Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 203 - 20. oktober 2006 Hesi orðini vóru yvirskriftin í áhugaverdari samrøðu, sum blaðið ”Vinnuvitan” hevði við stjóran í Statoil um dagarnar. Her umrøður olju­ odda­maðurin, hóast ringa boriúrslitið á land­grunn­ inum, spennandi brunnarnar, sum verða boraðir skamt frá okkara marki á Rose­bankkelduni, sum nakað, ið kann fáa stóran týdning fyri føroyska leiting eisini. Tað er gott, at leiðslan í felagnum, ið er eitt tað mest virkna í oljuleitingini við Føroyar, ikki hevur mist mótið, nú tað tíverri vísti seg, at Brugdan ikki goymdi olju. Sjálvandi er tað eitt bakkast fyri leitingina við Føroyar, at heldur ikki hesin brunnurin lat dyrnar upp fyri eini komandi oljuframleiðslu. Kanska eisini tí, at spenningurin var so stórur, nú tað fyri fyrstu ferð varð borað gjøgnum tjúkkar basaltfláir niður í ta ókendu undirgrundina. Helst hava vónirnar til júst henda brunnin verið ov stórar, tó at Statoil ferð eftir ferð hevur undirstrikað, at talan var um ein váðiligan ”highrisk” brunn. Fyri Statoil og hini feløgini, ið vóru við í hesi boring, er torført at koma við jaligum útmeldingum, tí turrir brunnar eru eitt afturstig. Hinvegin ræður eisini um at vera realistiskur og viðurkenna, at hetta er nú einaferð luturin í oljuleiting – at talan neyðturviliga ikki er um eina alt ella einki søk, men um ein útvikling, ið kann ganga yvir mong ár. Spurningurin í løtuni er, hvussu oljuumhvørvið sum heild kann brúka hetta boriúrslitið í víðari kanningum og boringum. Boringin hevur longu givið týðandi vitan, og komandi kanningar av tilfarinum kunnu entá geva enn fleiri áhugaverdar upplýsingar. Fleiri enn 30 brunnar vórðu boraðir í norskum øki og meira enn 70 vestan fyri Hetland, áðrenn rakt varð við. Hjá okkum eru boraðir 5 brunnar. Tað er alt. Men fleiri koma. BP borar í 2007, ENI í 2008 og Chevron helst í 2009. Tvs. at her verða 2-3 brunnar komandi árini, umframt at onnur feløg eisini kunnu finna uppá at bora. Aftrat hesum kemur tað nógva borivirksemið hinumegin markið. Rosebankkeldan, ið olju­feløg virkin við Føroyar, eru partur av, kann gerast lykilin, ið letur upp fyri nýggjum brunnum eystur móti markinum, nærhendis Rosebankkelduni og harvið duraupplatarin til føroysku oljuna. Sosialurin Føroyaøkið framvegis spennandi Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Góði Heri Mohr Takk fyri tína viðmerking í bløðunum um grein mína í Skáa í Dimmalætting “Isolatión bein leið til stagna­tión”. Hetta var sam­ røða við Jóannes Eides­ gaard, løgmann. Eg veit ikki, um løg­maður er mis­ nøgdur við, at eg í grein­ ini brúki, sum tú sigur, postu­latið, at vit føroyingar vórðu niðurbundnir tann 6. oktober í 1992. Tó veit eg, at Jóannes Eidesgaard undir ongum umstøðum fer at tala at, kenni eg hann rætt. Sum tann frálíki deba­ tørur, tú ert, er eingin okk­ara, sum kennir teg, í iva um, at tú hevur grein í tínum máli við at siga, at “vit føroyingar vórðu ikki niðurbundnir, sum tú (undirritaði) vilt vera við, men, serkøn hjálp úr Danmark loysti okkum úr lemjandi niðurbinding og stórum óloystum vanda­ málum. Hendan hjálpin ella processin byrjaði 6. oktober 1992”. Skuldi tú, Heri, ikki vitað, hvussu svullurin brast, og tilgongdin byrjaði tann 6. oktober 1992, so veit eg ikki, hvør skuldi vitað tað. Eg havi helst við ávísum høvundafrælsi í huga mynd­ liga brúkt vendingina, at vit føroyingar vórðu niður­ bundnir, og í hesum sam­ bandi hugsaði eg, at reins­ anartilgongdin í Føroyum ta tungu tíð kravdi, at tíggju­túsundtals føroyingar vórðu fæloysingar millum annað við tað, at húsini, sum teir búðu í, vórðu niðurskrivað í virði – sama um virðið var fiktivt, so at tann meinigi føroyingurin kendi tað sum at verða niðurbundin. Frælsið misti hann, og armóðin rak hann í