Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 9 tíðindi - Eg vildi gjarna hava alt burtur, tí eg føldi tað, sum eg tók eina risiko, um eg ikki tók alt. Saloma skuldi møta á sjúkrahúsinum tíðliga triðja jóladag og geva svar, um hon vildi taka alt bróstið. Síðan slapp hon heim, og møtti fastandi fjórða jóla­ morgun. Tá fór hon undir skurð og fekk tikið alt bróstið umframt øtlar undir arminum, fyri at kanna um sjúkan hevði breitt seg. - Í januar fekk eg svar uppá, at sjúkan ikki hevði breitt seg. Tað styrkti meg, at fáa at vita tað. Hørð viðgerð Síðan fekk Saloma kemo­ viðgerð triðju hvørja viku í eitt hálvt ár. Hon fekk við­ gerð á Landssjúkrahúsinum, og var glað fyri, at kunna fáa viðgerð í Føroyum. Meðan hon var í viðgerð flutti Saloma við allari familjuni heim til hennara foreldur, sum høvdu eini stór hús. - Eg hevði nógv vaml og spýði illa av viðgerðini, og toldi hana illa. Tað var serliga ringt ta fyrstu ferðina. Men annars gekk tað rímiliga væl við við­ gerðini. Sjálvt um sjálv viðgerðin gekk væl, upplivdi Saloma fleiri hjáárin. - Eg misti hárið og leið ræðuliga nógv av munnsári og føldi tað, sum eg var altíð tyst, og mátti alla tíð­ ina drekka vatn. - Tað var ræðuliga ringt at missa hárið. Heilt ræðu­ liga ringt. Kanska tí eg altíð havi verið eitt sindur stolt. Aftaná eini 11 dagar, byrjaði eg at kunna hála hárið av. Eg hevði langt hár, men beinanveg aftaná ta fyrstu viðgerðina, klipti eg tað heilt stutt. Tá eg byrjaði at kunna hála hárið av, trimmaði systir mín tað, og so brúkti eg turriklæði. Saloma fekk viðgerð í eitt hálvt ár, og skal ganga til kontroll í 10 ár. Var positiv Saloma heldur at fólk vóru sera vinarlig, tá tey hoyrdu at hon var blivin sjúk. Til dømis komu nógv at vitja hana og hon fekk blómur og brøv. Men í fyrstuni klár­ aði hon ikki at tosa um sjúk­ una, og um onkur spurdi hana, fór hon ofta at gráta. Eftir eina tíð gekk tó betri. - Tá fólk spurdu hvussu eg hevði tað, so segði eg, at eg hevði tað virkuliga gott. Og eg hevði tað eisini gott. Eg minnist, at læknin segði við meg, “veitst tú hvat? Vit kunnu gera helvtina fyri teg, men tú mást gera helvtina sjálv.” So spurdi eg, “hvat meinar tú við, hvat skal eg gera?” Hann segði, at eg skuldi vera positiv, og eg haldi sjálv at eg var positiv. Men onkuntíð hugsaði Saloma um, at hon kanska fór at doyggja. - Sum oftast skúgvaði eg tað til síðis. Tá hugsaði eg, “Nei, Saloma, tak teg saman, tú skalt nokk klára hetta her.” Eg tonkti, at eg skal í hvørt fall gera mítt. So eg gekk túr hvønn tann einasta dag. Tað tú kanst gera, er at røra teg og at hugsa yvir, hvat tú etur. - Men sjálvandi mátti eg onkuntíð hugsa tað ígjøg­ num. Tá hugsaði eg mest um Zakaris, hann var blivin fimm ár. Vivian var blivin so stór, hon fylti 18 meðan eg var í viðgerð. Eg tonkti, at hon og Uni høvdu væl klára seg uttan meg. Men eg føldi, at Zakaris hevði ikki klára seg uttan meg, tað var tað ringasta. Ríkari - Nú eri eg komin so langt, at eg føli, at eg eri blivin ríkari av hesum. Eg hevði ikki vilja verið upplivilsið fyri uttan, men eg vil heldur ikki uppliva tað aftur. - Hetta hevur haft positiva ávirkan á mítt lív. Eg haldi, at eg virðismeti lívið meira. Eg føli, at eg steðgi meira á, og at lívið fer ikki bara framvið mær. Eg hugsi um, hvussu gott alt er, eg síggi ljósari uppá tað heila, og gevi mær tíð til nøkur ting, sum eg ikki gjørdi áðrenn. Til dømis geri eg onkur ting saman við Zakaris, sum eg kanska ikki hevði gjørt, um eg ikki hevði upplivað hetta. Áðrenn hon bleiv sjúk, arbeiddi Saloma á skriv­ stovu í 19 ár. Hálvanannan mánað eftir at viðgerðin var liðug, byrjaði hon at arbeiða hálva tíð. Fyri trimum árum síðani valdi hon at fara í farloyvi í eitt ár, men hon avgjørdi ikki at byrja aftur. Nú arbeiðir hon heima, við bókhaldinum hjá Una, sum er málarameistari. - Eg eri so glað fyri, at eg havi tikið avgerðina, at vera heima og hava meira tíð. Eg síggi ikki nakað negativt í at vera úti, men tað er soleiðis, eg havi valt at prioritera mítt lív. - Eg hugsi onkuntíð um, at eg havi haft krabbamein. Eg biði altíð eftir, at eg ongantíð skal blíva sjúk aft­ur og takki fyri, at eg eri blivin frísk. Tað vil al­tíð vera har, men tað er ikki