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2006
7
tíðindi
PISA-kanningin
verður á breddanum,
tá Jan Andreasen úr
Socialdemokratiinum
í Keypmannahavn
verður gestarøðari
á landsfundinum í
morgin
LANDSFUNDUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Landsfundurin hjá Javnað
arflokkinum byrjar í kvøld
og heldur áfram leyg-
ardagin. Í tí sambandi hev
ur Javnaðarflokkurin boðið
Jan Andreasen úr Social
demokratiet til Føroya.
Jan Andreasen situr í
býráðnum í Keypmanna
havn og er skoleordfører,
ella tað sum onkur vildi
rópt
framsøgumaður
í
skúlamálum, hjá Social
demokratunum. Hann hevur
havt nógv við skúlapolitisk
mál at gera, serliga PISA-
kanningina, og tí fer røða
hansara í ein ógvuliga stór
an mun at snúgva seg um
hetta, tá hann verður gest
arøðari á landsfundinum
leygardagin.
Fyri tíggju árum síðani
kom fyrsta PISA-kanningin
niðri, og úrslitið var skelk
andi.
– Vit gingu runt og hildu
vit høvdu heimsins besta
skúla, men funnu tá út av,
at næmingarnir í skúlunum
als ikki dugdu nóg væl at
lesa og skriva bæði danskt
og enskt, og eisini í rokning
stóð ikki væl til, fortelur
Jan Andreasen og vísir har
við á, at trupulleikarnir í
Føroyum minna um teir í
Danmark.
Hann heldur, at tað er
ógvuliga umráðandi, at før
oysku politikararnir ikki
leypa framav, nú úrslitini
eru so vánalig í kanning
okkara.
– PISA-kanningin skal
takast í størsta álvara, men
tað er ógvuliga umráðandi
ikki at leypa framav. Broyt
ingar
skulu
sjálvandi
gerast, men ikki í óðum
verki. Her er ikki pláss fyri
hovsaloysnum, og tí mugu
tit geva tykkum stundir
soleiðis, at tað verður
funnið fram til eina breiða
politiska semju um málið,
heldur Jan Andreasen.
Í samband við at uppskot
ið frá PISA-arbeiðsbólki
num varð handað í gjár, varð
Jógvan á Lakjuni spurdur,
um hann ikki var bangin
fyri at PISA-upp skotið fór
at detta burtur úr millum,
nú valið ikki stendur so
langt fyri framman. Tá
segði landsstýrismaðurin,
at tað var hann á ongan hátt
bangin fyri hesum, tí hetta
er eitt mál vit øll vara av,
sigur hann, og hesum er Jan
Andreasen samdur við.
– Vit hava øll gingið í
skúla og hava eina meining
um hann. Øll eru eisini
samd um, at í skúlanum
skulu vit læra okkurt.
Tí nyttar lítið, at vit í
Danmark hava heimsins
glaðastu skúlabørn, um
tey ikki duga nakað, sigur
Jan Andreasen og vísir á,
at nú tíggju ár eftir fyrstu
PISA-kanningina niðri, so
koyrir kjakið framvegis
um, hvussu tey í Danmark
fáa ein betri fólkaskúla.
- Tað almenna skal
ikki reka vinnufyri
tøkur, sum kappast
við privatar vinn
ufyritøkur. Nakað
annað er tá vit
tosa um vælferðar
funktiónirnar, har
gongur markið hjá
Javnaðarflokkinum
fyri einkiljingum,
sigur Jóannes
Eidesgaard
LANDSFUNDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað er sjálvandi stórur
munur á sum løgmaður at
greiða framda politikkinum
hjá landsstýrinum og so sum
andstøðuleiðari at finnast at
tí, sum landsstýrið ikki hev
ur gjørt, sigur Jóannes Eid
esgaard, sum á landsfundi
hjá Javnaðarflokkinum í
Miðvági um vikuskiftið skal
greiða floksumboðunum
frá rikna politikki floksins
á landsfundinum, sum í ver
uleikanum er sum ein aðal
fundur, sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður og formað
ur Javnaðarfloksins.
Sjálvandi verður roknað
við bæði rósi og rísi, heldur
løgmaður, sum ikki ivast
í, at onkur fer at finnast at
eisini.
Hóast nógvar kritiskar
røddir hava verið frammi mót
vegis løgmanni og floksins
leikluti í samgongu við
tveimum borgarligum flokk
um, so heldur Jóannes Eides
gaard kortini ikki, at tað er
meirilutin av fólkinum, sum
myndar almenna kjakið.
- Eg fari sjálvandi at
brúka tíð upp á at greiða frá
mínum leikluti og serliga
teimum
málum,
sum
eg fáist við. Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum,
fer sjálvandi at greiða frá
málunum á hansara øki.
Tað krevur sjálvandi eisini
eina frágreiðing, hvussu vit
fáa okkara mál ígjøgnum í
eini samgonu við tveimum
borgarligum flokkum – og
ikki minst vænti eg, at fólk
vilja hava eina frágreiðing
upp á skattalættan.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at tað er sera trupult at fara
í holt við skattaskipanina, tí
tað rakar altíð so ójavnt.
