fríggjadagur 20. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 203 - 20. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Mánadagin fingu vit tungu og
óvæntaðu boðini um, at Wensil var
deyður. Man steðgar á eina løtu og
fær seg ikki at trúgva tí.
Við sínum lætta sinni, og sínum
positiva verumáta, lýsti Wensil upp har
sum hann kom. Heilt frá smádreingi
var hann raskur og góður egnari, og
seinni, tá íð hann hevði fingið annað
arbeiði, dámdi honum væl at taka ein
stamp av og á.
Í unglingaárunum var Wensil við á
liðunum hjá B68, har hann var millum
teir allar skjótastu. Seinni fór hann
til skips og sigldi millum annað við
Morgunstjørnini. Fleiri ár var hann
við Volunteer, har hann var kokkur
eitt tíðarskeið. Eisini hevur hann róð
út við bátum av Toftum.
Hesi seinastu árini hevur Wensil
arbeitt hjá Fiskavirking á Toftum.
Har hevur hann verið nógv avhildin,
og hansara evnir og áhugi at kokkast
komu væl við hjá arbeiðsfólkunum,
har hann eisini gjørdi døgurða til
teirra á virkinum, og vóru tey sera
glað um tað.
Eisini í B68-húsinum var Wensil
altíð skjótur at taka eina hond í og
val lá fyri, altíð val tilpassar, við ein
um smíli. Hann varð ein íðin B68 við
haldsmaður, og var altíð sera spentur,
tá dystur var á skránni.
Wensil er uppvaksin í einum góð
um og tryggum heimi, har foreldrini
Emma og Harry hava lagt alt tað
góða niður í børnini. Teir vóru trýggir
brøður, og ein systur, sum tey mistu
tá hon bara varð 1/2 ára gomul. Tað
var eisini ein sera torfør tíð fyri fam
iljuna. Men Gudstrúgvin bar tykkum
ígjøgnum stóru sorgina.
Vit fara øll at sakna Wensil, og tann
partin av myndini her á staðnum, sum
hann var. Størstur verður saknurin
hjá tykkum foreldrum og syskjum,
og tykkum sum stóðu honum so
nær. Eisini hesaferð fara lyftini hjá
Harranum um hjálp og styrki í torføru
tíðini við tungu sorgini at vísa seg
at vera sonn, og at hjálpa tykkum at
koma ígjørnum sorgina.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa
frið yvir minnið um Wensil Hansen
Vinur
Wensil Hansen á Toftum til minnis
23. septembur fingu Hjørdis Müller og Olvheðin
Thomsen, Hvalba, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3370 gr.
25. septembur fingu Kristianna Poulsen og Niels Arge
Galán, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og
vigaði 3800 gr.
3. oktobur fingu Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Dag
bjart Meierberg, Tórshavn ein son á Glostrup Sjúkrahúsi.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 4350 gr.
10. oktobur fingu Rannvá Lind og Borgar Hansen, Toftir,
ein son. hann var 54 cm. langur og vigaði 3420 gr.
10. oktobur fingu Eileen og Kári Olsen, Rituvík, ein
son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4000 gr.
11. oktobur fingu Oddvør Poulsen og Mayfinn Norðoy,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3800 gr.
12. oktobur fingu Annika og Poul-Kjartan Poulsen,
Sandvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
2900 gr.
14. oktobur fingu Anna Jórun Heinadóttir og Finn
Wenning-sted Larsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53
cm. langur og vigaði 3850 gr.
14. oktobur fingu Elinborg og Kári Reynheim, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4295 gr.
15. oktobur fingu Karina Jensen og Henrik Lognberg
Danielsen, Skopun, ein son. Hann var 49 cm. langur
og vigaði 2900 gr.
16. oktobur fingu Maria og Allan Joensen, Sørvágur,
eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4350 gr.
16. oktobur fingu Eyð Berg og Arnhold Olavsson, Tórs
havn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850
gr.
16. oktobur fingu Siri V. Rasmusson og Regin Eyðfins
son, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3300 gr.
19. oktobur fingu Rannvá Jacobsen og James við Brúgv,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3850 gr.
3. oktobur fingu Fríða, Árni og Inga eina lítlasystur. Hon
vigaði 3200 gram og var 52 cm long. Mamman og pápin
eita Mai og Marni
Føðingar
20. oktober fyllir Torgerð Suðuroy í
Vági 60 ár.
Hjá foreldrunum Esther og Einari
vaks hon upp á Kikslið í Vági. Hon
royndi seg innan ymsar vinnuvegir í
ungdómsárunum, arbeiddi fisk og var
í húsplássi.
Niðri í Danmark royndi hon eisini
sínar veingir. Í 1966 fór hon sjálv
onnur í Kibutz í Ísrael. Hetta var ikki
so vanligt tá og harafturat vóru hetta jú
ófriðaligar tíðir har á leiðini.
Torgerð hevur alla sína tíð verið sera
virkin, har hon hevur verið, og í Vági
hevur hon tikið mong tøk og verið við
til at sett ferð á so mangt.
Hon hevði grill-bar í Vági og kiosk.
Handlar hevði hon í mong ár, ikki bert
í Vági, men kring landið, í Havn og í
Runavík.
Kreativ er hon og í áttatiárunum fór
hon undir gull og silvurverksmiðju. Hon
gjørdi bart; Setti ein svein í starv og fór
so í læru á egnum verkstað. Og innan
hetta yrki er hon í dag kend og vird.
Tær nevndir og tey feløg, ið hava
notið gott av stóru arbeiðsorku hennara,
eru ikki so fá. Hon var í fremstu røð, tá
sjónvarpsfelag varð sett á stovn í Vági
og stóð , saman við øðrum, fyri at leggja
skrá og senda. Hon var í fremstu røð í
Kvøldhugna, har so mong hugnakvøld
gjørdust ógloymandi. Hon hevur verið,
og er, oddafiskur í sjónleikarafelagnum
í Vági og mangur leikur hevur millum
ár og dag verið settur upp. Og felagið
hevur verið manga ferð við leikum kring
Suðuroynna og eisini norðanfjørðs.
Torgerð er nevndarlimur í Vágs
Matmøðrafelag, ið hevur verið sera
virkið. Felagið keypti hús miðskeiðis í
áttatiárunum og nakað seinni fór felagið
undir at reka Suðuroyar Heimavirkið,
ið er fjølbroyttur handil, sum í dag
heldur til í nýggjum, stásiligum húsum.
Vágs matmøðrafelag átti eisini sín lut,
tá eldrasambýli varð bygt í Vági og
Torgerð er limur i nevndini fyri býlið,
umboðandi Matmøðrafelagið.
Torgerð hevur í mong ár verið virkin,
tá pensjónistarnir hava hugnaløtur og
hevur hon fyrireikað og undirhildið
fyri teimum. Og júst sum undirhaldari
hevur hon í mong ár staðið á palli og
hevur gjørt manga løtu skemtiliga.
Nóg mikið kundi verið at trivið í um
tey farnu ár, tí lívsvirkið hevur verið
fjøllbroytt. Hon hevur roynt seg á so
mongum økjum og hevur ikki verið, og
er ikki, bangin fyri at taka við nýggjum
avbjóðingum.
Torgerð og Harry eiga 3 børn;
Djonu, Esther og Aslaug. Og ommu
og abbabørnini eru eisini 3; Brandur,
Harry og Torgerð.
Dagurin verður hildin í VB-hús
inum.
Torgerð Suðuroy 60 ár