Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 203 - 20. oktober 2006 tíðindi Saloma Zachariasen fekk staðfest bróstkrabba tollaksmessudag fyri 7 árum síðani. Hon misti ikki mótið og vildi klára seg ígjøgnum sjúkuna. Nú er hon frísk og følir, at sjúkan hevur gjørt henni lívið ríkari Krabbameinur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang 23. desember 1999 fór Saloma til læknan, fyri at taka nakrar pentur úr. Og fyri at fáa svar uppá, um knykilin, sum hon hevði tikið eina góða viku frammanundan, var góð­ kynjaður ella illkynjaður. Tá var Saloma 33 ár. Læknin sigur henni “Saloma, tað vóru ikki góð boð.” Hon hevði fingið bróstkrabba. - Eg hugsaði ikki so nógv tá fekk tað at vita. Eg tonkti bara, “ja hví ikki eg, líka so væl sum onkur annar.” Men tað var fyrstu ferð, at eg hugsaði tað. Áðrenn læknin segði mær tað, hevði eg slett ikki hugsað, at tað kundi vera eg. Eg helt slett ikki, at tað kundi vera krabbameinur, sigur Saloma. Jólini Familjan hjá Salomu plagar altíð at eta ræstan fisk heima hjá foreldrunum 23. desember. So tá Saloma skuldi til læknan og Uni bjóðaði seg til at koma við, bað hon hann heldur fara við børnunum til foreldrini at eta ræstan fisk. - Eg segði, at eg kundi sjálv fara til læknan, og so skuldi eg koma niðan aftaná, tí eg helt virkuliga ikki, at tað kundi vera krabbameinur. Tá læknin hevði sagt Salomu hvussu støðan var, spurdi hann um, tey skuldu ringja eftir Una, at koyra hana heim. - Eg segði nei. Eg vildi klára tað sjálv. Eg minnist, at tað var krapi og kalt úti, tá eg koyrdi niðan, men eg minnist ikki hvussu eg kom heim. Saloma fór ikki heim til foreldrini, men koyrdi beint heim. - So byrjaðu tey at ringja, at vita hvar eg bleiv av. Eg tók ikki telefonina. Eg tonkti, “nei, eg tími ikki at taka telefonina.” Men maðurin og foreldrini komu heim til hennara. - Tey troystaðu meg. Eg fekk ongantíð sagt, at tað var krabbameinur, tað vistu tey. Tá bleiv alt líkasum ræðuliga gyseligt í fyrstuni, í okkurt sum ein tíma. Men ræðuliga skjótt, hugsaði eg: “Nei, hundans tíð. Eg skal klára hetta, og eg skal ikki oyðileggja jólini av hesum.” - Heima hjá okkum pynta vit altíð jólatræið 23. desemb­er. So eg spurdi Vivian, sum var 17 ár, um hon og Zakaris, sum var 4 ár, ikki skuldu fara at pynta jólatræið. - Eg kláraði ikki at hyggja eftir teimum, meðan tey pyntaðu jólatræið. Eg mátti gera okkurt annað. Eg fór at gera reint til jóla. Eg gekk og hugsaði meðan tey pyntaðu træið: “Verið eg við til at pynta jólatræið næsta ár?”. Tað var ræðuliga sterkt fyri meg. Eg royndi at ganga aðrasteðs í húsinum, tí tey vóru í stovuni, og eg vildi ikki, at tey skuldu síggja meg so kedda og síggja, at eg græt. - Eg hugsaði ikki um nakað annað øll jólini. Men kortini hugsaði eg eisini “Saloma, tú hevur so nógv at liva fyri. Tú skalt nokk klára teg ígjøgnum hetta.” Jóladagarnar skuldi Saloma gera av, um hon vildi taka alt bróstið, ella um hon skuldi skerast rund­ anum. Men hon og Uni avgjørdu beinanvegin, at alt bróstið skuldi takast. Yvirlivdi bróstkrabba - Eg havi ongantíð fortalt, at eg hevði krabbamein. Eg kláraði so ræðuliga illa orðið krabbamein, eg brúkti meira orðið sjúk, sigur Saloma Zachariasen, sum fekk bróstkrabba tá hon var 33 ár. Slættijarn stuðlar stríðnum móti bróstkrabba Í oktober bróstmánaðinum verður ljós varpað á sjúkuna, millum annað vi sølu av ljósareyðum sloyfum. Í ár hevur ghd, ið ger hárproduktir, eisini gjørt eitt ljósareytt slættijarn, fyri at stuðla stríðnum ímóti bróstkrabba. Allan hendan mánaðan hevur slættijarnið, sum er sterkt ljósareytt, verið til sølu í hárfríðkanarstovum, ið selja merkið ghd. Av hvørjum seldum ljósareyðum slættijarni í Føroyum, fara 110 kr. til Føroya Felag móti Krabbameini, og peningurin fer óskerdur til arbeiðið ímóti bróstkrabba. Keypt høll í Lopra Byggifelagið SH-Bygg í Porkeri hevur keypt gamla Sagverkið í Lopra við tí fyri eyga at bøta um arbeiðsumstøðurnar og fyri at bøta um kappingarførið. Høllin er stór og liggur væl fyri við vegin. Felagið ætlar at brúka høllina til at smíða elementir til sethús og íbúðir í, og ætlanin er at seta tveir kranar upp undir loftið fyri at lætta um arbeiðið. Teir, sum eiga bátar, kunnu eisini sleppa inn í høllina við bátum, sum skulu umvælast. (Kelda: www.sudurras.fo)