- Vit hava ein topp skatt
á inntøkur upp á 300.000
kr, men tað eru so nógv, t.
d. handverkarar o. o. sum
skjótt koma upp á hesa upp
hæddina. Trupulleikin er eis
ini tann, at um vit veita lágu
inntøkunum ein skattalætta
við verandi skattaskipan, so
fáa tær størri inntøkurnar
ein upp aftur størri lætta.
Tí mugu vit gera eina heilt
nýggja skattaskipan, til tess
at veita lægru inntøkunum
skattalætta.
Formaður Javnaðarfloks
ins vænta eisini, at fólk fara
at krevja frágreiðing upp á
einskiljingarnar - tí at tað
ikki skal vera í tráð við góð
an javnaðarpolitikk.
- Men tær einskiljingar,
sum vit hava sett út í kortið
eru so avgjørt í tráð við
góðan javnaðarpolitikk.
Vanligar vinnufyritøkur,
sum kappast við aðrar priv
atar vinnufyritøkur, eiga
at verða einskildar, so sum
Føroya Tele, Atlantsflog og
Føroya Banki, heldur Jóann
es Eidesgaard.
- Nakað heilt annað er
tað, tá vit koma til vælferð
arfunktiónir, har vit hava við
røkt av fólki o. l. at gera. Har
gongur markið hjá okkum,
slíkar fyritøkur verða ikki
einskildar, sigur hann.
- Um vit bakka aftur í
tíðina – t. d. aftur í seksti,
og sjeytiárini, so hevði tað
ikki komið upp á tal hjá
Javnaðarflokkinum at privati
sera nakað sum helst – og so
slett ikki Telefonverk Føroya
Løgtings, sum tað tá æt. Um
vit fara nøkur á fram í tíðina,
kunnu vit so ikki roknað við,
at Javnaðarflokkurin tá bæði
fer at einskilja heilsutønastur,
heim-arøkt o. s. fr.?
- Nei, tað fara vit ikki at
gera. Tað er júst har, mark
ið gongur, og vit vita, at tey
í øðrum londum hava brent
seg av hasum. Tað er júst
har, at vit seta markið, sigur
Jóannes Eidesgaard avgjørd
ur.
Jóannes Eidesgaard vísir
eisini á, at fara vit aftur í tíð
ina, so var tað eingin – heldur
ikki borgarligu flokkarnir í
Føroyum, sum tosaðu um
slíkar einskiljingar, sum
verða framdar í dag.
- Størsta málið hjá Fólka
flokkinum á hesum øki var
at einskilja nakrar reyðar last
bilar hjá Stranferðsluni – og
hetta júkaði flokkurin um í
eini 20 ár, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard leggur
dent á, at tað er ikki rímuligt,
at landið bindur so nógvan
kapital í vinnufeløgunum
– hann eigur at koma fólkini
til góðar, heldur hann.
10 milliónir til floksarbeiði
Síðani síðsta landsfund hevur Javnaðarflokkurin selt Sosi
alin. Men hesum væntar Jóannes Eidesgaard sær als ongar
trupulleikar av á landsfundinum.
- Tað er ikki rætt, at ein politiskur flokkur skal eiga eitt
blað, tað eru vit samd um. Vit hava nú 10 mió kr, sum
vit skulu brúka til politiska arbeiðið hjá flokkinum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Enn standa hesir pengar á bók, tí flokkurin hevur
gjørt av, at einki oyra skal brúkast, fyrr enn ein greið
reglugerð er gjørd um, hvussu pengarnir skulu kunna
nýtast.
Vinnufyritøkur skulu einskiljast
All That Rain spælir til fótbóltsdans
Tað er við árunum vorðið siðvenja, at fótbóltskapp ingin endar við fótbóltsdansi í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, og í ár er einki undantak. Ætlanin við dansinum er at geva fótbóltsáhugaðum føroyingum
ein karm at savnast eina síðstu ferð, tá kapp ingarárið er komið at enda.
Tað er All That Rain, ið fer at standa fyri undirhaldinum, og teir borga vanliga fyri góðum
framførslum. All That Rain sangarin Rókur Jákupsson Jakobsen var ein av stóru profilunum
í fótbóltskapp ingini fyri tónleikarar, ið var hildin á Ovastevnu í ár. Rókur gjørdi ikki mætari
enn at gera eitt hattrick í hvørjum hálvleiki, so hetta tykist, at vera heilt rætti maður at
syngja fyri til fótbóltsdans.
Rókur er eisini tiltikin fótbóltssangari, hann og vinmaðurin Hallur byrjaðu tíðliga, tá teir
14 ára gamlir spældu lagið Charlie inn á B36 fløguna. Lagið var eitt risa hitt, og var við
til at gera fløguna sera vælumtókta millum føroyska ungdómin. Seinni hevur Rókur eisini
sungið á nýggjastu HB fløguni, har hann m.a. sang slagaran HB Fan.
Danskur PISA-serfrøðingur á landsfundin
- Tað nyttar lítið, at vit í Danmark hava heimsins glaðastu skúlabørn, um tey ikki duga nakað,
sigur Jan Andreasen
Mynd: Jens Kristian Vang
- Tær einskiljingar, sum vit
hava sett út í kortið eru so
avgjørt í tráð við góðan javn
aðarpolitikk, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður