fríggjadagur 20. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2006
11
Á heysti 2005 heittu til
samans 28 fakfeløg á
privata og almenna arbeiðs
marknaðinum á landsstýrið
og løgtingið at hækka fyri
tíðarpensjónirnar í Føroy
um.
Feløgini løgdu serstak
ligan dent á at fáa landsstýrið
og løgtingið at taka av
lægstu fyritíðarpensjón –
hetta soleiðis at tey sum nú
fáa lægstu fyritíðarpensjón,
fara at fáa játtað tað, sum
samsvarar við miðal fyri
tíðarpensjón. Hóast hesa
áheitan vóru ongi stig tikin
í fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2006 at taka av lægstu
fyritíðarpensjón.
Heldur ikki í fíggjar
lógaruppskotinum fyri 2007
verður lagt upp fyri at taka
av lægstu fyritíðar-pensjón.
Lægsta
fyritíðarpensjón
eins og miðal- og hægsta
fyritíðarpensjón hækkar í
2007 við 4%, ið er tann
prosentsatsur, sum fyri
tíðarpensjónir
hækka
við árliga sambært gald
andi ásetingum í fyri-
tíðarpensjónslóggávuni.
Í 2006 fáa giftir lægstu
fyritíðarpensjónistar 5.272
kr. um mánaðin ella í alt
63.264 kr. um árið og stakir
lægstu fyritíðarpensjónistar
fáa 6.617 kr. um mánaðin
ella í alt 79.404 kr. í árligari
pensjón. NB: Fyritíðarpen
sjónistar fáa onga ískoytis
veiting úr samhaldsfasta
eftirlønargrunninum.
Fólkapensjónin, ið er alt
ov lág, er tó hægri enn
lægsta
fyritíðarpensjón.
Ein giftur fólkapensjónistur
fær 6.640 kr. um mánaðin
(fólkapensjón + ískoyt
isveiting frá samhalds
fasta) ella í alt 79.680 kr.
í árspensjón og ískoytis
veiting í 2006, meðan ein
stakur fólkapensjónistur fær
8.103 kr. um mánaðin ella í
alt 97.236 kr. í árspensjón
og ískoytisveiting í 2006.
Feløgini gera enn einaferð
vart við, at tað er alneyðugt
– beinanveg – at hækka
lægstu fyritíðar-pensjón,
soleiðis at henda pensjón
í minsta lagi kemur uppá
tað, sum svarar til miðal
fyritíðar-pensjón, har gift
ár 2006 fáa 93.840 kr. og
støk fáa 108.892 kr.
Feløgini fara somuleiðis
enn einaferð at gera vart
við, at avlamnis- ella fyri
tíðarpensjón er samsýning
fyri mist arbeiðsevni, og
fara vit at heita á lands
stýrið og løgtingið um at
veita giftum og støkum
somu
grundarupphædd,
soleiðis sum gjørt verður í
londunum uttanum okkum.
Almanna- og heilsu
málaráðið hevur í august
mánaða 2004 roknað út,
at kostnaðurin av at flyta
allar lægstu fyritíðarpen
sjónistar upp til miðal
fyritíðarpensjón
einans
er uml. 18 mió. kr. og at
kostnaðurin av at javnstilla
giftar og stakar pensjónistar
einans er uml. 12 mió. kr.
Landsstýrið boðar í hesum
døgum frá, at yvirskotið
á fíggjarlógini verður uml.
75 mió. kr. og átti tí at
verið sjálvsagt, at løgtingið
og landsstýrið uttan meiri
drál uppraðfesta og hækka
fyritíðar-pensjónirnar.
Tórshavn, hin 18. oktober
2006
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag
Landsskattaskipanin er far
in av kós. Seinnu árini eru
broytingar gjørdar í lands
skatta-skipanini, ið hava
verið til ógagns fyri vanliga
arbeiðaran og vanliga løn
móttakaran, ið hevur lág-
ella miðalløn. Henda gongd
er ikki haldbar og má
skattapolitikkurin broytast
fyri at endurskapa álitið
millum politisku skipanina
og arbeiðarastættina.
Arbeiðarafeløgini vóna
og vænta, at skattalættin,
ið
er
fráboðaður
fyri
2007, á hesum sinni fer
til vanliga arbeiðaran og
ikki sum undanfarin ár, har
skattalættin serstakliga er
farin til høgtlønt, ið hava
inntøkur, ið liggja frá áleið
300.000 kr. til 600.000 kr.
