Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 13 Jarðarferðin hjá Poul Eli Hansen verður úr Kollfjarðar kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Poul Eli, kunnu lata Føroya felag móti krabbameini ein gávu; konta í peningastovninum. Jarðarferðin hjá Fridolgu Jacobsen verður úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Sálmabókin verður nýtt. Vinnifred Joensen, Vestmanna, andaðist hósdagin 19. oktober, 75 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju sunnudagin kl. 14. Sálmabókin verður nýtt. Tórhild Tauser, Hvalba, andaðist mikudagin 18. oktober, 79 ára gomul. Kistan fer frá landssjúkra­ húskapellinum fríggjadagin kl. 11 til Smyril. Jarðarferðin verður úr Hvabliar kirkju leygardagin kl. 13. Sálmabókin verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Tórhild, kunnu lata eina gávu til Eldrasambýlið í Hvalba. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 21. oktober. 11.000 moyggjar. Halgisøgurnar siga frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navni, varð trú­ lov­að enskum kongssyni. Tey gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílgrímsferð til Róm. Hon fer av­stað, og henni fylgja 11.000 moyggjar (hetta talið er helst skrivað skeivt fyri 11 moyggjar). Tá tær skuldu fara til Køln, legði ein heiðin skari av Húnalondum eftir teim­ um, og teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna húna­ konginum, fekk hon somu lagnu. A.C. Evensen doyði hendan dagin í 1917. 22. oktober. Cordula. Hon var ein av teimum 11.000 moyggjunum. 23. oktober. Severius, deyður umleið ár 400. Biskupur í Køln. Í Danmark er hann komin í bland við tann halga mannin Sørin úr Ry í Jútlandi. Latínskt navn, ið merkir tann strangi ella álvarsami. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 75 ára degnum 6. okt. Tøkk fyri gávur, blómur og uppringingar og teimum, ið vóru í Øravík og gjørdu dagin hugnaligan. Heilsan Steingrím Samuelsen, Sevmýri Gullbrúdleyp útsett Vegna serligar umstøður er gullbrúdleypið hjá Marjun og Símun Jóhan Wolles á Eiði fyribils útsett. Mikudagin 25. oktober verður Kristina Thorsteinsson van­ liga nevnd Killan 80 ár. Kristina er slektað úr Vátu­toft, dóttir Malevinus í Vátutoft, skipara, og Ellu. Hon var næstyngst av 5 systkj­um. Elstur var Símun, sum var havnameistari í Klaks­­vík. Heini, sum ar­ beiddi nógv ár hjá Kjølbro, var næstur. Hanna, sum var elst av gentunum, var gift Eli Christiansen í Havn. Ruth giftist á ungum aldri við Conrad Davik úr Brattvåg. Hon doyði 38 ára gomul í Japan av sjúku. Yngst er Johanna ella vanliga nevnd Lukkhanna, sum var gift Olivuri Olsen úr Svínoy. Bert Kristina og Johanna eru á lívi í dag. Kristina vaks upp undir krígnum og var sum heilt ung trúlovað Sámali Thor­ stein­son. Tey giftust í 1946, tá var hon 20 ár. Kristina var manni sínum ein góður stuðul, tá hann fór undir Tog- og Snørisvirkið á ein­ um neystalofti í Víkunum í Klaksvík. Snørisvirkið var teirra arbeiðslív og teirra lívsverk. Tað gjørdist eitt stórt og væl rikið virki við fleiri starvsfólkum. Fiski­ menn og útróðrarmenn høvdu álit á teimum. Krist­ ina ordnaði í nógv ár alt skriv­stovuarbeiðið á virk­in­ um. Tey keyptu eisini skip, sum tey róku í nøkur ár. Mitt í áttatiárunum fór heilsan hjá Sámali at bila, og tey seldu tá virkið og skip. Sámal doyði í 2005. Kristina og Sámal eiga tvær døtur. Malla, sum býr í Havn og Elinborg, sum býr í Århus. Ommubørnini eru 4 og langommubørnini 3. Kristina er heima føð­ing­ar­ dagin og tekur ímóti gestum frá kl. 18.00. me Kristina Thorsteinsson 80 ár Brúdleyp Leygardagin 21. oktobur kl. 16.00 giftast Malan Horn og Mads Kristoffur Hentze í Vesturkirkjuni.Veitslan verdur fyri innbodnum kl. 19.00 á Hotel Føroyum. 21. oktobur kl 15.00, giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík, Jacobina Lydersen, Haraldssund og Hjalmar Andreasen, Eiði. Døgurði verður fyri innbodnum. Kl. 21.00 verður opið hús í bygdarhúsinum í Haraldssundi, øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Mánadagin 23. oktobur kunnu Marjun og Oddmar Berg, Runavík halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 21. oktober. Opið hús verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, frá kl. 16 til 22, har øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Sunnudagin 22. oktober kunnu hjúnini Jenny og Sigmund Hansen Hvannasund halda diamantbrúðleyp. Tey íð ynskja at gleða brúðarparið eru vælkomin inn á gólvið frá kl. 14.00. 70 ára føðingardagur Leygardagin 21. oktobur halda Mása og Gutti Kallsberg, Viðareiði, 70 ára føðingardag. Opið hús verður hjá dóttrini Elsebeth, undir Brúnni 31, Klaksvík, ímillum kl. 12.00-19.00. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 20. oktobur verður Kristina Poulsen, Á Heyggi, Hvalba 75 ár. Dagurin verður hildin í heiminum leygardagin 21. oktobur frá kl. 18.00. Benjamin Ólason av Tvør­ oyri fekk í oktober 2005 prógv sum »Open water div­ er« hjá Faroe Dive í Klaksvík og hevur loyvi at kava niður á 20 m dýpi. Faroe Dive, Klaksvík: Benjamin prógv sum kavari Janus Joensen frá Faroe Dive og Benjamin Ólason