nakað, sum fyllir ger­ andisdagin hjá mær. - Onkuntíð eri eg eri bang­ in fyri, at eg kann blíva sjúk aftur, men tankin er fjarari og fjarari. Men eg kanni altíð bróstið. Tey siga, at man skal kanna bróstini eina­ferð um mánaðin aftan­á menstruatiónina. Og tað geri eg. Tá eg fann mín knút, fann eg hann undir brúsuni, meðan eg vaskaði mær. Tá kannaði eg meg slett ikki. Á køliskápinum hevur Saloma ein seðil við orðun­ um: Hygg við tøkk aftureftir, hygg við vón frameftir, hygg við kærleika til síðuna, hygg við trúgv uppeftir. – Hatta dámar mær øgi­liga væl, eg hyggi eftir tí hvønn dag, og royni at liva mítt lív eftir hesum. Betri skurðviðgerðir, betri stráluviðgerð, rætti heilivágurin og ikki minst, sjúkan verður staðfest fyrr. Hetta eru orsøkirnar til, at fleiri og fleiri kvinnur í Danmark yvirliva bróstkrabba. Tað merkir, at átta av tíggju kvinnum eru á lívi í øllum førum fimm ár eftir, at sjúkan er staðfest. Tíðindaskriv Føroya Felag móti Krabbameini Føroyskar kvinnur, sum fáa bróstkrabba, fáa lutvíst viðgerð í Danmark. Kanska er støðan viðvíkjandi teim­ um frægari enn hjá teimum donsku, tí bíðitíðin at sleppa í viðgerð í Føroyum eftir at sjúkan er staðfest, er nærum eingin. Stráluviðgerðina fáa føroysku kvinnurnar í Danmark. Á hvørjum ári fáa í miðal 24 kvinnur í Føroyum stað­ fest bróstkrabba, í Danmark er talið 4.000. Tað vil siga, at ein av níggju kvinnum fær bróstkrabba. Talið á teimum, ið fáa bróstkrabba, økist við umleið tveimum prosentum hvørt ár; tað merkir, at í Danmark kunnu tey staðfesta 800 fleiri til­ burðir av bróstkrabba um árið enn fyri bara 10 árum síðan. Hóast henda dapra veru­ leika, kunnu vit gleðast um, at viðgerðirnar gerast alla tíðina betri, og at møguleikarnir at yvirliva eina slíka sjúku økjast fyri hvørt ár. Í tølum merkir tað, at møguleikin at yvir­liva sjúkuna í øllum førum fimm ár eftir, at hon er staðfest, er økt úr 47 prosentum upp í 79 prosent eftir 60 árum. Í mun til hini norður­ londini, haltar Danmark aftaná. Í Danmark er møgu­leikin at yvirliva krabba­mein fimm ár eftir sjúku­stað­festing 79 pro­ sent, meðan hann er 89 prosent í Svøríki. Ikki tí, at viðgerðirnar eru betri í Svøríki, men tí at sjúkan verður staðfest fyrr og tí er lættari at viðgera. Í Svøríki hava tey langa tradisjón við mammografi; allar kvinnur í aldrinum 50 til 60 ár hava í boði bróstkrabbascreening, og hetta er kanska orsøkin til munin. Hetta tilboðið er enn ikki galdandi fyri kvinnur í Føroyum – í Dan­mark stendur tilboðið kvinnum í nøkrum komm­ unum í boði. - Áðrenn eg fekk svarið frá læknanum helt eg virkuliga ikki at tað var krabbameinur, eg trúði ikki at tað kundi vera tað. Saloma Zachariasen er 40 ár Hon býr í Hoyvík saman við manninum Una, soninum Zakaris, sum er 11 ár, og soni Una Hanus, sum er 20 ár. Tá hon bleiv sjúk búði dóttir Una Vivian, sum nú er 24 ár, hjá teimum. FAKTA Fleiri og fleiri yvirliva bróstkrabba Varpa ljós á bróstkrabba Leygardagin skipar Bót til bata, ið er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini fyri almennum fyrilestri í Miðlahúsinum í samband við altjóða bróstmánaðin, sum er í oktober á hvørjum ári. Tvær kvinnur fara at siga frá søgum sínum, um teirra lív við krabbameini. Onnur er Maria Frederiksen, sum bert var 22 ára gomul fyrstu ferð hon fekk krabbamein. Aðru ferð, tíggju ár seinni, fekk hon staðfest bróstkrabba. 28 ára gamla Tina Hammer fekk bróstkrabba fyri tveimum árum síðan, viðgerðin sýntist at ganga væl, men nú er sjúkan komin aftur og hevur breitt seg til livrina og heilan. Hon fer at greiða frá, hvussu tú kanst hava eitt virðiligt lív hóast sjúkan er komin aftur, og tú veitst at tú ikki verður frísk. Limir úr sangbólkinum Salt fara at spæla og syngja undir tiltakinum. Við bili til útróðrar Landnyrðingur er sum kunnugt ikki besta útróðrarætt hjá norðoyingum, og seinastu dagarnar hava tríggir bátar úr Klaksvík róð út vestanfyri. Teir hava eisini avreitt vestanfyri. Hinvegin hava bátarnir egnt í Klaksvík, og hóast teinurin er langur úr Klaksvík vestur í Vágar, hevur tað víst seg at rigga væl at koyra stamparnar aftur og fram. Bátarnir hava ligið millum 6.000 og 7.000 pund hesar dagarnar á 60 stampum. (Kelda: www.nordlysid.fo)