árliga.
Árslønin hjá teimum, ið
eru tímalønt, liggur aloftast
millum kr. 100.000 og
kr. 225.000 árliga og fara
vit við hesum at heita á
løgtingið og landsstýrið at
bera so í bandi, at lands
skattastigin
fyri
2007
(fíggjarárið 2007)- verður
tilevnaður soleiðis, at tað
vera inntøkubólkar, ið hava
inntøkur millum kr. 100.000
árliga og kr. 225.000 árliga,
ið serstakliga fáa skatta
lætta í 2007.
Sambært
upplýsingum
hjá
Fíggjarmálaráðnum
hevur lønmóttakari, ið hev
ur havt inntøku uppá kr.
100.000 um árið, seinastu
4 árini (2003-2006), fingið
ein samlaðan skattalætta
uppá kr. 2.460.
Meðan lønmóttakari við
inntøku uppá kr. 550.000
um árið, seinastu fýra
árini, hevur fingið ein saml
aðan skattalætta uppá kr.
17.445.
Bárður Nielsen, lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
sigur í viðmerkingum til
fíggjar-lógaruppskotið
2007 at “Ekspansivi og
arbeiðsskapandi
fíggjar
politikkurin seinnu árini
hevur tænt sínum endamáli,
men verður nú lagdur
um, soleiðis at hann ikki
virkar ov stimbrandi á
búskaparliga virksemið.”
Arbeiðarafeløgini kunnu
vissa
landsstýrismannin
í fíggjarmálum um, at
ein skattalætti til lág- og
miðallønir (løntakarar, ið
vinna millum kr. 100.000
til kr. 225.000 árliga) ikki
fer at ovurupphita føroyska
búskapin, men fer einans
at geva fjøld av landsins
lønmóttakarum ein til
trongdan og rættvísan fíggj
arligan lætta og gera tað
meira lønandi hjá lág- og
miðalløntum at arbeiða
meira - um so er, arbeiði er
at fáa - so meira peningur
verður til vanligt neyðugt
forbrúk.
Arbeiðarafeløgini mæla
staðiliga frá, at skattalættin
ikki eins og undanfarin ár,
serstakliga verður givin
háinntøkubólkum, ið vinna
millum 350.000 kr. og
600.000 kr. árliga.
Í t.d. Danmark verður
toppskattur latin av inn
tøku, ið liggur omanfyri
kr. 318.700 árliga og
halda arbeiðarafeløgini, at
danska skipanin við TOPP
SKATTI á inntøkur, ið
liggja omanfyri uml. kr.
315.000 eisini eigur at setast
í gildi í Føroyum, hetta
soleiðis at tey, ið fáa hægstu
lønirnar, sjálvsagt mugu
gjalda meira í skatt enn
tey lágtløntu og miðalløntu.
Arbeiðarafeløgini
mæla
tískil til, at nýggjur skatta
stigi verður gjørdur, har
toppskattur svarandi til
t.d. 36% ella 37% verður
ásettur fyri inntøkur, ið
liggja
omanfyri
uml.
315.000 kr. árliga. Á henda
hátt kann tryggjast, at tey,
ið hava hægstu inntøkurnar
gjalda eitt sindur hægri
skatt av seinastu lønar-
krónunum enn tey, ið hava
lág- og miðallønir. Hetta
soleiðis at vit kunnu fáa
eitt samhaldsfast vælferðar
samfelag, har breiðu herð
arnar bera tyngstu byrð
arnar.
Sambært
Hagstovu
Føroya vóru tað heili
12.331 føroyingar/skatt
gjaldarar, ið høvdu inn
tøkur, ið lógu í millum
100.000 kr. og 225.000 kr.
í 2004. Tað átti at verið
sjálvsagt, at hesir fleiri enn
12.300 borgarar nú fáa sín
rættvísa part av givnum
skattalættum.
Landsskattastigin
fyri
2007 má broytast, soleiðis
at skattgjaldingin verður
samhalds-føst, rímulig og
rættvís.
Tórshavn, hin 18. oktober
2006
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag
Skapið samhaldsfesti í landsskattaskipanini
Takið av lægstu fyritíðarpensjón
Tað er gleðiligt, at Løg
tingið longu nú tekur
lógaruppskotið um mis
mun mótvegis ymsum
minnilutum uppaftur.