tíggjutúsundtals førum av landinum. Og væl visti fæloysingur­in yvirhøvur, hvat var at­voldin til hesa óhugnaligu armóð, sum valdaði í teimum døkku fyrru hálfemsunum. Annars, ver vælkomin til tann dialogin, sum bæði tú og eg sóknast eftir. Tað mundi koma sum eitt sjokk fyri okkum øll, at hoyra tíðindini og síðan at síggja myndinar frá NRK hendan 10. oktober morgum. Tað, sum ikki má henda var hent, og eftir myndunum í sjónvarpinum at døma, var støðan alt anna enn góð. Hjá okkum, sum eru næst­ an “dagligir” gestir umborð á flúgvarunum hjá Atlantic Airways, virkaðu myndinar næstan veruleika fjarar, hetta er ikki nakað, ið hend­ ir okkum her á landi, men bert úti í stóru verð. Hesi sísðtu árini, havi eg flogið sera nógv við At­lantsflog, og sigast skal, at tað hevur verið ein fragd at verið gestur umborð á teirra flogførum, bæði á teimum góðu og teimum minni góðu túrunum. Tá ið eg sigi teir minnu góðu túrunum, er tað ein ásannan av, at starvsfólkini hjá hesum felag ikki altíð hava tær bestu náttúrgivnu umstøðunar at virka undir, men tey gera altíð sítt ítarsta, fyri at tú sum gestur skalt hava tað so gott sum møguligt. Av øllum teimum hundrað­ tals túrunum eg havi verið við Atlansflog, havi eg ongantíð haft tann minsta mistanka um, at hettar felag og starvsfólk teirra, ikki røkja sína uppgávu væl og virðuliga til fulnar. Hettar skal ikki skiljast sum at Atlantsflog er feilfrítt, men at hoyra nakrar einstakar óobjektivar útlendingar standa og sverta hettar flog­ felag og starvsfólk teirra út, kann ikki fara óátala aftur við borðinum. Eg havi meira enn eina­ ferð verið seinkaður av tekniskum trupulleikum hjá Atlansflog treyðugt so, men tað havi eg so sanniliga eisini verið hjá eitt nú Air France, British Airways, Sabena, Iceland Air, SAS osfr. Felags fyri oman fyri nevndu feløg er, at tey ikki eru heimahoyrandi í einum so lítlum samfelag sum okkara, har tann minsti feilurin, sum hendir í dag, hoyrist aftur sum ein ræðu­ søga í morgin, men hendan tøgnin gevur neyvan betri trygd kanska tvørtur í móti. Eitt annað, sum eg haldi er langt úti er, at man kjakast nógv um tekn­­isk­­ar “bagatellir” og lítið um tann veru­liga trupul­­leik­an, nevni­ liga hvussu tað stendur til við lendingarmøguleikum. Er tað forsvarligt við tí luftferðslu vit hava í dag, at vit bert hava ein 1400m langan vøll. Sjálvur haldi eg, at hendingarnar í síðst­ uni hava prógva tað øvugta, nevniliga at vøllurin í Vág­ unum má leingjast her og nú. Tað verður millum politik­ arar kjakast dúgliga í hesum døgum um tunellir her og har, men eitt sum er fleiri ferðir neyðugari, tað er at seta í gongd leinging av fløgvøllinum beinanvegin. Hugsi tykkum um tað ræðu­liga skuldi hent, at eitt flogfar við 90 fólkum fór út av vøllinum vegna ov stutta lendingarbreyt. Tað føroyska samfelagið hevði farið í “Koma” og øll samferðsla og turisma um flogvøllin hevði fingið eitt so stórt bakkast, at tað hevði tikið 20 ár at rætta tað aftur. Eg tori uttan at verða nak­ ar serfrøðingur í flúgving at pástanda, at um flogfarið, ið fór út av vøllinum í Stord, fekk sama trupulleika eitt nú í Kastrup, so hevði hetta ikki blivið tann sorgarleikur sum tað bleiv. Til síðst men ikki minst, so burdi tann føroyska press­ an roynt at gjørt eitt sindur av ordiligum journalistikki, heldur enn bara at endurgeva eina negativa útlendska pressu. Tað kundi eitt nú verið spennandi til saman líkningar at fingið at vita, hvussu nógvar tekniskar og menniskjaligar feilir onnur flogfeløg rundanum okkum hava. Tað skal verða mín bøn, at føroysk flúgving ongantíð aftur verður fyri einum tílíkum bakkasti sum tann 10 oktober 2006. Æra verið minni um tey, sum fórðust vid oy- crg. Tórshavn hin 19.10.2006 Niðurbundin er fæloysingur Sonne Smith Tummas Justinussen Órættvís viðferð av Atlantic