Tað er eisini gleðiligt,
at
løgmaður
Jóannes
Eidesgaard, løgtingslim
irnir Finnur Helmsdal og
Annita á Fríðriksmørk og
aðrir tinglimir bæði tora
at arbeiða fyri hesum máli
og hava tikið stig til at
taka málið framaftur. Tað
er teimum øll æra verd.
Hinvegin er tað syrgiligt,
at grundarlagið fyri hesum
er, at ein ungur samkyndur
Rasmus Rasmussen bæði
hevur verið útsettur fyri
áhaldandi happing og
nú eisini álvarsligum og
likamsligum ágangi.
Tað er eisini syrgiligt
at síggja, at politivaldið
ikki hevur kunnað gjørt
nakað við hesa søk, tí her
er ongin lóg í Føroyum
mótvegis happing af sam
kyndum sambært vara
politiinsektør, Jón Klein
Olsen. Men vit vita ikki,
hvussu tulkingin hjá dóms
valdinum í Føroyum av
núverandi lógum er.
Vit samkyndu gleðast
yvir, at vit ikki longur
verða tagd burtur. Vit
koma
áhaldandi
fram
við okkara ynskjum. Vit
ynskja, at okkara lív sum
menniskju skal vera sum
hjá hinkyndum heima í
Føroyum, á bygd og í bý,
eins og uttanlands, menn
andi og spennandi frá
barnsbeini og til vit eldast,
og at liva í friði og gleði
saman við foreldrum,
systkjum, vinfólkum og
fólkinum sum heild.
Málið um javnrættandi
var tikið upp í Sameindu
Tjóðunum aftan á seinra
veraldarbardaga,
har
nazistavaldið í Týsklandi
hevði sent milliónir av
jødum og í túsundatali
av politiskt øðrvísi hugs
andi, sigoynarum og sam
kyndum í týningalegur,
misbrúkt tey, skotið tey
ella sent tey í gasskømur.
Síðani hevur ein hópur
av londum tikið undir við
hesum t. d. øll Norðanlond
uttan Føroyar og eisini ES.
Tey hava tí smíðað lógir,
ið verja minnilutabólkar
við at nevna teir í lóg
unum, í revsulógini, í
javnrætttislógum í tí pri
vata lívinum og á arbeiðs
marknaðanum.
Vit eiga ongantíð at
gloyma henda sorgarleik
og aðrar tilsvarandi til
burðir. Við at góðtaka
hesa lóg heiðra vit tey,
sum hava liðið so nógv
og geva núlivandi og
komandi ættarliðum best
møgulig livilíkindi fyri
ávísar minnilutabólkar.
Tað vil á ongan hátt
skaða eitt fólk at geva øll
um full mannarættindi,
eisini samkyndum. Tvørt
urímóti
verður
lívið
lættari fyri øll, tí vit
geva møguleika fyri og
góðtaka, at vit mennuskju
er sera fjølbroytt, og at
vit ikki bert eru ”rein” á
ein hvønn hátt. Tað verður
lættari hjá foreldrum,
systkjum og vinfólkum at
liva við - eisini í gleði.
Tí vil eg enn eina ferð
eins og fyrr í sjónvarpi,
útvarpi, bløðum, í Løg
tinginum, í Landsstýrinum
og í grundlógarnevndini
og
stjórnmálanevndini
tosa fyri og arbeiða fyri,
at lógin verður góðtikin.
Tað verður teimum løg
tingsmonnum, sum at
kvøða fyri henni, til heið
urs og okkum minnilutum
til gagns. Tá kunna vit
gleðast yvir at búgva í
Føroyum og eisini at vitja
heima í Føroyum.
Lóg um javnrættindi
fyri minnilutar
eisini í Føroyum
Sorø Danmark
Bogi Dánial
son Davidsen
Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður:
Heilt rímilig fótbóltslíkindir
Veðrið verður heilt hampiligt hetta vikuskiftið.
Leygardagin kann hitin koma upp á 10 stig.
Mað verður nakað av vindi, eini 13-15 metur
um sekundi, og viðhvørt upp til hvassan vind
av landnyrðingi. So fótbóltslíkindini vera á
eini leið, um ikki tey allar bestu.
Sunnudagin verður kaldari aftur, millum trý
og fimm stig, men alt vikuskiftið lítið og onki
avfall.
Í komandi viku verður uppaftur kaldari.
Týsdagin og mikudagin kann roknast við, at
hitin fer niður um frostmarkið um náttina, men
tá verður tó eisini møguleiki fyri sólglottum.
-rwd
viðmerkingar